leygardagur 25. juni 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
7
Síðan Føroya Bjór fór
at framleiða Sisu,
fyrrverandi flagg-
skipið hjá Restorff,
hevur sølan kring
landið eydnast stak
væl
SODAVATN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
- Tað hevur riggað stak væl.
Sisu er eitt gott merki, sum
vit eru fegnir um at hava
fingið í okkara bryggjarí,
sigur Heini Waag frá Før-
oya Bjór, sum sigur seg
vera sera væl nøgdan við
úrslitið higartil.
Føroya Bjór tók yvir frá
k a p p i n g a r n e y t a n u m
Restorff, ið ikki helt seg til
at bryggja Sisu longur, fyri
góðum tveimum mánaðum
síðani.
- Enn er so stutt fráliðið,
og vit hava í veruleikanum
bert selt Sisu við fullari
megi í ein mánað, men tað
hevur selt væl kring landið,
sigur Heini Waag.
Tað er ein sannroynd, at
Sisu altíð hevur selt mest í
Havn, har drykkurin eisini
varð bryggjaður áður. Men
nú Føroya Bjór eigur
merkið, er Sisu meira
útbreitt kring landið.
- Vit eru spentir uppá
gongdina. Sølan var dal-
andi, áðrenn vit tóku yvir,
men vit hava satsað eitt
sindur uppá Sisu, og vit
gera nógv fyri at føra tað
fram, sigur Heini Waag.
Føroyar Bjór fer eftir
ætlan at framleiða onnur
merkir, sum Restorff fyrr
átti. Eitt nú liggur tað í
kortunum, at peru-sodavatn
skjótt verður framleitt.
Býráðið í spanderibuksunum
Tórshavnar Býráð
játtaði og markaði
hóskvøldið ikki færri
enn 138 milliónir til
íløgur. Størstu postar-
nir eru ellisheim fyri
28 milliónir og Ytri
Ringvegur fer við 21
milliónum
ÍLØGUR
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Býráðsfundurin hóskvøldið
var drúgvur, og bunkin av
málum var stórur. Tá
býráðslimirnir fóru til hús,
høvdu tey játtað og markað
ikki færri enn 138 milliónir
krónur. Pengarnir fara tó
ikki av kassanum beint her
og nú, men talan er um
íløgur, ið fevna um 2-3 ára
ætlanir.
Umframt tær 138 milli-
ónirnar, sum nú eru játtaðar
og markaðar, liggja 93
milliónir av játtaðum íløg-
um, sum undanfarna býráð
ikki framdi í verki.
Tey stóru málini
Størsti
posturin
hetta
kvøldið var uppskotið um
eitt nýtt røktarheim við
Hoyvíkstjørn. Býráðið góð-
kendi hóskvøldið kostnað-
armetingina áljóðandi góð-
ar 28 milliónir krónur, og
arbeiðið verður boðið út í
næstum. Røktarheimið fer
at hava 24 búðpláss.
Umframt hesa ítøkiligu
ætlanina hevur býráðið eis-
ini keypt eitt øki á 18.000
fermetrar við Boðanes úti
við Strond. Økið liggur
beint niðanfyri Lágargarð,
og økið er avsett til útbygg-
inar á eldraøkinum.
- Bráfeingis-tørvurin er
stórur, og vit kunnu ikki
sita hendur í favn. Hetta er
eitt landsmál, men einki
hendir, sigur Heðin Mort-
ensen, borgarstjóri.
Hóast eldraøkið framveg-
is er eitt økið hjá landsstýr-
inum, er býráðið farið í
gongd við stórar útbygg-
ingar á økinum. Eldrasam-
býlið í Vallalíð letur skjótt
upp, og tað fer at betra
munandi um støðuna. Tað
er tó framvegis landið, sum
rindar raksturin fyri heim-
ini.
Umframt at byggja nýtt
hevur
býráðið
samtykt
pening at gera eina kanning
av tørvinum á eldraøkinum.
Hendan kanningin skal
vera grundarlag undir kom-
andi útbyggingum á eldra-
økinum.
Ytri Ringvegur
Vegakervið í høvuðsstaðn-
um verður eisin útbygt í
næstum. 21 milliónir eru
samtyktar til Ytra Ringveg,
sum fer at binda teir ovaru
býarpartarnar í hoyvíks-
haganum saman.
Landsverk fer at gera ein
part av arbeiðnum, men
kommunan er longu farin í
gongd. Harumframt verður
eisini farið í gongd við
Glyvursveg, sum skal betra
um ferðsluviðurskiftini hjá
argjafólki. Nýggjur vegur
skal gerast frá Hamaranum
á Argjum og bindast í ring-
vegin omanfyri kirkjugarð-
in. Arbeiðið er mett at kosta
8 milliónir.
Stórar útbyggingar á
ítróttarøkinum
Býráðið hevur eisini gjørt
eina langtíðar fíggjarætlan,
og her verður ítróttar- og
frítíðarøkið raðfest høgt.
Fyri árið 2005 eru avsett-
ar 2,6 milliónir, í 2006 eru
avsettar 8 milliónir, og í
2007 og 2008 ætlar býráðið
at nýta 16 milliónir hvørt
árið.
Hesir pengarnir fara fyrst
og fremst til rennibreyt og
til tríggjar nýggjar ítróttar-
hallir til fimleikafeløgini í
Havn.
Heðin Mortensen og
starvsfelagarnir í Tórshavnar
Kommunu samtyktu
hóskvøldið íløgur fyri
tilsamans 138 milliónir
krónur
Sisu á fremmandum hondum:
Havnavatn
riggar væl í
Klaksvík
Sisu hjá Føroya Bjór selur væl, og
bryggjaríið er væl nøgt við søluna higartil
Býráðið í Havn
hevur prosjekterað
og játtað pening til
eina rennibreyt í
Havn. Hon verður
væntandi klár um
hálvtannað ár
RENNIBREYT
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur bý-
ráðið sett pening av til
eina rennibreyt í høvuðs-
staðnum, og higartil eru 5
milliónir tøkar til pro-
sjektið.
Samlaða ætlanin kostar
18 milliónir, men býráðið
hevur fyri fyrst sett 9
milliónir av til ætlanina.
Breytin fer at liggja
millum Shell-støðina á
Hálsi og Termovirkið.
Talan er um eina renni-
breyt við átta geirum, og
eftir ætlan verður breytin
klár at taka í nýtslu í
oktober 2006.
Rennibreytin klár
um hálvtannað ár
Keldan er also í Skálabotni
RÆTTING
Stefan í Skorini
Í samrøðu við Russ Taff í fríggjadagsblaðnum stóð
skrivað, at konsertin fríggjakvøldið var í Kelduni í
Skálavík. Um nakar ivast, so liggur Keldan also í
Skálabotni í Eysturoynni og ikki í Skálavík á
Sandoynni. So skuldi tað verið komið uppá pláss.
Vónandi finna fólk fram til rætta stað hóast alt.