leygardagur 25. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
9
Fyrr í hesum mánað-
inum hevði Krúnborg
ein ordans roktúr, tá
ið skipið fiskaði 3220
tons av svartkjafti í
íslendskum sjógvi,
sum helst er størsta
last, sum nakað fiski-
skip nakrantíð hevur
landið í øllum heimin-
um. Skiparin á rok-
túrinum hjá Krúnborg
hevði ongantíð áður
roynt seg sum skipara,
men hóast hann kendi
stórt trýst á sær, livdi
hann upp til navnið
Eiler Jacobsen
ROKSKIPARI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
At kalla allir føroyingar
kennast við navnið Eiler
Jacobsen, og beinan vegin
hugsa tey flestu um rok-
skiparan og fiskiklógvina,
sum í mong ár hevur havt
stóran týdning fyri før-
oysku fiskivinnuna við bát-
um sínum, sum t.d. Krún-
borg, Norðborg, Háborg og
Sólborg. Men tað er ein
annar Eiler Jacobsen, nevn-
liga yngsti sonur navn-
frama reiðaran, og herfyri
skuldi hann royna seg sum
skipara á fyrsta sinni. Lítli
Eiler, sum fleiri rópa hann,
prógvaði so dyggiliga, at
hann er førur fyri at ganga í
fótasporunum hjá pápanum
og stórabeiggjanum Sám-
ali, tá ið hann eftir fáum
døgum setti nýtt veiðumet í
føroyska flotanum.
Altíð ynskt at føra
Krúnborg
Eiler Jacobsen, yngri, er 29
ára gamal, og tað eru bert
nøkur fá ár síðani, at hann
tók skiparaprógv á Føroya
Sjómansskúla. Síðani tá
hevur hann roynt sum 1. og
2. stýrimann umborð á
Krúnborg, og hann dylur
ikki fyri, at tað er júst
svartkjaftafiskiskapurin,
sum honum dámar best.
- Eg havi verið við
onkrum av hinum bátunum
hjá reiðarínum, men eg
trívist nógv best umborð á
Krúnborg, sigur Eiler Jac-
obsen, yngri.
Vanligani er tað elsti
beiggi Eiler, Sámal, ið førir
Krúnborgina, men tá ið
Sámal herfyri skuldi hava
ein frítúr, spurdi hann litla-
beiggjan, um hann hevði
hug at føra skipið næsta túr.
- Eg ivaðist ikki, men
segði ja beinanvegin. Eg
havi allatíðina ynskt at
sleppa at føra Krúnborg, og
nú slapp eg so at royna
meg. Vit fóru avstað 4. juni,
og vit vóru heima aftur tann
14. juni við 3.220 tonsum
av svartkjafti, greiðir Eiler
frá.
Hetta er størsta last, sum
Krúnborg nakrantíð hevur
fingið, og sum skilst er tað
einki annað fiskiskip í
heiminum, ið nakrantíð
hevur havt landað so stóran
fong.
Kendi eitt øgiligt trýst
Sjálvur visti lítli Eiler væl,
at hann hevði nógv at liva
upp til, og tað var ikki frítt,
at hann kendi eitt stórt trýst
á sær, tá ið Krúnborg loysti
frá bryggju við sær sum
skipara tann 4. juni.
- Eg vil siga, at tað ger
tað nógv verri, at bæði
babba og Sámal, bróðir,
sum var 28 ár, tá ið hann
gjørdist skipari, eru kendir
skiparar, og at babba er
tiltikin fiskiklógv. Av tí
sama blíva forvæntningar-
nir hjá øðrum til mín øgi-
ligir, um man fór at standa
sína roynd ella ikki. Av tí
sama var eg eitt sindur eyka
glaður, at tað gekk so gott
sum tað gjørdi, sigur Eiler.
- Tað gekk heldur einki
serligt fyrstu dagarnar á
túrinum, men so líðandi
batnaði fiskiskapurin, og
vit fingu meiri og meiri í
lastina. Tað var tó ikki fyrr
enn skipið var fylt upp und-
ir lúkurnar, at eg av álvara
kendi, hvussu stórt trýstið
hevði verið. Eg kendi tað
sum ein øgiligan lætta, at
skipið var fult. Tað gekk
eisini so ómetaliga væl í
allar mátar, og vit høvdu
ungar trupulleikar av nøkr-
um slag á túrinum, sigur
ungi rokskiparin.
Somuleiðis minnist Eiler
aftur á fyrstu ferð, ið hann
var til skips sum dekkari
umborð á rækjutrolaranum
Sólborg.
- Eg minnist væl, at eg
kendi tað sum eitt øgiligt
trýst, tá ið vit fóru, tí fleiri
av hinum umborð hugsaðu
ivaleyst, at hann er sonurin
reiðaran, so hann dugir
sikkurt alt, og tað føldi eg
sum eitt trýst, sigur ungi
rokskiparin.
Eiler hevur, eftir at rok-
túrurin var liðugur, eisini
merkt, hvussu stórur áhugi
er fyri fiskiskapinum.
- Tað eru ótrúliga nógv
fólk, sum eru komin yvir til
mín og ynskt mær tillukku,
og fleiri hava eisini ringt.
Eisini haldi eg, at manning-
in, sum var við hendan
túrin, var øgiliga glað mína
vegna, sigur Eiler.
Fíggjarliga hilnaðist túr-
urin eisini væl, og mann-
ingarparturin var góðar
30.000 krónur fyri teir
tíggju dagarnar.
Ongantíð kent seg
noyddan at fara
sjóvegin
Hóast bæði pápin og elsti
beiggin báðir eru skiparar,
so hevur lítli Eiler ongantíð
kent seg noyddan at velja
sjóvegin.
- Tað hevur altíð staðið
okkum frítt at velja tað
yrki, ið vit hava havt hug
til. Eg ivaðist eisini sjálvur.
Eg havi eisini tikið HF-
prógv og umhugsaði eitt
skifti, um eg skuldi fara at
læra til grannskoðara. Men
eftir lokið HF-prógv var eg
við Krúnborg í nakrar mán-
aðar, og tá fekk eg endaliga
gjørt av við meg sjálvan, at
tað var sjógvurin, ið dróg
meg mest, sigur reiðarason-
urin, ið gjørdist rokskipari
á fyrsta túrinum.
Pápi hansara, Eiler Jac-
obsen, eldri, leggur afturat,
at hann og konan(Beinta
blðm) altíð hava lagt stóran
dent á, at synirnir sjálvir
skuldu gera av, hvat teir
vildu fáast við sum vaksnir.
Sámal og lítli Eiler valdu
sjóvegin, men miðlingurin,
Petur, arbeiðir á landi, hó-
ast hann eisini hevur roynt
lívið á sjónum. Tó arbeiðir
Petur innan fiskivinnuna,
og eitt skifti arbeiddi hann
á skrivstovuni hjá reiðar-
ínum.
Eiler Jacobsen, eldri, sig-
ur tó, at hvørki hann ella
Beinta nakrantíð hava sett
fót fyri, at dreingirnir
skuldu royna seg á sjónum.
Foreldrini vildu ikki
órógva
Vanligani plagar Eiler Jac-
obsen, eldri at ringja til øll
skipini hjá reiðarínum við
jøvnum millumbili, tá ið
tey eru úti, men hendan túr-
in, ið lítli Eiler førdi Krún-
borg, var ógvuliga smáligt
við samskiftinum millum
reiðarí og skip.
- Vit vóru so ómetaliga
spent at frætta, hvussu tað
fór at ganga hjá honum,
men vit vildu ikki órógva.
Av tí sama ringdu vit ikki
umborð, tí Eiler skuldi hava
frið, sigur uppilagsti rok-
skiparin.
- Eg skilti einki av tí
heila, og tað endaði eisini
við, at tað var eg, sum
ringdi heim fyri at fortelja,
hvussu tað gekk, sigur lítli
Eiler.
Tá ið foreldrini frættu,
hvussu tað gekk við fiski-
skapinum, og at Eiler førdi
eina fulllastaða Krúnborg
til lands, vóru foreldrini
ikki sørt erpin.
- Tú kanst ætla, at vit
vóru glað, tá ið vit hoyrdu,
hvussu góðan túr, ið teir
høvdu gjørt. Eg haldi, at
hatta var einastandandi væl
klárað av honum, sigur Eil-
er Jacobsen, eldri, sum er
sjónliga stoltur av yngsta
soninum.
Næsti rokskiparin
ávegis
Í løtuni hevur lítli Eiler
frítúr, men hann ætlar sær
avstað aftur í næstum, men
um tað verður sum skipari
ella sum stýrimaður, veit
hann ikki at siga.
- Eg eri klárur, um eg
skal royna meg sum skipara
aftur, men eg havi heldur
einki ímóti at verða stýri-
maður, sigur Eiler.
Ungi rokskiparin ætlar
sær tó at verða í landi frá
august mánað og nakað út á
heysti, tí í septembur mán-
að er kona hansara, Sirikit,
sett at eiga teirra fyrsta
barn, so næsti rokskiparin
er møguliga ávegis.
Prátið við tey bæði ættar-
liðini av rokskiparum, feðg-
arnar báðar Eiler og Eiler
Jacobsen, er komið at enda,
men ivaleyst fara vit í
framtíðini framvegis hoyra
nógv til navnið Eiler Jacob-
sen.
- Trýstið var øgiligt
Fegarnir báðir, Eiler og Eiler
Jacobsen, í heiminum við
Marknagilsvegin. Eiler,
eldri, er ógvuliga errin av
roktúrinum hjá yngsta
soninum.
Mynd: Álvur Haraldsen
29 ára gamli Eiler Jacobsen
førdi í farnu viku Krúnborg
til lands við 3.220 tonsum av
svartkjafti, sum er størsta
last, ið nakrantíð er landað í
heiminum. Túrurin var
samstundis fyrsta royndin
hjá Eiler sum skipara.
Mynd: Álvur Haraldsen