Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 120 - 28. juni 2005 Føroyingar við í 15 verk- ætlanum Norðurlendska Atlantssamstarv- ið hevur játtað stuðul til fleiri verkætlanir í Norðuratlants- havi SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fe l a g s s k a p u r i n , NORA, sum er ein fe- lagsskapur fyri norð- urlendskt atlantssam- starv, hevur á fundi í Nuuk, játtað at lata stuðul til fleiri vinnu- ligar verkætlanir, har tey norðurlond, sum hava mark til Atlants- havið, samstarva. Talan er um Norður- og VesturNoreg, Før- oyar, Ísland og Grøn- land, À fundinum við- gjørdi NORA, vórðu yvir 40 umsóknir um stuðul viðgjørdar og tilsamans hevur fe- lagsskapurin játtað stuðul til 20 verkætl- anir har samstarv er ímillum hesi fýra- londini. Tilsamamans vórðu 3.720.000 krón- ur veittar í stuðuli. Føroyingar eru við í 11 av hesum verk- ætlanum, men hava so ein leiklut í fýra verk- ætlanum afturat Talan er, m.a. um at gera úrdráttir úr tara, um ráðstevnu um toskaaling, um tøkni í alivinnuni, um ferða- vinnu, vistfrøðiliga aling botøkni, um vatnorku og so er eisini ætlanin at kanna møguleikarnar fyri fastari ferðafólkasigl- ing ímillum Útnorður og Norðuramerika Annars er grønlend- ingurin, Kenneth Høegh valdur til for- mann komandi árið. Kommunurnar í Suðuroy fara nú at arbeiða víðari við spurninginum um at byggja røktarheim í Suðuroy og tær hava eisini sett hol á arbeiðið at leggja kommunur í oynni saman RØKTARHEIM OG KOMMUNU- SAMANLEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Allir bý- og bygdaráðslimir í Suðuroy hava havt fund um ætlanina at byggja røktarheim í Vági og um kommunusamanlegging. – Vit høvdu ein sera góð- an fund, sigur Eli Frede- riksen, borgarstjóri í Por- keri, sum var tann, ið kall- aði saman til fundin. Við á fundinum vóru um- boð fyri almanna- og heilsumálaráðið, umboð fyri fíggjarmálaraðið, sum kunnaðu frá um røktarheim og um fíggingarmøguleik- ar. Men so var Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu eisini við á fundinum, har hann greiddi frá teirra røktar- heimsbygging og frá teim- um royndum, tey høvdu gjørt sær av kommunu- samanleggingini í Sunda- lagnum. Úrslitið av fundinum var at Kirstin Strøm Bech skal kalla borgarstjórarnar í oynni saman til at viðgera málið víðari. Tað liggur í kortunum, at ætlaða røktarheimið skal byggjast í Vági og tí var hildið at vera natúrligt at tað er borgarstjórin í Vági, sum stendur fyri arbeið- num. Eli Frederiksen sigur, at áhugi var heilt avgjørt fyri at arbeiða víðari við ætlan- ini at byggja røktarheim í Vági. Men hann sigur eisini, at nú er hol sett á arbeiðið at leggja kommunur í oynni saman. – Vit eru sinnað at kanna fyrimunir og vansar við eini kommunusamanlegg- ing so at borgarin hevur eitt betri støðið at meta um støðuna, skuldi tað komið hartil, sigur borgarstjórin í Porkeri. Formansskapurin hjá Fólkatinginum hevur verið í Føroyum um vikuskiftið og hitt formansskapin í løgtinginum SAMSKIFTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Um vikuskiftið hevur for- manskapurin hjá danska fólkatinginum verið í Før- oyum og hitt formanskapin í løgtinginum. Formansskapirnir í fólka- tinginum og í løgtinginum hittast einaferð um árið, annahvørt ár í Føroyum og annaðhvørt ár í danmark. Hetta er eitt samstarv hevur verið í nøkur ár. Endamálið við hesum samstarvinum er at heinta royndir frá hvørjum øðrum, sigur Hergeir Nielsen, sum er 1. næstformaður í Før- oya Løgtingi. Og nú formansskapurin í danska fólkatinginum er í Føroyum, er fundurin við formanskapin í løgtingin- um lagdir í Suðuroy og í allan gjáramorgurin var sostatt fundur á hotellinum í Øravík. Hergeir Nielsen sigur á hesum fundunum verður tosað um felags áhugamál í sambandi við arbeiðið í fólkatinginum og í løgting- inum. – Vit kunnu læra av hvørjum øðrum, tí vit fáa at vita, hvussu fólkatingið arbeiðir og teir fáa at vita, hvussu Føroya Løgting arbeiðir. – Endamálið við hesum samstarvinum støðugt at menna løgtingsis arbeiðið Hann sigur, at tvey ítøkilig mál, sum fara at verða umrøtt á fundinum, eru tað, sum fór fram tá ið yvirtøkulógirnar og uttan- ríkispolitisku heimildar- lógirnar fingu viðgerð á Føroya Løgtingi. – Í tí sambandi vóru harðar atfinningar frá and- støðuni í Løgtinginum um, at málini høvdu ikki fingið nóg dygga viðgerð og ikki vórðu nóg væl lýst. Eitt, sum andstøðan serliga fýltust á, var, at hon ikki slapp at kalla inn serfrøð- ingar, sum hon helt, kundi lýsa málið. Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin er at spyrja donsku gestirnar, sum slíkt eisini kundi hent í fólkatinginum. Annars heldur hann, at Føroya Løgting átti at havt slíkt samstarv við fleiri av okkara grannalondum í Norðurhøvum. Føroyska og danska tingið heysta frá hvørjum øðrum Christian Mejdahl er formaður í fólkatinginum og hann er við á Føroyavitjanini hjá formansskapinum hjá fólkatinginum Sera góður fundur um røktarheim og kommunusamanlegging í Suðuroy – Eg haldi at vit høvdeu ein sera góðan fund,sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri