Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Viðmæli: Stormandi ónytta Anna V. Ellingsgaard Einar Kárason,Stormur,2003 Umsett Kim Lembek,Storm, Gyldendal,2005 Ónyttan og ballarin Eyvind Jons- son, vanliga nevndur Stormur, er fluttur úr Íslandi inn í tiltikna grannalagið Vollsmose í Odense. Øll flokkast um Stormin, hippiarar, drankarar, lesandi, vinnulívsmenn, bókafólk, ikki minst tí Stormur er so óvanliga væl skorin fyri tungubandið og ein framúr góður frásøgumaður. Ein dagin fær eitt bókaforlag brúk fyri einum litríkum rit- høvunda at leggja navn til eina "sjálvævisøgu", sum helst skal gerast metseljari í jólasøluni. Og Stormurin hoppar uppá hugskot- ið. Einasta kravið er, at journal- istar sleppa at práta við hann um bókina, taka myndir av honum og at hann annars spælir leiklutin sum nýggja stjørnuskotið í bóka- heiminum út í æsir. Tað kann næstan bara ganga galið, og tað ger tað eisini. Eisini tá Storm- urin flytur til USA fyri at flýggja inn enn ein dreym um at gerast nakað stórt, uttan at gera nakað. Stormur er ein outsidaralýsing við einum sera undirhaldandi harkaliði av frásøgufólkum, sum kappast um at sleppa framat við síni søgu. Tað býr neyvan naka ónt í Storminum, men kortini taka vit ikki synd í honum, tá alt miseydnast fyri hann. Stormurin er og verður ein samfelagssnúlt- ari, og søgan um hann er nokk mest áhugaverd sum ein rámandi satira yvir, hvussu vælferðarsam- felagið hevur lyndi til at fram- leiða sínar egnu fíggindar. Stormur var í uppskoti til Bók- mentavirðisløn Norðurlanda- ráðsins í ár. Kjakbók: Gud eftir Grosbøll Tey flestu hava uttan iva hoyrt um danska prestin, Thorkild Grosbøll, sum segði seg ikki trúgva á gud. Og uttan iva hava tey flestu eisini eina meining um prestin og kjakið, sum fylgdi í kjalarvørrinum á hansara út- søgnum. Meir ivasamt er tað nokk, hvussu væl fólk hava skilt, hvat hetta málið í veruleikanum snýr seg um. Í nýggju kjakbókini Gud efter Grosbøll royna seks granskarar enn einaferð at útgreina gud- frøðiligu og filosofisku avleið- ingarnar av Grosbøll málinum. Í fyrra partinum av bókini lýsa greinarnar hjá Niels Grønkjær og Ole Jensen gjølla kjarnina í kjak- inum: Hvat meinar Grosbøll í grundini, og kann hansara sann- føring yvirhøvur sameinast við evangeliska kristindómin. Serliga hesar báðar greinarnar avdúka, at modernað gudfrøði er eitt so fjøltáttað hugtak, at tað illa fær vegleitt kirkjuna í átrúnaðarligum spurningum á ein sameinandi hátt. Tríggjar tær síðstu greinarnar lýsa spurningin út frá einum meir alment filosofiskum sjónarhorni. Her fær kjakið ein meir prinsipiellan dám, sum vísir, at málið um Grosbøll røkkur langt út um kirkjuna og inn í sambandið millum trúgv og vísundi, átrúna og samfelag, kristindóm og aðrar átrúnar. Við Gud efter Grosbøll er seinasta orðið í Grosbøll málinum neyvan sagt. Men bókin fær varpað ljós á kjakið á ein, um ikki einfaldan so so mikið prinsipiellan hátt, at tey flestu kunnu fylgja við. Henrik Brandt Petersen,Hans Hauge, Gud efter Grosbøll.Religion og samfund, Anis,2005 Fyri góðum trimum vikum síð- ani kom fyrsta før- oyska barnabókin við tilhoyr- andi dvd fløgu út. Men hugskotið er gamalt, tí søgan um bókina Trøllið hjá Pápaleysa er eisini søgan um eitt hugskot, sum fá uttan tey, ið áttu tað, trúðu uppá. Fyri sína tíð Uttan iva var hugskotið um eina barnabók við ljósmyndarøð ov langt framman fyri sína tíð tá seinast í 80unum, tá Ingi Joensen á Grafik Studio og russiska Masha Yozefpolsky fyrstu ferð royndu at gera ætlanina til veruleika. Tað eydnaðist í øllum førum ikki at fáa nakran at geva bókina út, og ætlanin varð tískil løgd í skuffuna. Masha, sum longu hevði evnað allar figur- arnar til ljósmyndarøðina, fór aftur til Ísrael, har hon búði. Og stutt eftir misti Ingi sambandið við hana. Sjálvur var hann eisini í gongd við nýggjar verkætlanir og hevði næstan sligið seg til tols við, at útgávan nokk ongantíð fór at gerast veruleiki - Tað vóru heilt aðrar tíðir tá, tí sjálvt um eg longu hevði av- myndað figurarnar, gjørdist ætl- anin ov dýr og ov fløkt tekniskt fyri útgevararnar, sum vit spurdu. Nú er øðrvísi. Nú ber stórt sæð alt til uttan stórvegis hóvasták, og tí fekk eg eisini hug at taka Pápaleysa fram aftur, sigur Ingi, sum tískil søkti Mentanargrunnin um fígging til útgávuna. Og nú bar til. Bókadeildin játtaði at geva bókina út, og fyrsta bókin við fløgu á føroyskum liggur sostatt nú í bókahandlinum. Tað góða og tað ónda Trøllið hjá pápaleysa er eitt gamalt føroyskt ævintýr av tín klassiska slagnum. Áðrenn tað góða vinnur á tí ónda, má Pápa- leysi ígjøgnum so grúiliga nógv ónt, og tað hevur bæði svik, bardaga og blóð við sær. Við ljóðsetingini hjá Jón McBirnie og røddini hjá Páll Danielsen verður dramatikkurin øgiligur í løtum, men Ingi er ikki bangin fyri, at børnini fara at ræðast. - Eg havi ongantíð hildið at teldur og sjónvarp eru so skaðilig fyri børn, sum summi halda. Hin- vegin haldi eg tað vera uppá tíðina, at vit fáa okkurt føroyskt tilfar til teldur, tá børnini nú allíkavæl sita framm- an fyri telduni, har tey síggja so nógvar útlendskar útgávur av hesum slagi, sigur Ingi. Uppsporaði Masha Til søguna hoyrir eisini, at Ingi alt fyri eitt royndi at finna Masha fyri at fortelja henni, at teirra ætlan varð vorðin veruleiki. Ingi visti, at Masha í dag arbeiðir sum listakvinna í Jerusalem, men tað var óvanliga torført at finna fram til hann. Men seinasta sunnudag eydnaðist tað umsíðir. - Hon var ovurfegin, tá hon hoyrdi, hvat eg vildi. Hon hevði ongantíð gloymt Pápaleysa, so nú eri eg í ferð at senda henni nøkur eintøk av bókini við fløg- uni. Hon hevur nemliga ætlanir um at geva bókina út í Ísrael, so tað verður spennadi at síggja, um tað fer at hepnast betur hjá henni, sigur Ingi Joensen. Pápaleysi á veg til Ísrael Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo Kongurn og prinsessan eru einastu figurarnir í Pápaleysa, sum hava yvirlivað. Figurarnir eru gjørdir úr modellervoksi, men hinir sukku saman sum frá leið Skalt tú út at ferðast í næstum, er vert at vitja inn á nýggju heima- síðuna www.rejsebiblioteket.dk . Her finnur tú hópin av bókavið- mælum og leinkjum til lond og ferðamál kring allan heim. Í løtuni eru 19 lond at velja ímillum, og tað koma allatíðina fleiri lond og fleiri tittlar afturat teimum, sum longu eru. Við at klikkja á landið, tú ætlar at ferðast til, fært tú eitt breitt úrval av tittlum um landið, mentan og list, náttúru, gisting, mat og drekka o.a. Hartil er eitt serligt úrval við barnabókum og eitt við føgrum bókmentum og ferðafrásagnum. Saman við hvørjum tittli er eitt persónligt viðmæli av innihald- inum í bókini, og hvussu hon er at brúka. Bókatips: Ferðabókasavn