leygardagur 25. juni 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
39
føroyskum vøttum, tummilin var
farin á dekki og úr vøttinum.
Hann sær tummilin, har hann
liggur við einari hvítari spong
afturúr sær.
Hjalmar verður lagdur aftur í
messuna á eina madrassu, sum lá
á tveimum skottfjalum og bundin
til av Theodori. Tung luft var í
kahyttuni, so avrátt varð at
Hjalmar varð lagdur í messuna
og heitt varð á Evald Johanne-
sen, sum var 2. meistari við
Hjørdisi, at sita hjá honum.
Evald hevði vakt.
Eldur kemur í motorin
Trolið varð tikið inn, og full fer
koyrd á motorin. Evald fór niður
at hyggja at motorinum. Skamma
stund eftir hetta kom hann upp
aftur og segði frá, at eldur var í
motorinum. Hann rann upp á
Brúnna, boðaði frá eldsbrunan-
um og rópt varð út á dekkið, at
eldur var í maskirúminum. Eldur
var komin í luftkanalina í motor-
inum, og fór hann um alt
maskinrúmið beinanvegin.
Moturin var ein B.M.W. 420
hestar.
Hjalmar kom upp á bátadekkið
í øllum góðum. Eldurin breiddi
seg skjótt, og tí ráddi um at bera
skjótt at. Bjargingabátarnir vórðu
lyftir av bátastólinum við gilsin-
um, sum varð lagdur um koppin
á spælinum. Tíbetur gekk motor-
urin á Hjørdis, so manningin
fekk brúkt spælið. Spælið var
reimdrivið og kundi brúkast so
leingi, eldurin ikki hevði brent
reimarnar. Hjalmar leyp niður í
tann fyrsta bátin og kom væl
undan lopinum. Evald lá ímillum
bátin og eina tunnu, í tí teir settu
bagborsbát á sjógvin. Hann
meislaði seg eitt sindur, men
slapp væl frá hesum - Tú kanst
ætla, at øll keysin var næstan
sum gløðandi jarn, og var hetta í
evstu løtu, at teir fingu bátarnar
settar á sjógvin, sigur Hjalmar.
Sum sagt hevði Steingrim
Petersen 1. meistari frívakt, og lá
og svav í kamarinum frammi í
keysini. Evald Johannesen fór
ígjøgnum royk og eld og fekk
vakt mannin og so báðir útaftur.
Teir vóru ikki álvuligir á at líta,
tá ið teir aftur komu í ljósmála.
Báðir skoldaðir um andlitið.
Hetta má sigast at vera eitt satt
bragd, ið Evald útinti, tí stigu teir
við síðuna av ristverkinum, sum
var at ganga eftir frá messuni og
fram í kamarið, fóru teir í tann
logandi deyðan. Eisini var tað
um reppið at Hans Chr.
Anthoniussen, morbróðir úr
Oyndarfirði, misfórt. Hann
gjørdi sum allir hinir, tá ið hann
fór í bátin, men fór niðurfyri.
Eiðis Hans- Hans Poulsen og
Rudolf hjá Bakka Jógvan, fingu í
kríllin á honum og tóku hann inn
um stokkin.. Fór hann aftur við
borðinum bar ikki í bøtur, tí
Hjørdis hevði framskrúðu og
sigldi í klingur..
Sofus í Rituvík, skiparin, segði
at 10 mans skuldu í hvønn bátin.
Evald hevði skrivað nøvnini á
manningini á ein lepa, og kross-
aði nøvnin av, og fekk hetta at
passa at 10 komu í hvønn
bátin.Tað eydnaðist Sofusi at
senda út neyðarkall bert ta einu
ferðina, tí eldurin breiddi seg
skjótt, at ikki vóru umstøður til
enn at senda meira enn tað eina
neyðarkallið. Hetta varð hoyrt -
so løgið tað ljóðar- í New Found-
landi av íslendska trolarinum
þorkell Mána, sum boðaði trolar-
anum Egil Reyða frá hendingini.
Egil Reyði, sum var eitt sindur
sunnari á Fíla bank, setti beina
kós ímóti vanlukkustaðnum. Eitt
portugisiskt doriuskip var eisini
komið á staðið. Tann fyrsti
báturin róði til hetta skipið, og
vóru teir allir í bátinum tiknir
umborð á portugisaran.. Hjalmar
kundi verið hjálptur í síni sváru
støðu av lækna og sjúkrasystrum
umborð á hesum skipi, men vildi
ikki, sum kanska betri var.
Theodor lænti neyðsendaran
umborð á portugisarinum og
sendi neyðarkall út.
Egil Reyði og Viðoyggin
Knappliga síggja teir Egil Reyða
koma grøvandi úr táminum, sum
var um vanlukkustaðið. Hann
fekk at vita, at maður var komin
til skaða umborð á Hjørdis - Lat
straukin koma umborð til okkara,
helt skiparin á Egili Reyða fyri.
Manningin í tí fyrra bátinum
varð tikin umborð á Egil Reyða,
og so varð kósin sett inn til
Føroyingahavnina.
Viðoyggin var eisni komin at
hjálpa. Hon setti enda á Hjørdis
og fór undir at sleipa. Tann
seinni báturin varð bundin í
gelendarin frammi á bógnum.
Sofus vildi ikki fara frá skipin-
um. Teir høvdu 120 tons av salt-
fiski inni, og var hetta ein dýr
last. Tá ið Svínoyggin hevði
sleipað í nakrar tímar og komnir
inn á Godthåbsfjørðin, sakk
Hjørdis. Manningin í hesum
bjargingarbátinum varð tikin
umborð á Svínoynna og sett inn í
Føroyingahavnina.
Á sjúkrahúsinum
Sofus hevði boðað hospitalinum
frá, at teir komu inn við manni,
sum var komin til skaða. Tað tók
einar seks tímar at sigla inn. Hesi
boð vórðu givin, áðrenn eldur
kom í Hjørdis, men sum um-
støðurnar tóku seg upp, vóru teir
ikki inni í Føroyingahavnini fyrr
enn uml. midnáttarleitið, og stóð
kvinnan eitt sindur spyrjandi,
sum kom í durin, tá ið Viggo á
Hædd og Hjalmar komu á gátt á
sjúkrahúsinum í Føroyingahavn-
ini. Hon var eitt sindur rísin,
daman, tí teir átti at verið komnir
fleiri tímar fyrr. Viggo, sum ikki
var skorin fyri tungubandinum,
greiddi frá tilgongdini. Hetta
blíðkaði sjúkrarøktarfrøðingin.
Læknin lá og svav, men varð
vaktur og kom upp og tók sær
væl av Hjalmari.. Hjalmar segði,
at hann bleiv ikki lagdur undir
fulla maskudoyving, men fekk
einar tvær sproytur, so hann var
"lokal bedøvaður", men hetta
virkaði ikki, sum tað skuldi, og
var hann seymaður og bundin til
ódoyvdur, men glaður var
Hjalmar, tá ið hann var undan-
komin vanlukkudagin 13. januar
1954.
Tá ið Hjalmar kom inn á
stovuna, har hann skuldi liggja,
sær hann tveir fuglfirðingar. Tað
vóru Grias og Fredag, sum
høvdu fingið hald í ryggin og
vórðu innlagdir. Tað var hugaligt
at møta tveimum fuglfirðingum,
tá ið teir so brosmubardir komu
aftur at landi frá hesum skaðatil-
burði. Evald kom eisini undir
læknahond samtíðis sum
Hjalmar. Hann hevði skoldað
andlitið og meltað síðuna, men
tók tað seg væl upp.
Steingrim var við tí seinra
bátinum, og kom hann á sjúkra-
húsið væl seinni enn hinir. Sama
kvinna setti knyglar í brýr og
fýsti at honum, hví hann ikki var
komin saman við hinum? Hetta
danska sprund fekk søguna
sagda einaferð afturat. Hon
blíðkaðist, og var Steingrim væl
havdur av lækna og sjúkra-
systrum.
Læknin segði við teir, at um
einar 14 dagar, so fer ein týskur
dampari til Føroya, sum eitur
Ehrenfält. Fleiri av manningini
fóru heim við hesum skipi.
Ehrenfält var komin við agni og
frystigóðsi til Føroyingahavnina,
og var manningin á Hjørdis við
at lossa henda farm.
Vert er at nevna, at Piddi
leigaði sluppini Vestmanna hetta
heystið, so manningin kundi fara
á sild.
Eg var 10 ára gamal, tá ið
henda hending fór fram, men eg
má siga at pápi (Theodor) segði
lítið um hetta. Vit fingu eitt
fjarrit úr Grønlandi henda dag
13. juni 1954: Alt væl, heilsan
Theodor. Pápi fór til Íslands og
silgdi út frá Flatoyri við trolar-
inum Gyllir og var við trolar-
anum Jón Baldvinssyni, tá ið
hesin fórt á Reykjanesi, hugsi
tað var 1957. Tá fingu vit eisini
eitt fjarrit: Alt væl, heilsan
Theodor.
Hjartaliga tillukku við
sjeytifimm ára degnum!
ann undir Grønlandi
Evald Johannesen var 2. meistari hendan vanlukkur túrin við »M/S
Hjørdis«
» M/S Hjørdis« við bryggju í
Fuglafirði