leygardagur 25. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 119 - 25. juni 2005
Hoff Stoff
Snorri Brend
Sandavágur: Tað var
ikki nógv um lítlu Evu,
sum hevur sína dagligu
gongd í barnagarðinum
Sóljugarður fyrrapartin
henda hósmorgunin.
Tað var ikki lætt at fáa
orð á hana, tí hon kon-
sentreraði seg bara um
tað eina: Hvussu skal eg
geva
blómutyssið
til
Margrethu drotning.
Sum ein part av vitjan
síni
í
Føroyum
var
avgjørt,
at
tey
drotningahjúnini skuldu
leggja leiðina inn í henda
nýggja barnagarðin í
Sandavági.
- Eg eri ógvuliga spent,
var einasta orðið, vit
fingu úr hesi sjey ára
gomlu Evu Christiansen,
sum i dagens anledning
var ílatin føroysk klæði.
Tá so drotningin umsíðir
kom í Sóljugarðin hand-
aði hon henni blómurnar,
uttan at ótti sást av nøkr-
um slagi. Óført.
Eva var øgiliga spent eftir
at sleppa at hitta
drotningina. Hon skuldi
geva henni eitt blómutyssi
Spent Eva
Hoff Stoff
Snorri Brend
Miðvágur: - Nú eru tit
komin til seinastu etapuna
av víðu ferð tykkara í
Føroyum. Vit vóna, at tit
hava notið vitjanina, segði
Napoleon
Magnussen,
borgarstjóri í Miðvági, tá
tey kongaligu vóru komin
til borðs í skúlanum í
bygdini.
Undir skúlan stóð Ung-
dómskórið í Vágum, undir
leiðslu av Alis Simonsen
og sang fleiri kend gospel-
løg fyri teimum kongaligu.
Eftir eina strævna ferð í
oynni, har tey høvdu verið í
øllum bygdunum, var nú
seinasta
samkoman
á
skránni – ein góður biti,
saman við umboðum fyri
allar bygdirnar í oynni.
Á hesi samkomuni fingu
tey kongaligu hjúnini hand-
aðar fleiri gávur – m.a. eina
bókagávu við trimum bók-
um, sum lýsa ávís evni
innan føroyska mentan:
Bókina um listamannin
Trónd Patursson, eina bók
um føroyska bátin og eina
við
upptekningum
av
føroyskum vísum.
Mary og Fríðrik fingu
eisini hvør sína serstøku
gávu – føroyskt framleidd-
ar jakkar, sum designarin
Malan Helgadóttir hevði
latið úr hondum.
Hon nýtti eisini høvið at
greiða frá arbeiði sínum.
Og
á
tíðindafundinum
seinni um dagin var júst
føroyskur móti og føroyskt
design nakað av tí, sum tey
kongaligu fegnaðust um,
og sum tey sóu ríkar
møguleikar í fyri Føroyar í
framtíðini.
Eftir døgverðan í Mið-
vági var seinasti steðgurin
á Hotel Vágum, har tíð-
indafólk fingu høvið at
spyrja tey kongaligu ein
hóp av spurningum.
Føroyskt
design í gávu
- Skal eg eisini hava hesa blómuna?, tykist Mary siga. Hon var eins fegin fyri allar blómurnar
hon fekk, og hvørt einasta barn merkti veruliga tann livandi áhugan hon hevði í hvørjum
einstøkum teirra
Henda konan, Asleyg er helst millum tey allarmest kongatrúgvu føroyingarnar. Tá
drotningahjúnini vitjaðu Ellisheimið í Vágum fekk hon høvið at heilsa uppá Heinrik, og mín
sann um hann ikki gav henni ein koss