Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2005 5 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fjør mælti fiskidaga- nevndin til óbroytt fiski- dagatal á landgrunnin- um, men eina 10% minking í dagatalinum á Føroyabanka. Somu- leiðis mælti nevndin til, at Bankin verður frið- aður í gýtingartíðini. Javnvág Uppgávan hjá fiskidaga- nevndini, sum hesaferð hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minni- luta, er at finna eina javnvág millum tað, sum fiskifrøðingarnir siga og tað, sum vinnan heldur um fiskastovnarnar. Fiskifrøðingar eru samdir um, at veiði- trýstið er ov stórt í mun til gýtingarstovnarnar. TILMÆLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tilmælið frá Fiskirann- sóknarstovuni um tosk, hýsu og upsa fyri fiskiárið 2005/2006 er hetta: 1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðar- bátum við línu og snellu og lemmatrol- arum við maskinorku undir 500 hk (Bólkur 3, 4 og 5) í 2005/2006 verður minkað við 30%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%. 2. At serliga toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir 500 hk (Bólkur 1) verður tikin av. 3. At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiárinum 2005/ 2006 verður minkað við 15%, og í fiski- árinum 2006/2007 við øðrum 10 %. 4. At dagatalið á Føroya- banka verður minkað niður á árliga støðið í 1996-2002. 5. At serligu gýtingar- friðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føryabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram Meirilutin í fiskidaga- nevndini mælir í høvuðsheitum til at hækka dagatalið hjá partrolarum og trol- bátum 10% - og at lækka dagatalið hjá skipum og bátum, sum fiska við húki, 10%, vinnuligu út- róðrarmenninir í bólki 5 tó undan- tiknir. Minnilutin í fiskidaganevndini mælir til óbroytt dagatal fyri komandi fiskiár TILMÆLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskidagarnir hjá húkavinn- uni skulu skerjast, meðan dagarnir hjá trolvinnuni skulu økjast. Hetta er í høvuðsheitum niðurstøðan hjá meirilutan- um í fiskidaganevndini, sum í vikuni handaði lands- stýrismanninum í fiski- vinnumálum, Bjørn Kalsø, sítt tilmæli – eina viku eftir, at Fiskirannsóknarstovan kom við sínum tilmæli um fiskidagar. Herta Olsen er skrivari í fiskidaganevndini. - Høvuðstilmælini hjá meirilutanum eru, at daga- talið hjá skipum og bátum, sum fiska við húki í bólk- unum, 3, 4 og 5, skal skerj- ast við 10%, meðan daga- talið hjá partrolarum í bólki 2 og trolbátum í bólki 4 skal økjast við 10%. Hon leggur aftrat, at til- mælta skerjingin av húka- veiðini tó ikki skal ganga útyvir dagarnar hjá vinnu- ligu útróðrarmonnunum í bólki 5. - Mælt verður til, at samlaða dagatalið í bólki 5 verður skert, men ikki hjá teimum sum reka vinnu- ligan útróður, sigur Herta Olsen. Minnilutin í fiskidaga- nevndini mælir til óbroytt fiskidagatal og vísir í høvuðsheitum á, at fiski- dagaskipanin er ein sjálvregulerandi skipan. Í fiskidaganevndini er Óli Samró formaður. Hinir nevndarlimirnir eru; Bjarni Kass, sum umboðar par- trolararnar, Dánjal J. Vilhelm fyri línuskipini, Jens J. Olsen fyri trolbát- arnar og Auðunn Konráðs- son, sum umboðar útróð- rarmenninar. Fyri hvønn av nevndar- limunum er ein eykalimur. Í minnilutanum eru Dánjal J. Vilhelm og Auð- unn Konráðsson. Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á tilmælinum hjá fiskidaganevndini, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Endamálið at finna eina javnvág VINABÝARSTEVNA Vilmund Jacobsen Í vikuskiftinum verður Norrøna Felagið í Leirvík vertur fyri stórari vinabýar- stevnu, har eini 100 fólk fara at luttaka. Hetta er ein stevna, ið vinabýirnir, sum Leirvík hevur í Norður- londum, skiftast um at hava – og í ár er tað so Leirvík, sum er vertur fyri stevnuni og mongu stevnugestunum. Norðurlendski floytu- bólkurin, Nordanvind (mynd), sum er við á stevn- uni, fer at hava tríggjar konsertir; í Leirvíkar kirkju fríggjakvøldið 24. juni klokkan 20, í kirkjuni í Mikladali leygardagin 25. juni kl. 14 og í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið 26. juni kl. 21. Stór norðurlendsk innrás í Leirvík Floytubólkurin, Nordanvind, fer at hava tríggjar konsertir á vitjanini í Føroyum Herfyri segði Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sum umboðar Fiskirannsóknarstovuna í ICES, at gýtingarstovnurin á toski er rættiliga lítil – og næstan líka so lítil, sum hann var, áðrenn toskastovnurin "koksaði" fyrst í nítiárunum Fiskifrøðingar mæla til stórar skerjingar Húkurin skerjast – men ikki trolvinnan