Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Veðrið argaði, men kongsfamiljan fekk hóast alt ein góðan dag í Vágum. Ferðin í Føroyum endaði við einum tíðindafundi, har forvitnu fjølmiðl- afólkini fingu høvi at seta spurningar Veðrið var ikki av tí besta fyrrapartin hósdagin, tá ið kongsfamiljan á sínum seinasta degi í Føroyum vitjaði í Vágum. Ætlanin var, at krúnprins- aparið skuldi fara í Myki- nes, men hesin partur av ferðini varð avlýstur, tí tað varð ikki mett ráðiligt at flúgva tey kongaligu út í tyrlu orsaka av vindi. Dagurin byrjaði við mót- tøku í Sørvági, og síðani fór kongliga fylgið til Gás- adals. Har var veðrið hálv- vánaligt, men vitjanin eydnaðist fyri tað. Kongsfamiljan vitjaði síðani bæði í Sandavági og í Miðvági, áðrenn ferðin í Føroyum endaði við einum tíðindafundi á Hotel Vág- um. Har fingu føroysku og út- lendsku fjølmiðlafólkini høvi at spyrja teir spurning- ar, sum tey sótu inni við eftir teir fýra dagarnar í Føroyum. Spurt var um alt frá barsilsfarloyvi til poli- tikk, og tey kongligu svar- aðu sum frægast. Tey søgdu seg verða feg- in um ferðina í Føroyum, og Margretha drotning lovaði, at tað skuldu ikki ganga eins nógv ár til næstu Føroyaferðina, sum tað høvdu gingið til hesa ferð- ina. 8 Punktumið varð sett í Vágum Hesin hevði gjørt seg út við kongakrúnu, og tað riggaði hann bara væl við Í Sóljugarði í Sandavági vóru børnini errin av at fáa Margrethu og hini kongaligu á vitjan, og hesin drongurin hevði hug at fáa eitt prát við drotningina Margretha og Heindrikur taka kurtisliga í hondina á vertunum í bygdaráðnum í Sandavági Tey bíða spent í Sandavági. Føroysku búnarnir vóru funnir fram til hátíðarligu løtuna Drotningin, prinsurin, krúnprinsurin og krúnprinsessan hava tikið sæti framman fyri øllum fjølmiðlafólkunum, sum hava fylgt teimum á Føroyaferðini. Spurningarnir til tey kongligu fór víða, og Margretha slapp eisini at svara spurningum um sína røðu í Norðurlandahúsinum, sum onkur helt var ov politisk