leygardagur 25. juni 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
35
Tá tað var gjørt seldu hjúnini
nakað av innbúgvinum, serliga
antikkir møblar og tílíkt. Tað
sum ikki skuldi flytast í nýggju
íbúðina, varð sett oman í eina
stóra gongd í kjallarahæddini,
har vinir og kenningar fingu boð
um at koma at vita, um tey
høvdu brúk fyri nøkrum av
hesum.
Samstundis útvegaðu hjúnini
sær ein bússu frá Reyðakross
felagsskapinum, sum fólk kundu
lata til, um tey vildu stuða fe-
lagsskapinum.
Tann parturin sum stóð eftir,
fór til Reyðakross.
– Eg vil geva eldri fólki mítt
besta viðmæli, at gera tað sama,
sum vit hava gjørt. Vit trívast
serstakliga væl í hesum snotiligu
íbúðini og nýtast ikki at hugsa
um viðlíkahald og tílíkt, sigur
Finn í Puntabyrgi.
– Tað er stórt arbeiði at gera
eitt heilt lív upp, sum vit hava
gjørt. Tað, at leggja tað gamla til
síðis og venja seg við nýggju
tilveruna, er krevjandi, men tað
var tað vert, tó at tað var við
sorgblíðni at vit fluttu úr gamla
grannalagnum á Gróthúsvegi,
sum altíð so væl ímóti okkum og
børnunum.
Vit eru kortini sera takksom, at
tað er gingið okkum so væl, og
at vit eru fallin so væl til her,
sigur Diana.
Hon vónar bert, at tey fram-
eftir fara at hava góða heilsu.
Liva upp á gleði og
takksemi
– Eg eri bara so glað – ja, eg
kann siga, at vit liva upp á hesa
gleði og kenna stórt takksemi.
Lívið hjá okkum hevur altíð
verið eitt baks, og nú vit hava
vunnið á stríðnum, er alt gott,
sigur Diana, meðan Finn rættar
konuna við at siga: – Tað var
ikki baks, tað var ein uppgáva.
Hjúnini hava ferðast í fremm-
andum londum, har lítið og einki
verður gjørt fyri at verja inn-
búgvarnir. Í hesum sambandi
sigur Finn frá einum manni í
Rumenia, sum hevði sagt hon-
um, at um hann skuldi hava
skurðviðgerð, so skuldi hann
gjalda fyri leigu at amboðunum
og skurðviðgerð umframt fyri
uppihald á sjúkrahúsi.
– Vit hava vælskipað samfelag
og hava frítt at fara á sjúkrahús
og o.s.fr.. Eg vildi yngst, at onn-
ur fólk kundu komið hendavegin
og fingið lut í okkara vælferðar-
skipan.
– Finnur ætlar sær kortini ikki
at sita hendur í favn. Hann hevur
keypt sær ein bát, og hevur nú
stundir at fara í fjørin, tá høvi
býðst. Hann fer hvønn morgun
oman í Vágsbotn, har hann hittir
aðrar, sum eisini hava bát. Teir
hava altíð okkurt at práta um.
So gongur leiðin heim aftur,
har byggivirksemi í grannalag-
num er stórt. Fleiri bygningar
eru í gerð og Finn dámar væl at
eygleiða teir ungu, kviku hand-
verkarnar, sum gera sera gott
arbeiði.
Tá bert annar er eftir
– Lívið er í veruleikaum so
einfalt. Tað er at hava góða
heilsu og at familjan trívist og
hevur góðar umstøður, sigur
Finn í Puntabyrgi.
Diana í Puntabyrgi hevur eitt
ørindi, sum hon heldur vera
sannleiksorð at liva eftir:
Lít við takksemi afturá,
lít við treysti frameftir,
lít við áliti uppeftir
lít vinarliga rundan um teg.
Hetta ørindi varð sagt í eini
morgunandakt í Útvarpinum í
2001.
Um framtíðarvónirnar siga
hjúnini: – Vit tosa mest um
dagin í dag, og gleðast um tað
sum er, men vit tosa eisini um, at
ein dag verður bara annar okkara
eftir.
– Næstu ferð vit flyta verður
annaðhvørt á ellisheim ella til
himmals. Tá pakka vit ikki
sjálvi.
– Tí eru vit serliga glað fyri, at
vit hava fingið møguleikan at
byggja tað nýggja upp saman.
Tað høvdu vit ikki megnað, um
bert annar okkara var eftir, sigur
Diana í Puntabyrgi og Finn
gevur henni viðhald.
fyri nýggu tilveruna
Við útsýni úr altanuni sæst yvir á Berjabrekku og verkstaðin Virkni í grannalagnum
Nýtt og gamalt setir dám
hugnaligu íbúðina hjá
Dianu og Finn í Puntabyrgi