leygardagur 25. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 119 - 25. juni 2005
Garðsbúðin...
altíð ein vitjan verd...
SUMMARFESTIVALUR
tíðindaskriv
Føroya bestu poppkompon-
istar fara at spæla saman á
Summar Festivalinum. Á
skránni hava teir dygdar-
gott handverk, poleraðan
poppmusikk og ein tóna-
hamara, sum rakar seymin
beint á høvdið
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen teljast millum
bestu poppkomponistarnar,
sum føroyingar eiga. Teir
hava skrivað sangir til sín
sjálvs og bólkar sum Frænd-
ur, Føstufressar og Moirae,
og eftir teir liggja perlur
sum Mítt Land, Eros, Flýggi
til tónleikin, 80'ini og nógv-
ir aðrir framúr góðir sangir.
Fyri nøkrum árum síðani
spældu Eyðun og Terji
nógv saman, men seinnu
árini hava teir hildið hvør
sína lið sum tónleikarar. Nú
verður aftur møguleiki at
hoyra teir spæla saman, tí á
Summar Festivalinum fara
teir á pallin í góða, gamla
lagnum – sum Eyðun og
Terji.
Bæði Eyðun Nolsøe og
Terji Rasmussen vóru við í
Prix Føroyum fyrr í ár, og
har endaðu teir í miðdepl-
inum í einum kjaki um list-
arligt
úttrykk
mótvegis
handverkið. Handverkið hjá
teimum er í topp, og teirra
listaraliga úttrykk er nakað
av tí besta og mest serstaka
sum føroyingar eiga. Teir
eru Eyðun Nolsøe og Terji
Ramussen og eingin annar.
Eyðun & Terji raka seymin á
høvdið á Summar Festivalinum