leygardagur 25. juni 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
37
hann orðaði tey í síni gitnu
Chicago-røðu í 1999.
Í sínum samstarvi við Bush og
USA gjørdi Tony Blair alt hann
var mentur fyri ikki at verða
sæddur sum tann eitt sindur
láturliga eltibløðran. Blair royndi
at geva amerikanarum mótspæl
og tengdi tríggjar treytir at sínum
stuðuli til USA: (1) at friðartil-
gongdin í Miðeystri skuldi halda
fram og verða ment, so pale-
stinar ikki vóru við sviðið soð,
(2) at samgongan móti Irak
skuldi vera so breið sum gjørligt
og (3) at kríggj og onnur tiltøk
skuldu verða framd í samstarvi
við ST. Tað var honum eisini um
at gera, at samgongan sá til, at
eitt eftir-saddamskt Irak varð
vandaliga røkt, fekk líkindir,
hjálp og stuðul til at gerast eitt
veruligt fólkaræði.
Blair við undirlutan
Sum heild tykist Tony Blair at
hava verið við undirlutan í hes-
um dysti. USA hevur, sum eisini
væntandi var, gjørt lítið fyri at
stuðla palestinum og teirra
ynskjum. Samgongan móti
Saddam gjørdist sera smøl, ein
útgangur, sum bæði kom av, at
lond sum Týskland og Frakland
vóru ímóti kríggi, og av tí sann-
roynd, at nýafturhaldið ikki var
hugað fyri einum slíkum sam-
starvi. Kríggið var skrumblað
ígjøgnum, við lítlari og ongari
fyrireiking, ofta púra uttan fyri-
lit, og líkindini til at reisa landið
aftaná vóru (og eru) av somu
orsøk ikki góð.
Tony Blair var við øðrum orð-
um helst ov bláoygdur. Orsøkina
til hansara mistak finna vit í tí
veruleika, at Bush-stjórnin gekk
í tveimum. Dúgvur sum Colin
Powell, sum Blair valdi at halda
seg til, taptu maktstríðið í
Washington. Heykar sum Dick
Cheney og Donald Rumsfeld,
sum vildu ganga politiska og
hernaðarliga einagongu, fingu
sín vilja. Sfinxurin Bush sveim-
aði onkustaðni í erva, men end-
aði við at fylgja sínum hjarta og
heykunum.
Irak er størsta avbjóðing, Tony
Blair sum ríkisovasti hevur
baksast við. Og útgangurin á
hesum máli fer helst at hava
avgerandi ávirkan á hansara
politiska umdømi. Enn er sjálv-
sagt ógjørligt at døma um hetta.
Tann altíð bjartskygdi Blair
droymir ivaleyst um, at grønt
gras og leskiligar lundir fara at
grógva, har Saddam sáddi ónd-
skap, plágaði fólkið við ræðu-
ligum pínslum og legði eftir seg
gaddajørð.
Hóast allar royndir hjá serliga
høgravendum blaðfólkum at
fríðka um avleiðingarnar, sær í
dag svart út í Irak. O.u. 100.000
irakar eru, sambært summum
keldum, falnir orsakað av kríg-
num og tess fylgjum. Hvønn
mána doyggja 500-1000 fólk av
sjálvmorðsatsóknum. Og hóast
tilgongdin fram ímóti fólkaræði
formliga heldur fram, er landið
alt í dag ein stórur ruðuleiki,
mest at líkna við eitt stórt brots-
mannabøli, har sjálvt ikki djarv-
astu blaðfólk vága sær út um
skansar og vard økir. Men
sjálvsagt er møguleiki fyri, at
myndin kann broytast.
Samleikakortini
Sum longu umrøtt, legði Tony
Blair frá landi við eini ætlan um
at nútímansgera Labour og geva
flokkinum eitt meira smidligt og
liberalt andlit. Tað er tí lagnunn-
ar speisemi, at nettupp hansara
stjórn - sum ein avleiðing av tí
vaksandi yvirganginum í heim-
inum - hevur hert um ríkisins tak
á tí einstaka.
Eitt dømi um hetta er tað, at
myndugleikarnir nú kunnu lata
fólk fongsla í long tíðarskeið,
uttan at tey koma fyri ein dóm-
ara. Hetta er brot á ta gitnu
ensku habeas corpus-lógina frá
1679, eina av fólkaræðisins
høvuðssúlum.
Eitt annað dømi er ætlanin hjá
Blair-stjórnini um at tvinga
landsins borgarar til at brúka
samleikakort, har upplýsingar
um alskyns persónlig viður-
skiftir, t.d. eisini eins arvafrøði-
liga lykil, eru varðveittar, og -
undir vissum treytum - kunnu
latast løgreglu, skatta- og toll-
valdi, umsiting osfr. Endamálið
við hesum ID-kortum er at
minka um yvirgang, skattasvik,
svart arbeiði osfr.
Mótstøðan móti hesi ætlan
tykist vera rættiliga stór og hevur
undirtøku í parti av Labours
vinstravongi. Víst verður á, at
møguleikin fyri misbrúki er
stórur, og at brotsmenn lættliga
fara at kunna skáka sær uttan um
eina slíka skipan. Men fyrst og
fremst verður ætlanin hildin at
vera ein atsókn móti borgarans
persónliga frælsi.
Í triðja og seinasta parti av
hesi greinarøð verður m.a. hugt
at, hvat Blair-stjórnin hevur
avrikað á heilsu- og útbúgvingar-
økinum. Greitt verður frá teim-
um framstigum, sum eru hend í
Norðurírlandi, og frá ætlanini hjá
Roy Jenkins um at demokratisera
ta ensku valskipanina - ein ætlan,
sum Blair eina tíð tók undir við,
men sum seinni varð av ongum.
Blair saman við bretskum
hermonnum í Kosova
Tveir lagsbrøður í Hvítu
Húsunum í juli 2003. Blair
stuðlaði Bush, men fekk ikki
fullan valuta fyri stuðulin