Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 120 - 28. juni 2005 Hetta er tann tíðin, tá fremmandafólk í stórum tali vitja oyggjarnar. Men tað eru so ikki bara "vanlig" ferðafólk, sum koma hendavegin hesa bestu ársins tíð. Vit hava júst havt vitjan av teimum kongaligu úr Danmark og ikki kann sigast annað enn, at vitjanin gekk væl og vóru tey kongaligu sera væl móttikin kring oyggjarnar, har tey vitjaðu saman við einum væluppløgdum løgmanshjún. Hóast veðurgudarnir ikki vóru í sínum besta hýri allar teir kongaligu dagarnar, so er fatanin kortini tann, at vitjanin hepnaðist væl. Í hvussu er fór drotning við fylgi av aftur landinum við ynskinum um at koma skjótt aftur. Tað, sum tó var serstakt við hesi vitjan, varð tann sannroynd, at bæði Fríðríkur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa vórðu við. Hon á síni fyrstu Føroyavitjan nakrantíð. Alla staðni har tey vitjaðu flokkaðust børn og tilkomin um ta vøkru Mary, og tað var tí heldur ikki so løgið, at hon fekk mest "uppmerksomheit" í fjølmiðl- unum. Føroyingar eru kendir fyri sítt gestablídni og tað slapp so sanniliga at standa sín roynd hesar seinastu dagarnar. Og ikki kann sigast annað enn, at móttøkan av kongsfamiljuni var framúr. Í øllum búplássum, har tey kongaligu vitjaðu, úr Vági til Gjáar og av Viðareiði til Gásadals var veruligur kongaligur dámur. Tað er tí heldur ikki ov nógv sagt, tá vit staðfesta, at føroyingar sum heild eru sera góðir við kongshúsið. Margretha drotning og Heindrikkur prinsur, Fríðrikkur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa skulu vera so hjartaliga vælkomin at vitja vøkru oyggjar okkara eina aðru ferð. DAGSINS MEINING Sosialurin Kongalig vitjan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Olav Enomoto Løgtingsmaður Sambandsflokksins Páll á Reynatúgvu setti seg sjálvan fram um tignina. Tá ið eg hoyrdi í Kringvapi Føroya, at Páll á Reyna- túgvu, borgarstjóri á Sandi hevði noktað Hennara Há- tign at nýta sítt egna flagg, regentflaggið á vitjan henn- ara heima á Sandi, hugsaði eg, at talan mátti vera um álvarsama misskiljing. Bæði Páll á Reynatúgvu og Kringvarpið tosaðu um almenna Dannebrog. Hetta er eisini skilligt av tí grund, at Regentflaggið er sjáld- samt og ikki vanliga brúkt her í Føroyum. Nakrir av ovastu donsku myndug- leikunum hava egið flagg, og merkir hetta, at bæði Kongur, Drotning og trúnarvingurin hava egið flagg. Fløggini eru nær um lík almenna Dannebrog, men bera frámerkir sum siga, hvat flagg talan er um. Soleiðis sum eg skilji tað, sum hent er, noktaði løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Sandi Hennara Hátign at nýta sítt egna flagg, og ikki Dannebrog, sum tíðindini bóru bráð av. Vit kunnu síðani hava eitt akademiskt temakjak um, hvørt Regentflaggið er tað sama sum Danneborg ella kanska tað sum líkist. Frá fakta til mína persón- ligu meining um málið. Tað er beint út sagt stoytandi at hoyra um slíkar hendingar, serliga tá ið ein løgtings- maður og borgarstjóri stendur sum vertur fyri Hennara Hátign. Tá ið ein hevur átikið sær tað tignar- ligu uppgávu sum vertur fyri eina regent vitjan, merkir hetta samstundis at allir respektivu persónar átaka sær tær skildur sum har við fylgja. Kenni eg Páll á Reyna- túgvu rætt, hevur hann gjørt hetta, tí tað var okkara regentur, og ikki ein annar regentur. Um ikki, so vænti eg sjálvandi sama konse- kventu praksis, um Kongur av Noregi nakrantíð kemur á vitjan heima á Sandi. Fólk kunnu so gera sær sínar egnu meiningar, um Páll av Reynatúgvu er egnaður sum vertur fyri aðrar tygnarligar vitjanir. Thorbjörn Brochs Nú öll kasta seg yvir Jógvan við Keldu, má eg spyrja, um nakar av teimum hevur spurt seg sjálvan, hvat málið snýr seg um. Málið snýr seg ikki um, at Jógvan við Keldu hevur lagt seg eftir einum ávísum útlendskum pari, men at tíðindafólk og politikkarar hava tikið seg saman, fyri at leggja á Jógvan við Keldu. Eg sá sjálvur sendingina. Hann helt seg til "sakina". Spurningurin var ikki, um eitt ávíst par skuldi fáa útbúgving í Föroyum. Tíðindafólkið vildi viðgera eitt ávíst par við einum ávísum navni. Men Jógvan vildi heldur tosa um, hvörjar megin- reglur vit skuldu halda okkum til. Tí sendi hann eisini spurningin víðari til Mentamálaráðið. Var tað eingin, ið fataði tað? Ringt er at verða spurdur, tá ið ikki verður lurtað eftir, hvat ein veruliga svarar. Ein maður, nevndur Martin, segði, at Jógvan "fanst at útlendingum, sum fáa sær útbúgving í Föroy- um". Tað er ikki nokk at vísa til, hvat maður hevur sagt, um ein ikki dugir at síggja, hvat hann ikki hevur sagt. Ein annar maður var so primitivur, at eg vil hvörki nevna navn, heim- stað ella orð hansara. Pressan burdi sett eitt mark fyri, hvussu ljótur ein sleppur at vera. Í flest öllum londum verður tosað um yvirgang, og hvussu ein kann minka um hann. Í Noregi spurdi Carl I. Hagen, formaður Framburðsfloksins, hví teir "moderatu" muslimarnir - sum tosað verður um - ikki funnust at yvirgangsmonn- unum. Svarið frá politikk- arum, muslimum og tíð- indafólkunum var eitt og tað sama. Tað var ein niðurgering av Islam, at seta sovorðnan spurning fram. Men sig mær: Kom svarið frá hjartanum, ella var tað bert eitt nýtt hövi at kasta seg yvir Carl I. Hagen? Um nakar lesari hevur áhuga fyri útlendingamál, so er ein lítil viðmerking at lesa í Sosialinum tann 14. apríl í ár. "Útlendingar" eitur hon. Eg var bangin fyri, at okkurt í greinini skuldi ganga út, og so varð. Álopini móti Jógvani við Keldu eru farin útum tað, sum eigur at roknast sum sömiligt. Regentflaggið Hvat snýr málið seg um?