leygardagur 25. juni 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 119 - 25. juni 2005
Eftir Hanus Kamban
ANNAR PARTUR
Bardagin móti
Saddam
Peter Thomson
Í fyrsta parti av hesi greinarøð
varð nomið við nakrar streingir í
teirri tilgongd, sum í 1997 førdi
Tony Blair fram at valdinum í
Bretlandi. Men sjálvsagt er øll
henda søgan fløktari og rúm-
ligari, enn her er greitt frá. Tá ið
sagt varð, at Blair í 1983 var eitt
óskrivað blað, er hetta bara rætt,
um hugsað verður um politiska
vitan og hugmyndafrøði.
Sum øll onnur menniskju
hevði Blair eitt slag av viðføri,
og sum mong onnur varð hann
sum ungur ávirkaður av kveikj-
andi persónum. Tann maður, sum
kanska fekk størst týdning fyri
hann, var ein australskur prestur,
Peter Thomson at navni. Thom-
son las í Oxford árini 1972-74
og var hesi árini, sum vanligt er
á enskum lærdum háskúlum,
ráðgevi ("tutor") hjá yngri
lesandi, teirra millum eisini Tony
Blair.
Thomson hevði tað, sum í dag
verður rópt karisma, eina med-
ferð, har álvarsamur kristin-
dómur, skemtingarsemi, ein
floymur av nýggjum hugskotum
og eitt ávíst respektloysi gjørdu
seg galdandi. Hann legði dent á,
at kristindómur bara hevði týdn-
ing, um hann gagnaði vanligum
menniskjum og hevði við sær
bata av sosialum, ella enntá
sosialistiskum, slag. Blair segði
seinni um Thomson, at hann var
"eitt tað mest kveikjandi, heiður-
liga og reiðiliga menniskjað, eg
havi hitt". Hann var, segði ein
annar eygleiðari, "ein blandingur
av prædikumanni og rokkstjørnu,
átrúna og mótmentan".
John Macmurray
Peter Thomson vakti Blairs
áhuga fyri einum bretskum
heimspekingi, sum um hetta
mundið var púra gloymdur. John
Macmurray varð føddur í 1891.
Hann luttók í fyrra heimsbardaga
og kom av sínum royndum frá
bardaganum til ta sannføring, at í
lívinum var eitt hægri mál enn
njóting. Hann gjørdist fyrst
fyrilesari í heimspeki í London
og endaði sum professari í
"moral philosopy" við Lærda
Háskúlan í Edinburgh.
Macmurray hevði serligan
áhuga fyri sambandinum millum
menniskja og samfelag. Hvat av
hesum skuldi hava yvirvág?
Hvørki, helt Macmurray. Tann
evsti veruleikin var hvørki at
finna í tí einstaka ella í samfe-
lagnum, men kundi einans til
fulnar verða til og spretta í tí
sínámillum ríkandi samvirkinum
millum menniskja og menniskja.
Macmurray er sum heimspek-
ingur ikki virdur av øllum, og
soleiðis sum Anthony Seldon
endurgevur hana, ljóðar hansara
læra bæði sjálvsøgd og sonn,
men samstundis hvørki djúp ella
fleirstrongd. Men tað sum hevur
týdning í okkara sambandi er, at
hansara hugsanir fingu ávirkan á
tann unga, óbúna og viðkvæma
Tony Blair. Tá ið Blair í heilum
vendir aftur til hugtakið com-
munity (felagsskapur, grannalag),
er talan um ávirkan frá Peter
Thomson og frukt av Mac-
murray-lesnaði. Serliga ein
setning eftir Macmurray hevði
Peter Thomson tokka til:
Allur kunnleiki við meining í skal
gagna gerðini, øll gerð við
meining í skal gagna vinskapi.
Fullveldi ikki longur
heilagt
Tað er vanlig hugsan, at tað var
tað amerikanska nýafturhaldið,
sum - við íblástri frá andsmenn-
um sum Irving Kristol og Leo
Strauss - á fyrsta sinni í nýggjari
tíð vendi pragmatismuni bakið
og slóðaði fyri idealistiskum
uttanríkispolitikki í heiminum.
Hetta er ikki bara rætt. Hvat
viðvíkir ítøkiligum politikki,
tykist Tony Blair her at vera
slóðbrótari. Blair sá, ávirkaður
av Macmurray og síni egnu
kristnitrúgv, heimin í manikeisk-
um ljósi, sum ein vígvøll, har
gott og ilt glímdust.
Henda lívssjón kom serliga at
standa sína roynd í 1999, tá
Kosova kom í brennidepilin.
Tann serbiski forsetin Slobodan
Milosevic brúkti harðskapin hjá
tí albansku frælsisrørsluni sum
undanførslu til at fremja etniska
reinsan móti albanum í Kosova,
á sama hátt sum hann framman-
undan hevði gjørt í Bosnia. Tony
Blair gjørdi seg tá til ídnan og
sannførdan talsmann fyri uppí-
legging, og tá bumbuálop frá
NATO ikki hjálptu, talaði hann
fyri at senda hermenn til Kosova.
Saman við stuðuli frá m.a. Russ-
landi var henda hóttan við til at
kyrra serbar.
Tá ið hesar hendingar fóru
fram, helt Tony Blair sína
týdningarmestu uttanríkispolit-
isku røðu, á fundi í Chicago tann
22. apríl 1999. Í røðuni førdi
hann fram, at tað kanska bleiv
neyðugt, á gáttini til 21. øld, at
endurskoða siðbundin sjónarmið
um tjóðarfullveldi, og at
menniskjaligar grundir kundu
vera til við harðskapi at forða
frælsum londum at fremja
yvirgang móti fólki ella tjóðum.
George W. Bush
Hálvt triðja ár seinni kom so,
sum vit øll vita, tað ræðuliga
álopið á World Trade Center í
New York. Eftir tann 11. sep-
tember 2001 kom Tony Blair at
hava eitt drúgt og tætt samstarv
við ein ríkisovasta, sum á mang-
an hátt var honum ólíkur. George
W. Bush var ein bygdasligur
texanari, oljugreivi, vinur teirra
ríku og talsmaður fyri deyða-
revsing (sum hann sum lands-
høvdingi læt fremja íðiliga),
Tony Blair var javnaðarmaður,
europeari og humanistur.
Tað er kortini týðiligt, at størri
skyldskapur var millum hesar
menn, enn hildið hevur verið.
Báðir vóru liberalistar og trúgv-
andi kristnir, og báðir løgdu, ið
hvussu er í orðum, dent á ideal-
ismu í uttanríkispolitikki. Bush
kom skjótt undir sterka ávirkan
frá tí Neo-Con-bólki, sum í
einum kasti bæði vildi demo-
kratisera alt Miðeystur-økið og
samstundis, og á tann hátt, skapa
gott grannalag millum Ísrael og
arabisk lond.
Tá ið gjørt varð av at fara í
bardaga móti Saddam Hussein
og stýri hansara á vári 2003, var
tað rationella grundarlagið undir
avgerðini púra í samsvari við
sjónarmiðini hjá Tony Blair, sum
Uttanstrok og nýkveikjari
Ein lýsing av Tony Blair og politikki hansara
Tony Blair í 1995 saman við sínum lærara og andaliga vegleiðara, tí australska gudfrøðinginum Peter Thomson