leygardagur 25. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
25 ár eftir at flokksmyndin
av 5. og 6. flokki í
Adventistaskúlanum
í
Havn var tikin í 1979,
høvdu næmingarnir sett
hvør
øðrum
stevnu
á
Føroya Sjómansskúla 26.
mars 2004.
Onkur var komin úr
Danmark, men tríggir av
næmingunum kundu ikki
møta. Saman við næming-
unum var fyrrverandi lær-
arin á Adventistaskúlanum
Effie Campbell. Hon hug-
leiddi um skúlaárini, og
hvussu hon mintist teir
einstaku næmingarnar.
Adventistaskúlin:
Floksfelagar
hittust
25 ár seinni
Fríggjadagin 24. juni bjóð-
aði Vinnudeildin hjá Før-
oya Tele til móttøku á mat-
stovuni Neptun í Klingruni
í Hoyvík í samband við at
tvey av starvsfólkunum,
Hans Juul Hammer í Havn
og Fríðálvur Bláhamar í
Vestmanna, høvdu arbeitt
hjá fyritøkuni í 25 ár.
Báðir byrjaðu teir á
gomlu telefonstøðini við
Tinghúsvegin. Teir vóru
settir í starv av Poul Havn,
kaðalmeistara. Arbeiðsfor-
menn vóru Hanni Jacobsen
og Ejler Eysturtún.
Hans Juul hevur arbeitt
sum montørur í Havnini øll
árini, bæði hjá privatum og
vinnukundum.
Fríðálvur
arbeiddi í Havn tey fyrstu
seks árini. Hann byrjaði
sum mortørur, síðan ar-
beiddi hann á kaðaldeildini
og seinni sum feilrættari og
á vekslaradeildini.
Í 1986 varð Fríðálvur
fluttur til øki 2, ið umfatar
bygdirnar í Norðurstreym-
oy og Norðureysturoy -
heilt frá Vestmanna til
Gjáar. Har arbeiðir hann
sum teknikari og montørur
og hevur kundarøkt og
servisering av øllum tólum
frá Føroya Tele í økinum.
Fríðálvur hevur stóran
áhuga fyri bilum og motor-
súkklum. Hann var í nøkur
ár í Vestmanna Sløkkiliði
sum varasløkkiliðsleiðari.
Hann er giftur Jónleyg, f.
Miðberg, úr Vestmanna, og
tey eiga dóttrina, Unn.
Teknisku
framstigini
hava verið ómetaliga stór
hesi 25 árini Hans Juul og
Fríðálvur hava arbeitt á
stovninum. Teir fingu um
endan á gamla telefon-
sentarlinum, tá Telefon-
verkið átti øll telefontólini
og innstallatiónirnar. Alt
telefonkervi var tá auto-
matiserað, og digitaliser-
ingin byrjaði. Telexini vóru
utskift við telefax o.s.v.
Bæði Hans Juul og Fríð-
álvur hava trivist sera væl í
síðan arbeiði. Teir vera av
kundum og starvsfeløgun-
um mettir sum dugnaligir,
álítandi og arbeiðssamir
menn og hava eina holla
vitan um alt innan síni
virkisøki.
Flokksmynd, 5. og 6. flokkur í
1979. Aftasta rað f.v.: Ingi
Jacobsen, Gunnar Isholm
Simonsen, Ruth Askham,
Johan Petur Johansen, Dag
Borðoy, Anna Madsen, og
Kennet (danskur
læraravikarur).
Miðraðið f.v.: Reidi
Samuelsen, Hans Jacob á
Lava, Eiler Guttesen, Eyðun
Joensen, og Óluva Funding
Fremst f.v.: Christian
Johannesen, Jákup Eli
Jacobsen, Eydna Joensen,
Hanna á Roykheyggi, Liss
Berg, og Kári L. Knudsen
Mynd tikin á Føroya Sjómansskúla 26. mars
2004. Aftasta rað f.v.: Ingi Jacobsen, Liss Joan
(Berg) Hansen, Johan Petur Johansen, Dag
Borðoy, og Anna (Madsen) Gullaksdóttir
Miðraðið f.v.: Christian Johannesen, Reidi
Samuelsen, Hans Jacob á Lava, Eiler Guttesen,
Eyðun Joensen, og Effie Campbell, lærari
Fremst f.v.: Jákup Eli Jacobsen, Eydna Joensen,
Hanna (á Roykheyggi) Thomsen, og Ruth
(Askham) Thomsen.
Hesi vanta á myndini: Gunnar Isholm
Simonsen, Óluva Funding og Kári L Knudsen
Hans Juul Hammer og Fríðálvur Bláhamar:
25 ára starvsdag hjá Føroya Tele
Hans Juul Hammer (v.m.) og Fríðálvur Bláhamar høvdu 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele
fríggjadagin
Mynd: Magnus Gunnarsson