leygardagur 25. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 119 - 25. juni 2005
Leygardagin verður triðja summarstevnan
hildin, tá tvørafólk eru vertir fyri jóansøkuni.
Verður sæð burtur frá nøkrum heldur tjúkkum
mjørkaflókum, so tykjast veðurgudar okkara nú
eisini at vera farnir í parti við summar-
stevnunum.
Pisur úr øllum landinum kunnu helst roknast
við at leggja leiðina suður, soleiðis at tey á
henda
hátt
kunnu
hátíðarhalda
tann
marknasteinin, sum tey nú eru farin um. Langt
í frá nakrari endastøð, men eitt stórt fet á
leiðini. Og sum búmerkið hjá Studentar-
skúlanum í Hoydølum boðar frá, so er hetta
tekin um, at lomvigapisan nú er um at koma
undan vaksna fuglinum. Eitt tekin um, at hon er
floygd, men at framvegis er nógv eftir at læra.
Umframt at ítrótturin eigur sín stóra náttúrliga
part
av
summarstevnunum,
so
hevur
tónleikurin hesi seinnu árini eisini fingið alt
størri innivist. Saman við tí besta av tí, sum
føroyskur tónleikur hevur at bjóða, koma
útlendsk nøvn í hópatali til Føroya, og tað er at
fegnast um tað menning, sum føroyska
tónleikaheiminum hevur verið fyri. Ikki minst
takkað verið teirri inspiratión, sum útlendsku
gestirnir geva.
Vónandi verður talan um ein bæði væl vitjaðan
og eydnaðan Jóansøkufestival, og tó at hetta
verður í einum slag av kapping við Mjús-
festivalin, so nýtist hetta ikki vera ein forðing
hjá hvørgum partinum.
Hóast partarnir á jóansøku og Mjús í summum
førum hava verið settir upp ímóti hvørjum
øðrum, so er at fegnast um, at sandoyingar við
hesum hava tikið stig til eitt somikið stórt tiltak
í einum øki, sum annars kann tykjast heldur
deydligt til tíðir. Seinnu árini hava t. d. prógvað,
hvussu stórt lív eitt stórt tiltak kann blása í øki.
Besta dømið um hetta er kanska G! í Gøtu, sum
upp á fá ár hevur ment seg til eitt tað størsta
mentanartiltakið í landinum.
Tí er at vóna, at sandoyingar hóast jóansøkuna
kunnu fáa eitt væl eydnað tiltak við nógvum
gestum, og at suðuroyingar hóast Mjús kunnu
hava eina frálíka jóansøku.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Summar, pisur og
tónleikur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Enn einaferð eydnaðist tað
tjóveldisfloksformanninum
at skapa »storm i et glas
vand«.
Hetta gjørdi hann við at
ákæra
hennara
Hátign
Margrethu Drotning fyri at
hava hildið eina politiskt
litaða røðu í Norðurlanda-
húsinum.
Tað má ásannast at verða
tað reina humbukk - og
bara ein máti hjá Høgna at
skapa forore um seg og
flokkin við - sera smart.
Tað sum er nógv størri
skomm er, at ávísir fjøl-
miðlar ferð eftir ferð loypa
á leistum, tá Høgni Hoydal
ger ein lítlan vørr ella
loppugleps og geva honum
frítt spæl í Degi og Viku í
dagavís.
Ein ávísur stjórnamála-
frøðingur verður eisini hál-
aður upp úr hattinum at
koma við sínum ævigt røttu
tjóveldisniðurstøðum
at
undirbyggja tann karrráða
politiska veruleikan.
Álvaratos SVF - tit
burdu verið eitt sindur
meira at tykkum komnir og
víst, um ikki annað so eitt
lítið sindur av professional-
ismu, soleiðis at allir vit
tvangsinnlagdu sjónvarps-
hyggjarar, sum hvørt ár
gjalda ein alt ov høgan prís
í sjónvarpsgjaldi fyri sum
oftast gomul tíðindi (sum
oftast verið bæði á DR,
BBC og CNN árðenn tit
koma við teimum) og fyri
at upprætthalda tykkum
sum arbeiðspláss, kundu
sitið uppafturá og gleðst
um gott fjølmiðlaarbeiði -
og bara eitt sindur av
objektiviteti.
Tíverri - enn einaferð
skulu vit standa modell til
enn eitt tjóveldisuppkast og
út av lagi vánaligt journa-
listikt arbeiði.
Anfinn Kallsberg segði
tað so sera rætt í tíðindun-
um, nevniliga at hetta er eitt
mál sum er avgreitt - bæði á
Føroya Løgtingi og Fólka-
tingi við stórum meiriluta -
tann politiski parturin er
harvið avsluttaður.
Vóru málini framvegis til
viðgerðar í báðum tingun-
um, so hevði tað kunna
kallast ein farri av politikki
- men málið er avgreitt, og
Margretha Drotning ásann-
aði bara fakta, - at tær
gjørdu
avtalurnar
við-
víkjandi yvirtøkulógini og
uttanríkisheimildunum
fremja samstarvið og geva
rúmar ræsur fyri Føroyar í
ríkisfelagskapinum.
Høgni sjálvur átti heldur
at virt demokratiið og har-
við tær við stórum meiri-
luta samtyktu lógirnar, og
ikki gjørt sær fyri skomm-
um bæði við at boykotta at-
kvøðugreiðsluna í tinginum
og síðan at fara til Dan-
markar á Fólkating at sláast
við Anfinn Kallsberg fyri
opnum skermi.
Grát mítt elskaða land
yvir slíkar menn, sum hava
alt oman hálsvølin, men
onki kunnu fremja í veru-
leikanum uttan øsing og
veruleikareingjan.
Høgni Hoydal og SVF eru heilt ótrúligir
Johan Petersen
Hóast tað skal meiri
enn vanlig mistonki-
liggering til, at síggja
nakað politisk í røð-
uni hjá drotningini í
Norðurlandahúsin-
um, hveppa tjóðveld-
isfólk seg ikki við at
skuldseta hana fyri
júst tað, tjóðveldis-
fólk nýta hvønn
givnan møguleika til
Drotningin loyvdi sær í
Norðurlandahúsinum
at
nevna nýliga viðtiknu yvir-
tøkulógina, eftir hvørjari
tað eru vit og bara vit
føroyingar, sum avgera, í
hvønn
mun
vit
vilja
yvirtaka
málsøkir
frá
donskum myndugleikum.
Henda
lóg
er
størsta
nýskipan
síðan
heima-
stýrislógina og ein veru-
leiki al tann tíð, hon bæði
er viðtikin á Løgtingi og á
Fólkatingi. Tí kann tað
neyvan sigast at verða
nakað politiskt í, at nevna
hesa lóg, sum nú er
galdandi.
Men Tjóðveldinum líkt
skuldseta teir drotningina
fyri at hava hildið eina
politiska røðu, og væl
hjálptir av útvarpi og
sjónvarpi hevur hetta, næst
eftir
sjálva
kongaligu
vitjanina, verið høvuðs-
tíðindini nú í fleiri dagar.
Tjóðveldið dregur
politikk uppí
hátíðarhald
Men júst tjóðveldisfólk
nýta hvønn givnan møgu-
leika at draga politikk og
helst partapolitikk upp í
hátíðarhald av ymiskum
slagi.
So seint sum í síðstu viku
hoyrdu
vit
tjóðveldis-
kvinnu, sum skuldi seta
bygdastevnu, í útvarpi siga
frá, at hon eisini ætlaði sær
at tosa um tjóðskaparlig
viðurskiftir.
Karin og Signar
Og hvør minnist ikki
skammiligu ólavsøkurøð-
una hjá Karini Kjølbro fyri
fimm árum síðani, har hon
á Tinghúsvøllinum ikki
kundi bara sær fyri at draga
fullveldismálið upp í røðu
sína?
Í flaggdagsrøðu síni í
Runavík í ár helt Signar á
Brúnni eina so politiska og
enntá so partapolitiska
røðu, at hann beinleiðis
greiddi frá atkvøðugreiðslu
á tingi við aðru og triðju
viðgerð
hjá
ávísum
mótstøðutingmanni.
Júst
Tjóðveldisflokkurin
dregur politikk upp í,
har hann ikki hoyrir
heima
Hetta bert fyri at nevna
nøkur fá dømi. So hvør, ið
bæði tíðliga og seint dregur
politikk upp í, har hann als
ikki hoyrir heima, er júst
Tjóðveldisflokkurin.
Tjóðveldið skuldsetir drotningina fyri júst
tað, teir eru serkønir í