Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2005 11 Bretski forsætis- ráðharrin hevur fingið vind í seglini, nú hann mælir til at umskipa ES, men fransmenn og týskarar ivast. ES Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teir flestu limirnir í ES- tinginum fagnaðu bretska forsætisráðharranum undir og eftir røðuna, sum hann helt har fyrradagin, og uttan fyri tinghúsið tykjast tey flestu vera á einum máli um, at enn eina ferð megnaði Tony Blair at fáa undirtøku fyri sínum hug- sjónum. Í røðuni mælti hann til, at ES verður umskipað, og at umskipannin skal byggja á nýhugsan. Høvuðsboðskap- ur hansara var, at samveldið eigur at brúka meiri pengar til gransking og útbúgving. Samstundis skal tann ovurstóri landbúnaðar- stuðulin skerjast, tí annars fer ES at tapa tann búskaparliga dystin við Kina og India, sum eru í stórari framgongd. Teir flestu ES-tinglimirnir fagnaðu bretska forsætis- ráðharranum aftan á røðu- na. Formaðurin í tí sosial- istiska tingbólkinum, Mart- in Schultz, segði, at teir evropeisku sosialistarnir eru í parti við Blair. Hann segði seg vera serliga fegnan um orðini hjá Blair at skerja landbúnaðarstuðulin. Formaðurin í tí liberal- demokratiska tingbólkin- um, Werner Hoyer, tók eisini undir við Tony Blair, og hann legði týska kans- laran, Gerhard Schröder, og franska forsetan, Jacques Chirac, undir at tálma búskaparvøkstrinum í Evropa, tí teir eru ímóti at skerja stuðulin til landbún- aðin. Chirav hevur givið Blair skyldina av, at ES er komið í kreppu, og franski evropa- ráðharrin hevur sagt, at Frakland fer at halda eitt vakið eyga við Blair, nú hann tekur við sum for- maður í samveldinum tann 1. juli. Kortini eru kreftir í Frak- landi, sum hava hug at nær- kast Blair og hansara sjón- armiðum. Blaðið Le Monde skrivaði í gjár, at tað slepst ikki undan at skerja stuðulin til landbún- aðin, sjálvt um Frakland er tað landið, sum fær mest burtur úr verandi skipan. Frakland fær næstan ein fjórðing av øllum land- búnaðarstuðlinum hjá ES. Blair í góðum byrði Tony Blair heldur røðu í ES- tinginum, har hann varð dúgliga fagnaður. Mynd: Reuters Ákæruvaldið í Svøríki hevur ákært tríggjar menn fyri at hava burturflutt handils- mannin Fabian Bengtsson í Göteborg fyrr í ár. Burturflyting Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tann 17. januar varð svenski handilsmaðurin Fabian Bengtsson burtur- fluttur, stutt eftir at hann var farin frá húsum á veg til arbeiðis í Göteborg. Nakrar dagar seinni fekk pápi hansara boð um at gjalda 50 milliónir svenskar krón- ur í loysigjaldi, og seytjan dagar seinni varð Fabian Bengtsson funnin á einum bonki í einari viðalund í Göteborg. Svenska løgreglan tók tríggjar menn. Ein teirra er ein 43 ára gamal fyrrver- andi hermaður av kroat- iskum uppruna, og løg- reglan heldur, at hann var høvuðsmaðurin aftan fyri burturflytingina. Hann hev- ur viðgingið, at hann var við til at burturflyta Fabian Bengtsson, og tað hevur ein 25 ára gamal maður av italskum uppruna eisini gjørt. Teir báðir hava eisini viðgingið, at teir smíðaðu ein kassa, sum tann burturflutti sat fangi í. Tann triði maðurin, sum er ákærdur í málinum, er 27 ára gamal, men løgreglan heldur ikki, at hann var uppi í sjálvari burturflyt- ingini. Ákærin vil vera við, at burturflytingin var væl fyriskipað, og at menninir høvdu fyrireikað seg væl, skrivar Aftonbladet. Tríggir menn ákærdir fyri burturflyting Lóg skal verja kvinnur Í India hevur stjórnin samtykt eina lóg, sum hevur til endamáls at forða fyri, at kvinnur verða illa viðfarnar heima við hús. Ágangurin ímóti kvinnunum í India hevur verið veksandi, og tann gamla lógin hevur ikki vart tær nóg væl. Eitt nú umfataði tann gamla lógin bara harðskap ímillum hjún, men tann nýggja umfatar eisini tey, sum hava búð saman, ella sum eru skyldfólk. Lógin tryggj- ar eisini illa viðfarnum kvinnum rætt til lækna- eftirlit og løgfrøðiliga hjálp umframt eitt trygt stað at búgva í. Tann nýggja lógin skal viðgerast í tjóðar- tinginum í næsta mánað, og roknað verður við, at ein stórur meiriluti har fer at taka undir við henni, skrivar NTB. Óttast ikki kapping Í Danmark hava fjøl- miðlar og fakfeløg gjørt nógv burtur úr vand- anum fyri, at handverk- arar úr teimum eystur- evropeisku londunum skulu taka arbeiðið frá teimum donsku hand- verkarunum, men nú vísir ein kanning, at teir donsku handverkararnir óttast ikki kappingina. Í einari spurnar- kanning, sum arbeiðs- gevarafelagið Dansk Byggeri hevur skipað fyri, siga bara 15 prosent av handverkarunum, at teir óttast kappingina úr Eysturevropa. Níggju prosent siga seg hava kent sviðan av kapp- ingini. Dansk Byggeri heldur svarið vera eina greiða ábending um, at fjølmiðlar og fakfeløg hava gjørt alt ov nógv burtur úr kappingini eystaneftir. Annars vísir kann- ingin, at handverkar- arnir í Danmark hava úr at gera í hesum døgum. Í nógvum førum noyðast fólk at bíða ein mánað, hava tey brúk fyri einum handverkara, og í pørt- um av landinum er bíði- tíðin tveir mánaðir. Krossfestu nunnu Í Rumenia eru ein munkur og fýra nunnur ákærd fyri at hava myrt eina 23 ára gamla nunnu við at krossfesta hana. Hon var kortini ikki negld, men bundin til krossin. Tann 23 ára gamla Maricia Irina Cornici doyði, eftir at hon hevði hingið á krossinum í tríggjar dagar uttan at fáa vátt ella turt. Løg- reglan fekk alt fyri eitt illgruna um, hvør hevði beint fyri henni, og eftir avhoyringar í ellivu tímar vórðu ein munkur og fýra nunnur tikin og sett í varðhald. Løgreg- lan sigur, at munkurin jarðaði sjálvur ta 23 ára gomlu nunnuna.Undir jarðarferðini segði hann, at hann hevði roynt at reka illar andar úr henni. Ortodoksa kirkjan í Rumenia hevur nú stongt kleystrið, sum munkurin og nunnurnar vóru í, og tey eru eisini koyrd úr kirkjuni fyri- bils, skrivar AP. Kleyst- rið er í býnum Vaslui har eysturi í Rumenia, og har vóru stórar krav- gongur mikudagin, har fólk kravdu, at tey fimm fáa harða revsing. Men tað vóru eisini tey, sum vildu vera við, at munk- urin og nunnurnar eru ósek. Opið slott Seinastu árini hevur norska kongshúsið valt at lata fólk sleppa inn á slottið í Oslo at hyggja seg um, og soleiðis verð- ur eisini í ár. Í ár eru hundrað ár, síðani norska kongs- veldið bleiv endurstovn- að, og í tí sambandi er ein serlig framsýning á slottinum, sum almenn- ingurin fær høvi at hyggja at. Umframt myndir og annað frá teimum seinastu hund- rað árunum er ymiskt, sum hevur samband við sjálva loysingina frá Svøríki í 1905. Slottið í Oslo er opið fyri almenninginum tær næstu sjey vikurnar, og roknað verður við, at umleið 30.000 fólk fara at nýta høvi at støkka inn á tað kongaliga gólvið, skrivar Aften- posten. Tey fáa kortini ikki høvi at heilsa upp á kongshjúnini, tí tey eru farin í summarfrí.