leygardagur 25. juni 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 • Vikuskiftið 25.–26. juni 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá »M/S Hjørdis«
brann undir Grønlandi
Síða 38–39
UPPRÁK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Tær stíla høgt hesuferð.
Við snið- og handverks-
kappingini Upprák vænta
og vóna tær báðar eldsál-
irnar, Randi S. Vang og
Jónhild Jóhannesen, at
síggja onki minni enn
eina røð av nýskapandi
boðum uppá stásklæði
við ráki úr føroyskum
mentanararvi. Nakað so
serstakt, at ongin hevur
sæð tað fyrr, men sum vit
føroyingar samstundis
kenna okkum sjálvi aftur
í. Og helst skuldu pløgg-
ini eisini givið ekkó á
altjóða mótapallum kring
heimin
Mótspæl til
hópframleiðslu
Randi og Jónhild eru
greiðar yvir, at hetta eru
høg mál at seta sær, tá
tað ræður um føroyskt
listhandverk, ið annars
ikki plagar at gera so
nógv hóvasták burtur úr
sær sjálvum. Men tær eru
ikki bangnar fyri at verða
vónbrotnar
- Vit eru púra vísar í, at
tað finst ómetaliga nógv tilfeingi
innan føroyskt listhandverk, sum
sera fá vita nakað um. Kappingin
er ein roynd at geva teimum,
sum arbeiða við føroyskum
handverki, eina øðrvísi avbjóð-
ing og nakað at miða fram ímóti.
Hetta skal verða eitt høvi hjá
teimum at gera nakað heilt ser-
ligt burturúr, og tí er virðislønin
eisini lutfallsliga stór, siga Randi
og Jónhild og sipa til tær 10.000
kr, sum standa uppá spæl hesu-
ferð.
Virðislønin verður latin til tað
avrikið, sum á besta hátt sýnir
nýskapan og dygd í handverki
við ráki úr egna mentanararvi
okkara, sum tað stendur at lesa í
kappingartreytunum. Fyri dóm-
ararnar er tað sostatt ikki nokk,
at plaggið er nýskapandi. Dygd-
in, tað at avrikið er væl gjørt er
heilt avgerandi, tí kappingin skal
nevniliga eisini virka sum eitt
mótspæl til hópframleiðsluna,
sum hevur sett sín lítið kveikj-
andi dám á so mangt seinastu
árini.
Rætta løtan
Randi og Jonhild hava altíð lagt
stóran dent á dygdina í teimum
tiltøkum, tær fyrr hava staðið á
odda fyri innan føroyskt hand-
verk. Á árligu søluframsýningini
Gluggaglæma hevur dygdin altíð
verið ein treyt fyri at vera við, og
sjálskappingin síðsta ár var onki
undantak. Nevnast kann, at
sjálið, drotningin fekk í gávu frá
Tórshavnar Býráð, nú konga-
familjan vitjaði í Føroyum, var
bundið eftir vinnarauppskriftini
frá sjálskappingini. So lítil ivi
mundi verða um handverksligu
dygdina.
- Í so máta eru vit so hepnar
hesuferð, at tíðin veruliga tykist
vera við okkum. Tað eru so nógv
tekin beint nú um, at fólk eru
farin at venda sær ímóti tí hóp-
framleidda og eftirlíkningum og
heldur vilja hava dygd á høgum
støði. Tað fegnast vit sjálvandi
um sum heild, men tað skuldi
eisini givið júst hesi kappingini
ein serliga góðan gróðrarbotn,
siga tær báðar.
Tað gamla í tí nýggja
Men tað býr meir í kappingini og
hugtakinum Upprák enn bara
dygd og nýskapan. Heitið er
tikið úr bókini Havið, har lív-
frøðingurin Bogi Hansen lýsir
upprák sum tað fyribrigdið, har
sjógvur verður sogin upp úr
djúpari løgum og hevur við sær
tøðevni, sum taða lendið og
skapa nýggjan gróður, har nóg
mikið av ljósi er. Flutt yvir á
sniðgeving og nýskapan, leggur
kappingin Upprák á sama hátt
upp til, at íblásturin til tað
nýggja hevur røtur í og
sprettir úr tí gamla.
- Vit hildu hetta
fyribrigdi hóska sera væl
til at lýsa tað, vit sóknast
eftir. Tankin er, at lista-
fólkið leitar sær íblástur í
okkara serføroyska ment-
anararvi og gevur tí eitt
modernað úttrykk. Tað
nýskapandi uppstendur
so í orginalu saman-
renningini millum tað
gamla og tað modernaða,
alt eftir hvussu tú tulkar
Upprák sum mynd uppá
handverk og sniðgeving.
Á altjóða mótapallar
Randi og Jonhild dylja
ikki yvir, at tær við
kappingini eisini hava
havt í huga, hvussu
føroyskt snið kann fáa
møguleika at gera seg
galdandi í altjóða høpi.
– Tað er ongin ivi um,
at tað etniska er høgt í
metum á altjóða móta-
pallum beint nú. Til
dømis eru bæði íslendsk
og grønlendsk klænda-
snið av álvara við at gera
seg galdandi í altjóða
mótaheiminum. Vit hava
allar møguleikar at gera
tað sama, bara vit ikki
missa okkum sjálvi
burtur, men heldur netupp
fokusera uppá tað serføroyska í
nýggjum skapi. Tað er ikki ov
nógv at siga, at føroyska
handverkið er mergurin í okkara
mentan, og tað er harfrá vit skulu
byggja haldgóðar brýr inn í
nútíðina, siga tær báðar.
At náa altjóða góðkenning er
ikki eitt endamál í sær sjálvum
fyri Randi og Jónhild. Hinvegin
eru tær sannførdar um, at tað júst
er í samskiftinum við onnur lond
og rák, at tú kanst finna nýggja
vinklar til títt egna, og soleiðis
kanst halda á at mennast sum
sniðgevi og listhandverkari.
Tað gamla í tí nýggja verða lyklaorðini í snið- og handverkskappingini Upprák
seinni í ár. Stigtakarnir Randi S. Vang og Jónhild Johannesen vóna ikki bara at síggja
serføroyska mentan aftur í modernaðu stáspløggunum. Helst skuldu tey eisini givið
ekkó á altjóða mótapallum kring heimin
Snið- og handverkskapping:
Mentan og mótarák
Handverk hittast á heimasíðu
Á heimasíðuni www.gluggaglaema.fo ber til at lesa meira um Upprák. Á
síðuni er eisini høvi at vitja "Vaglið" og kunna seg meir um virksemið
hjá eini røð av handverks- og listhandverksfólkum í Føroyum.
"Flóð- og fjøru"
framsýning
Í september fer Upprák at ferðast
sum ein "flóð- og fjøru"
framsýning oman og niðan
millum Norðurlandahúsið og
Müllers Pakkhús. Frá 11. til 30.
sept. verða verkini sýnd fram í
Norðurlandahúsinum, og um
somu tíð, í døgunum 10. til 18.
sept. verða nøkur av verkunum
sýnd fram á pallinum í Müllers
Pakkhúsi, har søluframsýningin
Gluggaglæma verður hildin hesar
dagarnar.
Umframt at skipa fyri kappingini Upprák ferðast Randi S. Vang og Jónhild Johannesen kring landið í hesum døgum og gera eina
kanning av føroyskum handverki