Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2005 15 Við flogfarinum hósdagin kl. 17 fóru tey kongaligu avstað aftur til Danmarkar, eftir eina stutta og strævna, men kortini spennandi vitjan í Føroyum. HOFF STOFF Snorri Brend Vágar: Henda seinasta dagin undir vitjanini kom ein lítil broyting í skránna. Ætlanin var at krún- prinsahjúnini skuldu fara til Mykinesar, men orsakað av ringum veðurlíkindum á staðnum, varð henda vitjanin avlýst. Drotningahjúnini full- førdu kortini sína skrá, við vitjan í øllum bygdunum í Vágoynni, har tey heilsaðu uppá fólkið, men góvu sær eisini tíð at vitja børnini og tey gomlu. Seinasta tiltakið á skránni var ein tíðinda- fundur seinnapartin fyri føroysku og útlendsku tíðindafólkunum á Hotel Vágum. Tá hann var liðug- ur kl. 15:30 var vitjan teirra í Føroyum samstundis at enda komin. Á tíðindafundinum vórð- u tey m.a. spurd um, nær tey koma aftur næstu ferð. Svarið var greitt, at tað skal ikki ganga so long tíð til tey vitja aftur á oyggjum okkara eina aðru ferð. - Vit hava havt eina sera góða vitjan, her vit hava møtt "en mase herlige mennesker", sum Mar- gretha drotning málbar seg. – Tað var eisini gott fyri Mary at læra hetta landið at kenna, sum vit trý kenna so gott. Jú, hetta hava verið góðir dagar, segði hon. Kongavitjanin av á hesum sinni John Myllhamar stóð so trúliga í vindinum og bíðaði eftir, at drotningahjúnini skuldu koma til bygdina. Hann hevur bert sæð drotningina eina ferð áður – fyri mongum árum síð- ani, tá hon var sum barn í Føroyum. Hoff Stoff Snorri Brend Sandavágur: - Margretha dugir sera væl at bera seg fram. Og tað er ikki mong, sum duga so væl at málbera seg sum júst hon. Tað tók eina løtu hjá fólki at bíða eftir at drotninga- hjúnini skuldu koma til Sandavágs. Men hetta forðaði kortini ikki bygd- arfólkinum at offra hesa løtuna í vindi og kulda til móttøkuna av hesum heið- urliga gesti. Millum tey – konga- trúgvu – sum bíðaði eftir henni í Sandavági var John S. Myllhamar. Hóast hann hevur búð í Kongatrúgvi, John Myllhamar hevur ikki sæð drotningina síðani hon var barn. Nú fekk hann aftur hetta høvið í heimbygdini, Sandavági - Ein vís kvinna Danmark í mong ár, hevur hann bert sæð drotningina eina ferð áður – tá Mar- gretha var ung genta. So hetta var ein serstøk løta, eisini fyri John, nú Mar- gretha og Heinrikur vitjaðu bygdina, har hann er búsettur. - Margretha er ein vís kvinna, - eingin ivi um tað. Og so hevur hon eisini greiðar meiningar um ting- ini. - Eg minnist, at hon einaferð varð spurd um, hvat kristindómurin hevði at týða fyri hana. Tá svar- aði hon so vísiliga: "Kristindómurin er líka so nátúrligur fyri meg, sum tað at blóðið rennur gjøgn- um æðrarnar". - Jú, hon er ein vís kvinna, sigur John S. Myll- hamar. Børnini kundu ikki geva Mary nóg nógvar blómur. Her má hon lata upp vindeygað fyri at taka ímóti trimum smørsóljum frá einum dreingi í Miðvági