Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 119 - 25. juni 2005 Næsta summar savnast 250 ung úr øllum Norðurlondum í Føroyum á Ung- dómslistastevnu. Í næstum verður farið undir at finna fram til, hvørjir ungdómar skulu umboða Føroyar á stevnuni UNG I NORDEN 2006 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í juni mánað næsta ár verður sonn innrás av norðurlendskum ungdóm- um í Føroyum. Tá verða Føroyar nevniliga vertur fyri afturvendandi Ung- dómslistastevnuni, "Ung i Norden", hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum. Ungdómsmentan Í eina heila viku fara 250 ung í aldrinum 14 til 18 ár at arbeiða saman listarliga, taka lut á ymsum verksmiðjum, umframt at tey fara at hava fram- sýningar. Í fyrstu atløgu verða tey ungu býtt upp í tríggjar høvuðsbólkar, ið fyrst hev- ur til endamál at geva teim- um møguleika at koma at kenna hvønn annan betri, samstundis sum tey arbeiða saman um eina listarliga verkætlan. Eisini skulu tey í smærri bólkum velja seg inn á eina av fimm lista- greinum, sum tey arbeiða við á verksmiðjum. Á verk- smiðjunum fáa tey veg- leiðing frá einum yrkis- listafólki, sum hevur til uppgávu at lofta hugskot- unum hjá teimum ungu og vegleiða tey soleiðis, at arbeiðið kann enda við eini framsýning. Tað eru tey ungu sjálvi sum gera av, hvørjum tey arbeiða við, men onkusvegna skal verkætlanin umboða teirra egnu ungdómsmentan. Sjálvar verksmiðjurnar verða hildnar á Føroya Læraraskúla, meðan stóra endaliga framførslan verð- ur í Norðurlandahúsinum 2. juli 2006. Í næstum fer MáF og FUR at koma við uppskoti um, hvssu tey ungu, sum skulu umboða Føroyar á stevnuni, skullu veljast út. Í øllum førum er tað umráðandi, at stýrisbólkur- in kann tryggja sær, at lut- takarnir eru sinnað at arbeiða hart og seriøst hesar dagarnar fram móti endaligu framførsluni, sig- ur Hedvig Westerlund- Kapnas, verkætlanarleiðari. Dyggan stuðul Norðurlendska Ungdóms- listastevnan,"Ung i Norden" er størsta aftur- vendandi ungdómstiltakið hjá Norðurlanda Ráðharra- ráðnum. Stevnan varð hild- in fyrstu ferð í Norra í 1997. Síðani hevur hon verið í Finlandi í 1999, í Svøríki 2001 og í Danmark síðsta ár. Nú Føroyar skulu vera vertur fyri stevnuni í 2006, hevur føroyski stýris- bólkurin júst havt fund við norðurlendsku umboðini, har uppskotið til, hvussu stevnan skal skipast Føroy- um, varð góðkent. Hedvig Westerlund-Kapnas sigur, at norðurlendsku umboðini fegnaðust um tann dygga stuðulin, stevnan fær frá bæði býráðum og ymsum stovnum í Føroyum. Fyriskiparar av Ung- dómslistastevnuni í Før- oyum 2006 eru Norður- landahúsið í samstarvi við Tórshavnar býráð, Megin- felag Áhugaleikara Føroya og Føroya Ungdómsráð Á Ungdómslistastevnuni geva tey ungu sjálvi sítt boð uppá eina norðurlendska ungdómsmentan Føroyar vertur fyri Ung i Norden 2006