leygardagur 25. juni 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frits Johannesen
Hjalmar er sonur Andreu og
Olivinus Joensen í Tøðuni í
Fuglafirði. Skyldskapur var
ímillum Ansastovu í Oyndarfirði
og Tøðuna. Olivinus var sonur til
Jógvan í Tøðuni, sum var ættað-
ur av Hellinum, men var fostur-
barn av Toftum og kom við
fastrini, Margrethu, seinnu konu
Sakarisar-Jóannesi undan
Kuldarasteini í Oyndafiråi til
Fuglafjarðar, tá ið hesin fór at
handla fyri Bekkers handil.
Kona Jógvan bleiv rópt fyri
Sjúrða-Sigga og var systir Ansa-
Kathrinu, sostatt vóru abbi,
Daniel Anthoniussen, bátasmiður
úr Oyndarfirði, og Olivinus,
systkinabørn. Sjúrða-Sigga og
Ansa-Kathrina vóru ættaðar úr
Fuglafirði - døtur Sjúrð við
Gjógvará og seinnu konuna,
Jóhannu úr Miðtúni av Kirkju.
Hjalmar giftist við Helmu hjá
Gordoni 1957. Helma doyði
1999 72 ára gomul eftir drúgva
parkinsonsjúku, sum nívdi hana í
mong ár, men sigast má um
hana, at tignarliga flutti hon fótin
eftir tún og stræti øll hesi tungu
ár.
Mangan, tá ið vit hava hitst,
hevur Hjalmar umrøtt , tá ið
Hjørdis brendi í Grønlandi l954
og sakk. Onkuntíð havi eg sagt
við hann, at forvitnisligt hevði
tað verið at skriva eitt sindur um
hetta og kanska sett tað í bløðini.
Nú maðurin fer um tey sjeyti-
fimm, var eg ein dagin inni á
gólvinum hjá honum, og skifti
orð við hann um hesa hending.
Havi sostatt fest okkurt á blað,
hvussu hetta barst á. Eg havi
eisini tosað við Evald Johanne-
sen, úr Fuglafirði, sum eisini var
við henda lagnutúr.
Hjalmar missir tummilin
Hetta var á várið undir Grøn-
landi á Fíla bank. Hjørdis fór
avstað seinast í mars mánaði.
Sofus Olsen í Rituvík var
skipari, Magnus Olsen í Rituvík
var 1. stýrimaður og Theodor
Johannesen (faðir) var 2. stýri-
maður. Millum onnur før, sum
royndu undir Grønlandi hetta
árið, vóru Viðoyggin og Polar-
farið. Eisini vóru bæði føroyskir
og íslendskir trolarar á feltinum.
Rituvíksingar høvdu silgt t. d.
við Egil Reyða. Eingin ivi er um,
at Sofus hevði samband við Egil
Reyða, meðan teir fiskaðu, so
teir vistu hvør av øðrum, og
nørdi hetta um fiskiskapin
kanska hjá báðum pørtum.
10. juni høvdu teir næstan fult
skip. - Okkum vantaði eini 5
tons í last. Sofus ætlaði at fara
inn í Føroyingahavnina eftir eitt
sindur av salti og olju, so skuldi
kósin setast heim.- Eg gloymi
ikki henda vanlukkudag 13. juni
1954, so leingi eg livi, segði
Hjalmar
Hjalmar hevði frívakt, bleiv
útpurraður kl 6:00 á kvøldið til
deksvakt. Vit fóru so aftur at
skaffa. Hjørdis var ein umbygd
skonnart og hevði heila keys.
Smeltihúsið var aftur á hekkuni,
so kom kokkhúsið, messan,
maskirúmið og frammi í keysini
eitt kamar til 1. meistara. Opið
var millum smeltihúsið og
keysina. Her var ein durur í
bagborðssíðu, so komast kundi
inn til kokkhúsið og messuna,
men tú skuldi gjøgnum messuna
og maskirúmið fyri at koma fram
til kamarið hjá 1. meistara.
Steingrim Petersen var 1. meist-
ari, ættaðaður úr Oyndarfirði
búsitandi í Leirvík. Hann hevði
frívakt og lá og svav.
Viggo Johannesen, Viggo á
Hædd, var kokkur. Hjalmar sigur
við Viggo, at vit síggjast skjótt
aftur, trolið verður ikki meira
enn komið á botn, so komi eg
aftur at fáa mær kaffi. - Tað var í
lagi, svaraði Viggo.
Meðan teir skutu, heitti
Hjalmar á Theodor Johannesen
2. stýrimann um at sleppa fram
á dekkið at blóðga fiskin, teir
høvdu fingið, sum lá í pavnin-
um. Hetta var í lagi. So varð
skverað og koyrt fulla ferð á
motorin, síðani loraðu teir veirin
... tað hvein í rullunum, so nógv
stóð á. Tað var gott veður. - Eg
var ikki í oljuklæðum, men
troyggju og gummistyvlum.
Hevði blóðgað einar tveir fiskar
og skuldi rætti meg eftir tí triðja
fiskinum, men var áhaldsin og
datt. Veirurin kom fram eftir
miðjum dekki í eina rullu, sum
stóð við síðuna av mastrini og í
eina deksrullu næst gálganum.
Hjørdis kundi bara trola í
Stýriborð.
Hjalmar sær at hetta verður
galið. Hann var góður fótbólt-
spælari og vildi brúka allar snild-
ir ikki at detta niður á veirin.
Hendi tað, so fór hann í rulluna.
Hann tekur hondina fyri seg
niður á skivuna, ið mól runt í á
rulluni. Tummilin fer í rulluna og
kvettist av, men løgið tykist tað
Hjalmari, at hann kom á føtur
aftur, men so var. Hjalmar var í
Sunnudagin 26. juni verður Hjalmar Joensen í Fuglafirði, Hjalmar í Tøðuni 75
ár. Saman við hesi føðingardagsheiolsan verður eisini greitt frá hendingini í
1954, tá ið M/S Hjørdis úr Fuglafirði brann undir Grønlandi og sakk. Hjørdis
var ein fransaskonnart, umbygd til trolara, merkt til 186.44 tons. Hon var
umbygd á B.M.W og kom aftur á Fuglafjørð 31. juli 1946. Hjørdis varð bygd í
St. Malo 1921 og æt tá »Jeanne & Jeannine« . Fa. »S. P. Petersen’s Eftf.« keyptu
skonnartina 17. febr. 1930.
Tá »M/S Hjørdis« bra
Hjalmar Joensen í Fuglafirðir fyllir 75 ár í morgin, 26. juni. Frits Johannesen hugleiðir í hesi føðingardagsheilsan
eisini um tann vanlukkutilburðin í juni í 1954, tá hann misti tummilin