týsdagur 28. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 120 - 28. juni 2005
Hans Engell:
- Høgni
Hoydal
hevur
misnýtt
vitjanina
hjá
drotningini
- Sjálvt ikki teir mest
republikansku
donsku
politikararnir høvdu nýtt
drotningarøðuna í pol-
itiskum stríði, sum Høgni
Hoydal hevur gjørt, sigur
Hans Engell um viðmerk-
ingarnar hjá Høgna Hoy-
dal í sambandi við røðuna
hjá Margrethu Drotning.
Høgni Hoydal segði aft-
aná røðuna hjá drotning-
ini, sum varð hildin í sam-
bandi við føroyavitjanina,
at røðan var politisk.
Hans Engell, chef-re-
daktørur á danska Ekstra-
blaðnum, sigur, at atfinn-
ingarnar hjá Høgna Hoy-
dal
eru
fullkomiliga
órímiligar.
- Hatta er misnýtsla av
røðuni hjá drotningini,
tað sum Høgni Hoydal
ger. Um hann vil kjakast
um ríkisfelagsskapin, so
eigur tað at vera við
danskar politikarar og
føroysku veljararnar, sig-
ur Hans Engell.
Hans Engell sigur seg
hava nærlisið røðuna hjá
Margretu Drotning, og at
onki er at koma eftir.
- Røðan er lýsing av um-
støðunum, sum tær eru,
harundir ein lýsing av
eini lóg, sum viðvíkur
heimildunum hjá Føroy-
um, sigur Hans Engell.
- Vit vita, at Tjóðveldis-
flokkurin vil hava meira
víttgangandi heimildir.
Men tað er órimiligt at
leggja eftir drotningini, tí
hon hevur onki við tað at
gera. Hon kann ikki fara
inn í eitt kjak um ríkisfel-
agsskapin. Høgni Hoydal
hevur misnýtt vitjanina
hjá drotningini, sigur
Hans Engell, chef-redakt-
ørur á Ekstra Blaðnum.
-hkm
- Hatta er misnýtsla av
røðuni hjá drotningini, tað
sum Høgni Hoydal ger. Um
hann vil kjakast um ríkis-
felagsskapin, so eigur tað at
vera við danskar politikarar
og føroysku veljararnar,
sigur Hans Engell
Mynd: Jens Kr. Vang
Høgni Hoydal:
- Embætismenninir gjørdu
røðuna politiska
- Eg havi ikki nýtt røðuna
hjá drotningini til politikk.
Tað eru embætismenninir í
forsætismálaráðnum, sum
hava gjørt røðuna politiska,
sigur Høgni Hoydal í
sambandi við viðmerking-
arnar hjá Hans Engell.
Hans Engell, chef-red-
aktørur á Ekstra Blaðnum,
segði um vikuskiftið, at
Høgni Hoydal er órímilig-
ur, og sjálvt ikki teir mest
republikansku donsku pol-
itikararnir
høvdu
nýtt
drotningarøðuna í politisk-
um stríði.
Men Høgni Hoydal sigur,
at hann hevur ikki nýtt
røðuna hjá drotningini til at
føra politikk. Tjóðveldis-
formaðurin sigur, at tað eru
embætismenninir í forsæt-
ismálaráðnum, sum hava
gjørt røðuna politiska.
Høgni Hoydal sigur eis-
ini, at hetta hevði ikki ging-
ið, um okkurt líknandi
hendi í Danmark.
- Lat okkum taka eitt
dømi. Um svenski kongur-
in kom til Danmarkar og
úttalaði seg um útlendinga-
lógina, so kann man spyrja,
hvat danskir politikarar
høvdu sagt, sigur Høgni
Hoydal.
- Hans Engell dugir ikki
at síggja henda vinkulin.
Um hetta hendi í Danmark,
so hevði støðan verið ein
heilt onnur. Tá høvdu Hans
Engell og aðrir verið skjótir
at funnist at. Men nú hendi
tað í Føroyum, og tá er tað í
lagi, sigur Høgni Hoydal.
-hkm
- Um svenski kongurin kom
til Danmarkar og úttalaði
seg um útlendingalógina, so
kann man spyrja, hvat
danskir politikarar høvdu
sagt, sigur Høgni Hoydal
Mynd: Álvur Haraldsen
Yvir 1.000
fólk á MjúS
Fyrstu leysligu metingarnar
vísa, at yvir túsund fólk
høvdu leitað sær til Sands á
MjúS.
Katrin Petersen, fyrireik-
ari, sigur, at tað var serliga
Saybia, sum lokkaði fólk til
Sands at lurta eftir tónleiki.
Veðrið hilnaðist rímiliga
væl, og tað gekk væl at
flyta fólk aftur og fram
millum oyggjarnar.
Norðlýsið
varð fyrst
Longu
áðrenn
seinasta
grótið í Norðoytunlinum
varð sprongt vekk leygar-
dagin var eitt eintak av
Norðlýsinum farið ígjøgn-
um tunnilin.
Oliver Joensen, blaðstjóri
á Norðlýsinum, hevði funn-
ið eitt lítið hol, har hann
sendi prentaðu útgávuna av
Norðlýsinum
ígjøgnum.
Móttakari hinumegin var
Tórður Mikkelsen og eitt
sjónvarpslið hjá Sjónvarpi
Føroya.
Fyrstu fólk at koma
ígjøgnum tunnilin vóru
tingmenn og onnur, sum
leygardagin vóru við, tá
sprongt varð í gjøgnum.
Tað var Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður í innlend-
ismálum og fyrrverandi
borgarstjóri í Klaksvík,
sum fekk heiðurin at lata
seinasta skotið av.
Arbeiðið við
Norðoyatunl-
inum er
framskundað
Miðað verður ímóti, at tað
skal verða koyrandi um
Leirvíksfjørð í mái mánaði
næsta ár. Hetta er tríggjar
mánaðir fyrr enn uppruna-
liga ætlað.
Dávid Reinert Hansen
segði við Útvarpið fríggja-
kvøldið, at bert fýra metrar
av veggi skulu ruddast
afturat, og at tað longu nú
ber til at hyggja ígjøgnum.
Tað varð Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður í innlend-
ismálum og fyrrverandi
borgarstjóri í Klaksvík,
sum skuldi skjóta seinasta
skotið. Hetta varð gjørt
klokkan 17:00 leygardagin.
Hvør sær
mest tápu-
ligur út í
føroyskum
klæðum?
Heindrikur prinsur liggur
frammaliga í feltinum, tá
tað snýr seg um at síggja
tápuligur út í føroyskum
klæðum. Hetta er í øllum
førum satt, um tú spyrt
lesarar hjá danska Ekstra
Blaðnum.
Inni á heimasíðuna hjá
Ekstra
Blaðnum
www.eb.dk er ein spurn-
arkanning. Spurningurin
er, hvør sær mest tápu-
ligur út í føroyskum
klæðum. Veljast kann
ímillum Heindrik prins
og krúnprinsessu Mary.
Her halda 87 prosent av
lesarunum, at Heindrikur
prinsur sær mest "fjollut-
ur" út, sum tikið verður til
í Ekstra Blaðnum.
Atkvøðast
kann
á
http://ekstrabladet.dk/visa
rtikel.iasp?pageID=29919
7
Les meira um málið á
síðu 15.
-hkm
Mynd:
Ekstra
Bladet
Dýrari at
flúgva í
Vágunum
Frá 1. juli fer flogvallar-
avgjaldið upp. Tað er økta
virksemið hjá Atlantsflog,
sum er orsøk til hækkaða
avgjaldið.
Útvarpið visti at siga
fríggjakvøldið, at gjaldið
fer upp við 9 prosentum.
Hetta er fyri flutning,
samstundis sum avgjaldið
fyri hvønn ferðandi verður
hækkað úr 130 krónum upp
í 143 krónur.
Flogvallaovastin Finn-
bogi Niclasen sigur við Út-
varpið, at avgjaldið má
hækkast nú fyri at raksturin
ikki skal versna.
Fleiri fólk skulu setast í
Vága Floghavn, tí tænastu-
krøvini harnað alsamt.
- Tað er neyðugt við fleiri
starvsfólkum, um arbeið-
araverndarlógin skal hald-
ast, sigur Finnbogi Nicla-
sen við Útvarpið.
Norðoyatunnilin verður liðugur tríggjar mánaðir áðrenn ásettu tíðina