Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tað er gingin alt ov long tíð síðani sein- astu vitjan, segði Margretha á tíðinda- fundi, beint áðrenn avstaðferðina til Danmarkar. HOFF STOFF Snorri Brend Vágar: Spurningarnir vóru nógvir, tá føroysku og út- lendsku tíðindafólkini fingu høvið at hitta tey kongaligu á tíðindafundi. Sum væntað, vóru flestu spurningarnir settir teimum kvinnuligu umboðunum við spurnarborðið. Fríðrik- ur svaraði fleiri spurning- um, meðan bert tann eini spurningurin varð settur Heindriki. Margretha drotning segði, at tey høvdu verið sera fegin um vitjanina í Føroyum, og at tey langa tíð frammanundan høvdu glett seg at síggja vakra landið aftur. - Tað er gingin alt ov long tíð síðani seinastu vitjan okkara. Men eg lovi tykk- um, at tað skal ikki verða so leingi, til vit vitja aftur eina aðru ferð, segði drotningin. Hon nevndi hetta í sam- bandi við ein spurning, har nevnt varð, at borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simon- sen hevði sagt at hann ynskti at tey komu aftur til býin til ein longri steðg. - Jú, vit ynskja øll at koma aftur eina aðru ferð, segði Margretha drotning. Ulltroyggjur Fleiri spurningar vóru til krúnprinsahjúnini, har serliga Mary stóð fyri skotum. Spurt varð, um hon hevði keypt nakað av føroyskum garni, soleiðis at hon sjálv kundi binda ulltroyggju til tann komandi arvingin. - Nei, tað eg ikki. Men eg havi ístaðin keypt nakrar ulltroyggjur, svaraði hon. - Hvønn lit, vildu tíð- indafólkini hava at vita, fyri líkasum at fáa eina hylling av, um tey vistu hvat kyn barnið, sum hon ber í móðurlívi, hevur. - Tað vóru fimm litir av velja ímillum, og vit valdu so tríggjar teirra, segði hon, uttan at greina nærri út, hvørjir hesir litirnir vóru. Ein annar spurningur var, um tey fóru at ferðast eins nógv, tá tey eru vorðin foreldur. - Vit fara nokk fyrst at taka tað eitt sindur róligt, men so fáa vit at síggja. Vit gleða okkum nógv at gerast foreldur, og vóna at barnið verður frískt og raskt, segði Mary. Sitatir frá tíðindafundinum Áðrenn avstaðferðina til Danmark hittu tey kongaligu føroysku og útlendsku tíðindatænastuna. Her eru nøkur brot burtur úr tí, tey søgdu á hesum fundi. Margretha: - Vit er sera fegin fyri allar blómurnar. Vit taka tær við umborð á Dannebrog og seta tær í vatn beinanvegin. Onkur blóma er følnað, tá vit koma umborð um kvøldið, men hinar verða settar í vasar. Mary: - Tað verður ein góð uppgáva hjá mær at seta meg inn í føroyska málið. Eg havi sjálv hugsað at leggja meg eftir føroyska málinum. Margretha: - Eg havi hildið mína talu í Norðurlandahúsinum, og eg hevði ikki orðað meg øðrvísi, hóast eg visti um umrøðuna aftaná. Eg angri einki av tí, sum eg segði. Fríðrik: - Vit vilja fegin koma aftur til Føroyar. Tá vil eg so avgjørt sleppa til Mykinesar, fyri m.a. at hyggja eftir lundunum. Kanska eg eisini sleppi við at fanga teir? Heindrik: - Vit eru sera fegin um at hava Mary í okkara familju. Eg komi sjálvur frá einum systkinaflokki uppá nýggju, og eg eri tí vanur við eina stóra familju. Fríðrik: - Eg eri sera fegin um, at tað kundi lata seg gera soleiðis at vit kundu koma til Føroyar á hesum sinni. Tit hava eina ótrúliga vakra náttúru. Mary: - Óansæð um tað verður ein drongur ella ein genta, so gleða vit okkum til okkara barn. Margretha: - Tað gongur soleiðis upp og niður við knænum. "Det ter sig lidt!" Mary: - Eg haldi meg í form við at motionera. Margretha: - Vit undrast yvir alt tað vakra, sum vit hava fingið við føroyskum designi. Tit ganga eini spennandi tíð í møti innan mótaídnaðin. Mary: - Vit hava fingið so nógv vøkur ting. Og vit fara sjálvandi at brúka øll pløggini, sum vit hava fingið. Øll: - Hetta hevur verið ein sera góð vitjan. Takk fyri øll somul! Nr. 119 - 25. juni 2005 17 - Vit verða skjót aftur - Best hevði verið um tey kongaligu veruliga kundu steðga á í hvørjum einstøkum plássi, siga fólk. Skráin var alt ov tøtt og heldur strævin fyri tey kongaligu. HOFF STOFF Snorri Brend Meting: Er tað nakað sum hevur sermerkt hesa vikuna, so er tað vitjanin hjá teimum kongaligu í Føroyum. Síðani tíðliga mánamorgunin og til hósdagin seinnapartin hava tey ferðast land og ríki runt, og hava heilsað uppá túsundtals føroyingar, sum við spenningi hava sæð fram til hesa vitjanina – og helst serliga við at fáa eitt eyga á Mary. Tá ein hevur fylgt við teimum kongaligu kring alt landið, hevur ein lagt merki til, at skráin hevur verið sera stutt og tættpakkað við vitjanum. Tey skuldi mangan frá einum staði til eitt annað við rúkandi ferð, og eftir fáum døgum hava tey verið í rættiliga mongum støðum kring um oyggjar okkara. Steðga á Tá ein tosar við fólk um tað hetta, er støðan tann sama: - Tey kongaligu hava havt eina alt, alt ov strævna skrá. Tey hava næstan ikki havt tíð til at notið tað, tey hava upplivað, tí tíðin var avmarkað alla tíðina, og tí at tann lagda ætlanin skuldi yvirhaldast minutiøst. - Eina aðru ferð áttu fyriskipararnir heldur at havt færri vitjanir á skránni, soleiðis at tey kongaligu veruliga kundu steðga á í teimum ymisku plássunum og givið sær tíð at uppliva fólkið og staðið, har tey vitjaðu, siga mong fólk. Vitjanin hjá drotningahjúnunum í Elduvík var eitt gott dømi um eina vitjan, har tíð veruliga varð givin til ein longri steðg. Tey komu til bygdina, og fingu hesa løtuna nógv at vita um bygdina og umstøðurnar har, samstundis sum tey fingu notið allan blíðskapin, sum fólkið og kommunan høvdu stáplað uppá beinini. Tað tóktist eisini, sum bæði Margretha og Heinrikur veruliga fingu notið hesa upplivingina í Elduvík, sum íalt vardi í 50 minuttir. Annars var skráin sera væl løgd til rættis, og lítil ivi er um, at tá tey kongaligu hava sodnað allar upp- livingarnar frá ferðini, munnu tey fara at leingjast aftur til allan blíðskapin, ið teimum varð sýndur hesar dagarnar. - Alt ov strævin skrá - Hvad hedder du?, vildi hesin drongurin í Sandavági hava at vita frá drotningini. Hann hevði hesa løtuna tikið plássið frá Heindriki, tí hevði ein spurning uppá hjarta. Hon var skjót at svara: "Dronningen". Løtu seinni kom eitt starvsfólk og gav pláss fyri honum, sum sætið átti - Eg havi hildið mína talu í Norðurlandahúsinum, og eg hevði ikki orðað meg øðrvísi, hóast eg visti um umrøðuna aftaná. Eg angri einki av tí, sum eg segði, vóru orðini frá Margrethu drotning á tíðindafundinum, tá hon varð spurd – ikki færri enn tvær ferðir! – um umrøðuna, sum tala hennara hevði fingið frá ávísari síðu