Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 9 Fiskimaðurin hevur altíð verið fleksibul - Verða skip løgd av fíggjarligum ávum, tí tað loysir seg betur at liggja enn at fiska, verður ikki væl vorð- ið, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki stuttligt at vera tann, sum verður raktur av arbeiðsloysi – antin tað er á landi ella sjógvi. Ymiskt er tó, hvat gjørt verður burtur úr uppsagnum – ella flyt- ingum av arbeiðsfólki. Í summum førum eru stórar yvirskriftir í bløðum, út- varpi og sjónvarpi; í øðrum førum er næstan tøgn. So- leiðis fingu flytingarnar av nøkrum sjúkrasystrum á føðideildini á Landssjúkra- húsinum nógva umrøðu – og ivaleyst av góðum grundum. At nøkur upp- søgd eisini fáa kreppuhjálp, er bert at fegnast um. Hetta kann verða við til at hjálpa teimum á føtur aftur. Viðhvørt kann tað tó tykjast, sum um gjørt verður meira burtur úr summum starvsbólkum og starvsøkj- um enn øðrum, tí tú hevur tey nærri uppat tær. 70 fólk missa arbeiði í alivinnuni í Norðoyggjum, 35 mans verða uppsagdir hjá P/F Beta, og einir 25 mans missa arbeiði umborð á Høgafossi. Lítið hoyrist um hetta – og eingin tosar um kreppu- hjálp! Uppsagnarløn - og síðan ALS Formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag, Óli Jacobsen, harmast um, at limir hjá honum og limir í øðrum manningarfeløgum missa hýru. Hann vísir á, at fiski- menn sambært sáttmálan- um hava uppsagnartíð og eiga uppsagnarløn – alt eft- ir, hvussu leingi teir hava siglt við reiðaríunum. - Soleiðis hevur ein mað- ur, sum hevur siglt við ein- um skipi í eitt ár, ein mán- aða uppsagnartíð, og hevur hann siglt í tvey ár, er upp- sagnartíðin tveir mánaðir. Óli sigur, at hevur mað- urin onga hýru í uppsagnar- tíðini, eigur hann uppsagn- arløn frá reiðarínum, sum svarar til mynstuløn. - Teir, ið sigla við gomlu Kuba-trolarunum, fingu í uppsøgnini at vita, at skip- ini helst sigla einar fýra vikur aftrat. Soleiðis eiga teir, sum hava verið nóg leingi við hesum skipum, uppsagnarløn frá reiðaríin- um fyri tíðina, tá ið eingin hýra er, og uppsagnartíðin enn er galdandi. Hann sigur, at tá ið upp- sagnartíðin er av, kunnu menninir – um teir onga hýru hava fingið aftur – fara upp í ALS-skipanina og har fáa útgjald, so leingi teir ikki hava funnið sær aðra hýru ella annað arbeiði. Fleksiblir fiskimenn Formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag vísir á, at krepputíðir í Føroyum hava víst, at føroyski fiskimað- urin tíbetur er rættiliga fleksibul. - Tað hevur nevniliga víst seg, at nógvir fáa aðra hýru – antin í Føroyum ella í londunum rundan um okkum, eitt nú í Danmark og Noregi. Soleiðis sigldu nógvir fiskimenn við út- lendskum skipum undir kreppuni fyrst í nítiárunum. Spurdur, hvørji úrlitini annars eru hjá fiskiskipa- flotanum, sigur Óli Jacob- sen, at vit neyvan nakrantíð sleppa undan upp-og niður- gongd, so leingi fiskað verður. - Eg dugi ikki at siga, hvat bíðar fyri framman – og um vandi er fyri, at fleiri skip verða løgd. Tað skulu vit so ikki vóna, leggur hann aftrat. Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði reiðarin hjá P/F Beta í Saltangará, Ragn- ar Olsen, at tað loysir seg betur fyri felagið at leggja tey gomlu skipini enn at hava tey siglandi, soleiðis sum gongdin er í løtuni. - Eg vænti, at P/F Beta fer at selja sínar dagar til onnur skip, nú gomlu Kuba- trolararnir verða seldir, og soleiðis kunnu fiskimenn eisini fáa nakað burtur úr hesum – ikki minst, nú talan aftur er um at skerja fiskidagarnar, sigur Óli. Heilt galið… Formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag vónar tó ikki, at fíggjarliga úrslitið hjá fleiri skipum verður so vánaligt, at tað fer at loysa seg betur hjá reiðaríum at leggja skipini. - Um so verður, kann tað skjótt gerast heilt galið, sig- ur Óli Jacobsen, sum ann- ars er uttanlands í hesum døgum. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, vónar ikki, at fíggjarliga úrslitið hjá fleiri skipum verður so vánaligt, at tað fer at loysa seg betur hjá reiðaríum at leggja skipini – enn at sigla Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskimenn eru ikki teir, sum rópa harðast, tá ið teir verða uppsagdir og missa hýru Mynd: Vilmund Jacobsen Enniberg fer aftur í Irmingarhavið Flakatrolarin, Enni- berg, breyt túrin av í Irmingarhavinum herfyri, tá ið tað vísti seg, at teir høvdu fingið spønir í motor- oljuna. Nú verður so loyst aftur og farið verður aftur í Irm- ingarhavið at gera túrin lidnan FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Flakatrolarin, Enniberg, hevur verið ein túr eyst- anfyri í ár. Skipari var Sonny Johannesen, sum plagar at føra skipið eyst- anfyri, og hesin túrurin var hampiliga góður. 16. apríl fór trolarin í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski, men nak- að fyri 1. juni, tá ið túrurin var umleið hálvrunnin, vísti tað seg, at spønir vóru komnar í motoroljuna. Teir noyddust at gevast at fiska, og 1. juni kom skipið aftur á Havnina. Klárt at loysa Á Tórshavnar Skipasmiðju hava teir arbeitt við at loysa trupulleikarnar; oljan er tappað av, maskinan er reinsað fyri spønir, og nú halda teir, at klárt er aftur at loysa. Á reiðarínum siga tey, at Enniberg skuldi á ein royndartúr í gjár fyri at vita, um alt var í lagi, og síðan var ætlanin at loysa og leggja leiðina aftur í Irmingarhavið. Skipari á túrinum í Irm- ingarhavinum hevur verið Jógvan Líggjas Gregersen, og manningin telir 27 mans. Sami túrur Á reiðarínum siga tey, at nú lagt verður útaftur á hav, verður hetta í framhaldi av túrinum, sum byrjaði, 16. apríl, og manningin verður hin sama. - Vit vænta, at Enniberg verður í Irmingarhavinum ein til hálvan annan mán- aða aftrat. Tá ið túrurin er av, og skipið kemur aftur, verður aftur farið í Bar- entshavið at royna. Á skrivstovuni siga tey, at væl av kongafiski var at fáa í Irmingarhavinum, tá ið teir noyddust at bróta túrin av, men nú frættist frá slakari fiskiskapi aftur. Umborð á Ennibergi verður kongafiskurin skráskorin. Ætlandi loysti flakatrolarin, Enniberg, aftur í gjár – eftir, at teir noyddust at bróta túrin av herfyri, tí spønir vóru í oljuni