Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 teimum, fóru krúnprinsaparið til Viðareiðis, meðan drotningin og prinsurin vitjaðu ymsa- staði í Klaksvík. Tey løgdu millum annað leið- ini fram við undirsjóvartunlinum, og har noyddust tey kongligu í bæði hjálm, vest og gummstivlar. Inni á botni í tunlinum greiddi stjórin fyri Norðoyatulinum frá um arbeiðið. Á Viðareiði fingu krúnprinsparið eina hátíð- arliga móttøku, og eftir at tey høvdu vitjað í kirkjuni og í prestagarðinum, dansaðu børn føroyskan dans fyri teimum í túninum framm- an fyri gamla skúlan. Hetta var ein stór og hugtakandi løta. Eftir at vitjanin í Norðoyggjum var av, fór kongsfamiljan í Eysturoynna á ferð. Har fóru tey fyrst til Fuglafirðar, og tey vitjaðu eisini í Leirvík, við Gjógv og í Elduvík. dir jørð í Klaksvík í tunlinum vóru teir seinastu metrarnir borðaðir ð fløggum og kongakrúnum at taka ímóti kongaligu gestunum Hesin vildi síggja tað, sum gekk fyri seg á bryggjuni í Fuglafirði Krúnprinsaparið vóru farin úr teimum fínu klæðunum og høvdu latið seg meira vanligt í, tá ið tey komu til Fuglafirðar Krúnprinsaparið og Sofus Johannesen í túninum við Gjógv Mary við favninum fullum av blómum. Drotningin segði á tíðindafundinum, at allar blómurnar, sum yvirlivdu dagin, vóru settar í vatn umborð á Danneborg