Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 119 - 25. juni 2005 Endiliga kom Kikki Navnframi svenski sangfuglurin Kikki Danielsson skal um vikuskiftið spæla á MjúS. Kikki Danielsson er kend fyri millum annað countrytónleik og dansi- tónleik. Eitt tað kendasta lagið hjá Kikki er "Bra vibrationer." Hon hevur luttikið í svenska Grand Prixnum átta ferðir og vunnið kappingina tvær ferðir. Hetta var í 1982 og 1985. Kikki Danielsson kom til Føroyar hósdagin, og leygar- dagin skal hon framføra á Sandi. Hetta er fyrstu ferð Kikki vitjar í Føroyum. - Tað er ilt hjá mær at siga, hvørjum tónleiki føroyingar lurta eftir, men eg spæli sera blandaðan tónleik. Vit hava mill- um annað country og dansitón- leik á skránni, sigur Kikki Danielsson. Tey ringdu úr Føroyum og spurdu, um eg vildi syngja í Før- oyum her í summar. Fólk úr Føroyum hava ringt á hvørjum ári í nøkur ár, men ikki fyrrenn nú hevur tað ligið fyri, sigur Kikki, sum heldur, at tað er pent og gott at vera í Føroyum. Kikki Danielsson hevur kon- sertir alt árið runt. Bólkurin hjá Kikki spælir í miðal eina ferð vikuna. Aftaná Mjús gongur leiðin hjá Kikki til Riga, har hon eisini skal spæla. Tíðindafundur við AS Sweet og øðrum lut- takandi bólkum á Jóansøkufestivalinum var í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggja- morgunin. Manning- in í Sweet vildi sleppa til Suðuroyar sum skjótast og fór við Smyrli klokkan 10, so talan var um stuttan tíðindafund, sum tó var bæði góður og skemtiligur, tí Andy Scott og hinir í Sweet tóktust væl fyri og í góðum lag JÓANSØKUFESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Miðlahúsið í Vágsbotni var fríggjamorgunin karmur um tíðindafund við luttak- arum á jóansøkufestivalin- um. AS Sweet var sjálvsagt høvuðsnavn, men til staðar vóru eisini manning úr Makrel, The dreams og Paradox, ið eisini spæla á jóansøkufestivalinum. Manningin í AS Sweet var sera væl fyri og likatil og skemtaðu óført. Tíðin til tíðindafundin var sera av- markað, tí teir vildu til Suðuroyar sum skjótast. Andy Scott nýtir frítíð sína til at fiska í og tað ætlar hann at royna í Føroyum eisini. Í Suðuroynni sleppur hann at royna seg og vildi manningin í Sweet sum heild nýta tíðina í Føroyum í Suðuroynni, har teira jú fara á pall. Hugnaðu sær Útvarps- og sjónvarps- kvinnur møttu á tíðinda- fundinum og tað gjørdi ikki lagið verri á rockstjørn- unum, sum hugnaðu sær óført og t.d. fegnir vildu vita, hvørji løg TÆR ynsktu at hoyra, tá spurt var um, hvat teIr høvdu á skránni tónleikaliga. Greitt var, at teir høvdu einki ímóti at svara spurningum frá kvinnuligum tíðinda- fólki. Teir greiddu frá, at stóru hittini sjálvsagt verða at hoyra á jóansøkufestivalin- um, men at bólkurin eisini hevur nýtt tilfar og at bólk- urin í dag er sera virkin bólkur, sum eisini sæst á heimasíðuni hjá bólkinum, har ferðaætlan teirra í ár sæst. Spurt var um ymiskt á fundinum, m.a. um storu árini í sjeytiárunum, um lívið sum tónleikari, um árini eftir at Brian Connoly fór úr bólkinum, um AS Sweet í dag. Andy Scott er oddafiskur í Sweet og var eisini guitarleikari stóru árini. Harav kemur navnið AS Sweet: Andy Scott's Sweet. Í góðveðrinum í Vágs- botni varð skipað fyri myndatøku av stóra sjeyti- árabólkinum, har eisini hinir bólkarnir á tíðinda- fundinum vóru við. The Dreams og Makrel klára seg væl í kappingun- um á MTV, sum teir eru við í. Makrel er í finaluni og The Dreams hava fingið munnkurv. Eins og Para- dox, so gleða teir eg til at sleppa til Suðuroyar at spæla á Jóansøkufestivalin- um. Paradox hevur nýtt tilfar á skranni. Makrel havur okkurt nýtt tilfar at bjóða og The dreams hava nýtt tilfar, men sum teir taka tóku til á tíðindafundinum, so hava so fáir føroyingar hoyrt bólkin, at alt tilfarið er nýtt í føroysku oyrunum. Avslappaðu, sjarmerandi og fegnu limirnir í Sweet livdu upp til navnið; søtir og fyrikomandi. Teir fóru til Suðuroyar klokkan 10 at njóta náttúruna og góða veðrið og at fyrireika seg til stóru konsertina á jóan- søkufestivalinum, har eisini Nylon úr Íslandi og Makrel, The Dreams, DejaVu, Guðrun, Eyðun Nolsøe, Brandur og onnur fara á pallin. Sweet: Søtir, skemtiligir og sjarmerandi Limirnir í Sweet vóru heilt greitt fegnir um at kvinnulig tíðindafólk vóru á tíðinda- fundinum. Teir søgdu seg annars ongantíð hava sæð so nógv vøkur konufólk á hvørj- um fermeturi sum í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Manningarnar í Sweet, Makrel, The Dreams og Paradox avmyndaðar uttan fyri Miðlahúsið eftir tíðindafundin fríggjamorgunin. Í kvøld teir á Jóansøkufestivalinum Mynd: Jens Kristian Vang