Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 118 - 24. juni 2005 Í oysandi regni mátti HB fyri fyrstu ferð fara stigaleyst av heima- vølli. Skála nýtti sínar møguleikar, og tvær ferðir skoraðu teir eftir deyðbólt í einum dysti, har spenningurin var størri enn spælið var gott FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast oysandi regni og fót- bóltsmettuna, sum kanska er um at gera um seg á Skála, høvdu hópin av skálafólki leita sær í Gundadal miku- kvøldi. Og mongu havnar- fólkini prógvaðu samstund- is, at skal tosast um mið- vikudystir, so er tað ikki áskoðaratalið, sum skal forða fyri hesum. Meistaraspæl í eitt korter Nú var talan sjálvandi eisini um dyst millum tey bæði liðini, sum á pappírinum eru tey sterkastu í landinum í løtuni, og tí var áhugin eisini tað størri. Tvey lið, sum seinastu tíðina hava sýnt, at tey veruliga eru um at koma í snúningar, og eru tey tað, so vita flestu fótbóltshug- aðir føroyingar, at tey kunnu sýna nakað av tí besta fótbóltsspælinum, sum vit kunnu uppliva her á landi. Fyrsta korterið ella so mundi tó vera so sum so við spenninginum. HB'ar- nir tóktist vera væl betri upplagdir, og settu seg alt fyri eitt so ruddiliga á dystin. Tá spælið gekk, so gekk tað við fullari ferð, og tó at talan eisini var um nakað av sparkaríi, so triv- urst vertirnir eisini í hesum. Ikki minst tí Rúni Nolsøe og Kári Nielsen fingu fatur á mest sum hvørjum tí einasta øðrum-bóltinum, sum fall á miðvøllinum, og so kundi HB hvørja ferð byrja nýtt álop. Veruligar málmøguleikar gjørdist talan tó sjáldan um. Allir fýra verjuspælararnir hjá Skála tóktist standa sera væl á vøllinum, og tó at hóttanin var til staðar, so gjørdist talan ikki um so øgiliga nógv meira enn spæl út á kantarnar og fram móti málinum. Ta einu ferðina mundu viðhalds- fólkini hjá Skála tó halda ondini. Á brotsteigarmark- inum slapp Rasmus Nolsøe at royna seg við frísparki, men hesa ferð eydnaðist honum tó ikki at langa bóltin í kassan, soleiðis sum annars hevur gjørt tað longu fimm ferðir í ár - har av fýra ferðir við frísparki! Vandamiklir deyðbóltar Spakuliga kom Skála tó eisini við í dystin. Ikki minst fingu Pauli og Nenad nú fatur á meira á miðvøll- inum, og so líðani byrjaðu álopini at ganga báðar vegir. Og brádliga, so kom eisini málið, sum mundi seta alt vestar skýlið í kók. Í fyrstu atløgu varð talan um eitt av vandamiklu inn- køstunum, sum Pætur Dam Jacobsen tveitti inn í HB- brotsteigin. Hornaspark spurdist burturúr, og tá hetta varð sent aftur móti handara stólpa, slapp bólturin at ferðast fram við alt og øllum til heysi á Arnhold Berg, sum stútaði í kasan. HB'arnir tóktist skelkaðir. Sannførandi avrikið, sum var at síggja fyrsta korterið, var nú púrasta burtur. Mest sum hvørja ferð Skála vann bóltin, settu teir ferð á upp gjøgnum borðini, og tó at opnu møguleikarnir ikki komu, so lág hóttanin um enn eitt mál í luftini. Og á hálva tímanum kom hetta eisini. Hanus Thor- leifsson dróg móti brots- teiginum, tá hann varð feldur. Frísparkið var í góð- ari støðu, men kanska hevði Bárður Johannesen bjargað skotinum frá Nenad, var tað ikki fyri múrin. Her varð bólturin avrættaður, og so var HB-málverjin full- komuliga seldur. HB var aftan fyri 2-0 í egnari holu, og fyrstu stigini hjá Skála í Gundadali móti HB tóktust av álvara at vera í eygsjón. Skjótt aftursvar Tað var tó skjótt, at HB svaraði aftur. Skála-verjan snorksvav, tá bólturin fór út til innkast. Heldur enn at fara eftir bóltinum, sum fór útav, fingu teir hjá HB bólt- drengin at geva sær ein nýggjan, soleiðis at inn- kastið kundi takast skjótt. Rókur dróg framvið sov- andi verjuni, og tá hann legði flatt út frá kundi Rúni Nolsøe við eini harðari inn- síðu skjóta HB upp á 1-2. Sálarliga eitt sera gott tíðspunkt hjá HB at skora uppá, men tað gjørdist tó ikki talan um nógv meira enn hóttanina við hesum. Tannleyst trýst Tí veruleikin tóktist vera, at meistararnir vóru ov skelk- aðir til veruliga at koma ígognd aftur. Hóast tað enn var heilur tími eftir at spæla, so fingu teir ongan- tíð vanliga spælið ígongd aftur. Heldur varð stútt og støðugt roynt við longum bóltum niðaneftir. Bóltar, sum í stóran mun vóru sera truplir hjá áleyparunum at arbeiða við, ella sum Skála- verjan fekk ruddað burtur. Og sama myndin helt sær eftir steðgin. Sera einstátt- að royndi HB seg longum bóltum niðan. Og tó at tað var um reppið at geva úrslit, tá Hans á Lag stútaði á stólpan, so var tað sera fá- tæksligt, sum kom burturúr hesum. Skála hevði í sín lut okkurt upptrekk til kontra- møguleikar, men mest sum hvørja ferð var seinasta sendingin óneyv, og so spurdist heldur einki burtur- úr tann vegin. Teir vóru ann- ars nær við, tá Kári Nielsen í brotsteigarhorninum sóp- aði beinini undan Hanusi Thorleifsson, men hóast væl staddi linjuverjin hevði flaggið á lofti, so lat dóm- arin spælið koyra víðari. Og seinasta korterið gjørdist alt meira greitt, at her hugsaði Skála bara um at verja leiðsluna. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá teir við hornasparki móti endanum bara høvdu tríggjar mans frammi. Tí gjørdist talan sjáldan um tað vakra fótbóltsspælið móti endanum, men enda- málið varð tó rokkið. Skála togaði seg til ein sera týð- andi sigur, sum fyrst og fremst syrgdi fyri, at teir aftur komu veruliga inn í oddastríðið. Men hartil mundi hesin eisini við sjey- tumma seymi sláa fast, at talan veruliga er um eitt lið, sum roknast skal við. HB-Skála 1-2 (1-2): Stigini skolaðu úr Gundadali Eftir málini hjá Skála varð talan fyri tað nógva um eitt tannleyst HB-trýst, har bóltarnir ferð eftir ferð vórðu lossaðir niðan móti Skála-verjuni Mynd: Álvur Haraldsen »Sum dysturin leið, og Skála spældi klókt og sjálvandi drálaðu, tá teir kundu, so gjørdist alsamt týðilgari, at HB hevði onga plan B, men bara eina plan P(anikk)!« www.hb.fo ” »Móti endanum sá út, sum høvdu havnarmenn sett tjøld upp í okkara brotsteigi, men tíbetur kláraði verjan at standa ímóti trýstinum.« www.skalaif.fo ” HB-Skála 1-2 (1-2) 0-1: Arnhold Berg, 19. 0-2: Nenad Stankovic, 31. 1-2: Rúni Nolsøe, 32. Dómari: Páll Augustinussen. Ikki serliga sannførandi HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen (Svend F. Jacobsen, 83.), Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Tór-Ingar Akselsen (Bárður Mortansson, 56. (Heine Fernandez, 81.) - Rókur Jespersen, Hans á Lag GK: Rúni Nolsøe, 30., Hans á Lag, 56., Jákup á Borg, 70., Kári Nielsen, 72., Svend F. Jacobsen, 84. Skála: Vlada Filipovic - Pætur D. Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Arnhold Berg (Bárður Danielsen, 33.) - Bjarni Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen, Hanus Thorleifsson (Sveinur Justin- ussen, 86.) - Bogi Gregersen (Jenel C. Gorgonaru, 86.), Jónhard Frederiksberg GK: Vlada Filipovic, 90. FAKTA UM DYSTIN Ov nógv lossarí HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, var sjálvandi alt annað enn nøgdur um tap- ið fyri Skála. Men hann ásannaði samstundis, at HB-avrikið ikki hevði verið nóg gott. - Eg haldi vit byrja væl, men tá teir fáa tvey mál eftir deyðbóltsstøður, steðga vit púrasta upp. Men tit svara aftur alt fyri eitt. Átti tað ikki lyft tykkum nakað? - Tað skuldi mann trúð, men tað hendi bara ikki. Vit royna sjálvandi at fáa bóltin niðaneftir, men vit skapa alt ov lítið, og so fært tú ikki mál, helt hann. HB hevur nú tíggju dagar at koma fyri seg aft- ur, men í løtuni eftir tapið tóktist ikki, sum hevði liðskiparin orku at hugsa um hetta. - Nú mugu vit fyrst finna útav, hvussu nógv leikbann vit fingu í dag - har vóru helst nøkur. Men annars mugu vit so bara royna at koyra víðari og koma aftur sum skjótast, helt hann. Og so kunnu vit hósk- andi leggja afturat, at leikbannini nú ikki vórðu so nógv kortini. Jákup á Borg rakti sínum fimta korti, og hann er tí ikki við næstu ferð. Men í aðrar mátar skuldu allir verið tøkir. -jm Var lagið í skiftisrúminum hjá HB ringt, so var tað í toppi hjá Skála. Sigurs- sangirnir mundu runga um hálvan Gundadal, og sum vera man, so var lið- skiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen, ovurfegin um tey trý stigini. Trý stig, sum ikki minst komu til høldar takkað verið einum framúrskarandi miðvall- aravriki frá Paula sjálvum og Nenad Stankovic. Ein miðvøllur, sum kanska í løtuni má metast sum tann sterkasti í landinum. - Hetta er jú fyrstu ferð, at vit vinna útidyst á HB, so sjálvandi eru vit fegnir, helt Pauli G. Hansen. - Fyrstu løtuna vóru vit annars hart trýstir, men sum dysturin leið, so komu vit alt meira við. Og tá vit so eisini skora, so gevur tað sjálvandi okkum enn betri fortreytir. Kendu tit tykkum kroyst- ar í seinna hálvleiki? - Teir spæla nógvar luft- bóltar niðan, og tá teir eru sterkir í høvdinum, so stressar tað okkum sjálv- andi nakað. Eg haldi tó, at vit fyri tað nógva standa væl, og tíbetur eydnaðist tað so at halda leiðsluni allan dystin. Tað er einki dulsmál, at Skála í løtuni hevur strævna skrá. Longu hós- dagin varð kósin sett móti Finnlandi, har teir skulu spæla Inter-Toto. Møði er kanska ikki tað, sum hugsað verður um beint eftir ein vunnan oddadyst, men Pauli ásannaði tó, at teir nú gleða seg til fáa eina vanliga skrá aftur. - Hetta hevur í øllum førum verið strævið. Venj- ingarnar hava verið sera fáar, og einamest hevur talan bara verið um hvíld og dystir. So tað verður kanska ikki so galið, tá skráin aftur fer at líkjast sær sjálvari, helt hann. Strævið men stuttligt