Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 7 MARKNAÐARRÁK Prísurin á brentolju helt sær oman fyri 57 dollarar tað mesta av farnu viku, og tað er enn mest óttin fyri, at framleiðararnir ikki megna at nøkta tørvin á brenniolju í vetur, sum heldur prísin- um uppi. OPEC økti fyri góðari viku síðan fram- leiðsluna við 500.000 tunn- um um dagin, men tað lækkaði ikki prísin. Orsøk- in er, at tann oljan, sum er komin aftrat, er av ov lágari góðsku til brennioljufram- leiðslu. At summarið ofta førir við sær ódnir í Meksi- ko-flógvanum stimbrar eisini oljuprísinum, tí har eru nógvir oljuboripallar. Lánsbrævarenturnar lækkaðar aftur Tað gekk sum væntað. Eftir eitt kvink uppeftir fyri tveimum vikum síðani, lækkaðu lánsbrævarentur- nar aftur av álvara í farnu viku. 10-ára danska rentan kom aftur niður undir 3,10%. Høgi oljuprísurin og væntanir um, at evrop- iski miðbankin, ECB, fer at seta rentuna niður, ávirka marknaðin í løtuni. Svenski miðbankin hevur júst sett rentuna niður við 0,50% og enski miðbankin umhugsar tað. Hetta leggur trýst á evropiska miðbankan. Partabrøv stýrd av oljuprísinum Partabrævamarknaðirnir hava staðið seg ómetaliga væl síðani 1. mai, har t.d. Norðurlond eru hækkaði 10,6%. Eftir at oljuprísurin fyri viku síðani setti nýtt met og aftur nú hevur sliðið hetta metið, eru parta- brævamarknaðirnir lagdir undir trýst. Ein sannroynd er tí, at vinningsstaðfest- ingar í ávísan mun eru farn- ar fram. Av tí oljan eigur sín leiklut í hesum, verður tað eisini gongdin í olju- prísinum, sum fer at av- gera, hvussu partabrøvini fara at standa seg næstu dagarnar. Hesa vikuna Umfamt høga oljuprísin koma fleiri lyklatøl hesa vikuna, sum kunnu flyta marknaðirnar. Úr USA koma tøl fyri búskapar- og prísvøkstur umframt álitis- tøl. Úr Evropa koma prís- vøkstur og álitistøl. Mest sannlíkt er, at partabrøvini fara at hava eina vánaliga viku. Vit vænta tó ikki, marknaðirnir skulu lækka nógv, áðrenn keyparar aftur fara at gera um seg soleiðis, at ein møgulig lækking verður avmarkað. Ein hendingarrík vika er fyri framman, við líkindi fyri rentulækkingum. Oljuprísurin líka høgur enn Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 616,06 1,7% Lánsbrøv í DKK 104,31 0,5% JPY 5,65 1,2% Evru Lánsbrøv 176,64 0,8% GBP 1.123,45 1,3% Norrøn Partabrøv 94,84 0,6% NOK 93,63 -0,8% Altjóða Vøkstur 65,96 0,2% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,0% 3,2% 3,4% 3,6% 3,8% 26/02 29/03 29/04 30/05 30/06 31/07 840 860 880 900 920 26/02 29/03 29/04 30/05 30/06 31/07 Vika 26, 2005 www.kaupthing.fo