Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 119 - 25. juni 2005 Orð og myndir: Dagny Joensen Tey eru ikki ung longur, men heldur ikki ov gomul at leggja á annan bógv, sum fyrireiking til nýtt tíðarskeið í lívinum. Tað var at fara frá húsunum og til at keypa sær lítla íbúð, sum situr tørvin tey hava nú. Tað er ein hugnalig og væl innrættað íbúð, hjúnini Diana og Finn í Puntabyrgi, 63 og 65 ára gomul, hava ognað sær. Inn- búgvið er sett saman av gomlum lutum, sum bera boð um eina farna tíð, og av nýggjum inn- búgvi, sum tilsamans setur ein íheimligan dám á júst liðugt gjørda verkið. Hetta er bústað- urin, sum tey vónandi kunnu verða verandi allar sínar dagar. Áðrenn komið er so langt, hava nógvar og álvarsligar av- gerðir verið tiknar, sum hava ávirkan á lív teirra fram eftir. Hjúnini eru fegin um avgerð- ina at selja sethúsini, men eisini bilsin, at tað skuldi ganga teim- um so væl í hond at taka stig til stóru broytingina í gerandis- degnum. – Tað er tað besta, vit nakran- tíð hava gjørt. Vit eru bara so fegin og takksom fyri, at fáa møguleika at búgva í hesum nýggja og meira einfalda um- hvørvi. Handverkið er fyrsta floks og uttan um umstøðurnar eru sera hugnaligar og væl skip- aðar. Tað er einamest orsøkin til, at vit trívast so væl her, siga Diana og Finn í Puntabyrgi. Sum so nógv onnur, ið stovn- aðu familju og bygdu sær sethús í sjeytiárunum, varð tað við árunum vorðið ov nógv at fara um, eins og stóri urtagarðurin, sum var yndisítrivið hjá Finn, gjørdist ov strevin í longdini. Børnini bæði vóru flutt heim- anífrá og nú sótu hjúnini einsa- møll í stóru sethúsunum. Fyri at lætta um tilveruna, gjørdi hjúnini av at selja húsini og keypa sær 70 fermetra íbúð í nýggja býling- inum á Blómubrekku, nærindis Berjabrekku í Havn. Finn í Puntabyrgi var uppruna- liga skipstimburmaður. Aftaná lokna útbúgving í Danmark, stovnaði hann í sjeytiárunum egið byggivirkið innan jørð og betong, sum hann hevði í eini 10 ár. Tá hann gavst við byggivirk- inum fór hann í starv í Tórshavn- ar Kommunu, har hann var arbeiðsformaður í 10 ár, men gavst har í 1999, tá heilsan fór at bila. Diana í Puntabyrgi hevur havt sítt lívsstarv innan Felagið Javna, har hon var virkin frá 1972 til 2003, annaðhvørt sum stuðul, forkvinna, nevndarlimur og blaðstjóri á blaðnum hjá Javna. Tilverubroyting í góðari tíð – Tað verður oftani ført fram, at um fólk skulu flyta frá sínum gamla bústaði, skal tað gerast í seinasta lagi um seksti ára aldur, fyri at festa røtur í nýggja stað- num. Hugsaðu tit um tað? – Vit hugsaðu ikki beinleiðis um tað, men ivaleyst er tað nakað sum talar fyri tí. Høvdu vit verið sjeyti ára gomul, hevði tað verið ov møtumikið at broyta tilveruna so nógv, sum vit hava gjørt, sigur Diana. Finn gevur konuni viðhald. Tað var ikki løtuverk at ríva seg leyan úr gamla umhvørvinum. Tey byrjaðu at tosa um at flyta fyri eini trimum árum síðani. 30 ára gomlu sethúsini, sum vóru 270 fermetrar til støddar í trim- um hæddum, kravdi viðlíkahald, men Finn, sum allar dagar hevur verið fúsur til slíkt, orkaði ikki longur. Heldur ikki fall tað Dianu so lætt longur at halda húsini innan, eins og hjá Finn at røkja stóra urtagarðin. – Vit orkaðu stutt sagt ikki at síggja alt falla í órøkt, siga tey bæði. Tey minnast ikki reiðiliga, hvør teirra fyrst tók spurningin um at flyta upp, men semjast um, at tað var ein avgerð, sum tey bæði tóku undir við beinan- vegin. Tey gjørdu av at keypa sær íbúðina, sum tá bert var á tekni- borðinum. Síðani byrjaðu tey at arbeiða við tankanum um at flyta.Tað vóru nógv viðurskifti at fáast í rættlag, eftir 30 ára skeið í egnum húsum. – Tað var greitt beinanvegin, at bert ein partur av innbúgvinum kundi flytast í nýggju íbúðina. Møblar og annað rúmaðist stutt sagt ikki inni, ella tóku ov nógv pláss. Hetta vóru alt lutir, sum hóast alt vóru minnir okkara gjøgnum eitt langt lív, men tað noyddust vit at góðtaka, sigur Finn. – Stúrdu tit ikki fyri flytingini? – Vit hava altíð verið væl nøgd, og tað hevur verið okkara signing. Guðstrúgvin gav okkum tryggleika í tí vit nú fóru undir, siga Diana og Finn. Minnini varðveitt í myndum – Fyri at koma til sættis og venja okkum við broytingina, tóku vit myndir av øllum bæði úti og inni, og settu í mappur, og so- leiðis hava vit altíð myndirnar til at taka, um vit skulu líta afturum bak, siga tey bæði. Diana og Finn í Puntabyrgi: – Vit eru takksom f – Hvør dagur er ein gleði í sjálvum sær, men vit tosa eisini um, at ein dag verður bert annar okkara eftir. Tí eru vit serliga glað fyri, at vit hava fingið møgu- leikan at byggja tað nýggja upp saman, siga hjúnini, sum gjørdu av at selja ov stóru sethúsini, sum tey høvdu búleikast í sein- astu 30 árini Tað er ikki løtuverk at gera so stórar broytingar í lívinum, sum Diana og Finn í Puntabyrgi eru farin undir. Tað hevur tikið eini trý ár, men nú er nýggja íbúðin júst so sum hjúnini hava ynskt sær. Tey trívast serstakliga væl í nýggja umhvørvinum