Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 120 - 28. juni 2005 – Endamálið er heilt greitt: Eg ynski at boða gleðiboðskapin gjøgnum andaligan sang, sigur 63 ára gamli Hallgrím Mið- berg, sum um dagar- nar gevur út fyrstu fløgu sína við egnum verkum. Sjálvur spæl- ir hann steelguitar á fløguni TÓNLEIKUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fløga: Hallgrím skrivaði í síni tíð sangin "Eg siti so eina", sum Vestmenn gjørdu til ein sannan slag- ara. Eftir at verða umvendur fyri 40 árum síðani hevur hann skrivað andaligar sangir ístaðin. Eftir hann liggja fleiri sangir, men nú er so møguleiki hjá fólki at hoyra 10 teirra á nýggju fløguni "Fagrari sang". – Eg havi leingi droymt um at geva eina slíka anda- liga fløgu út, sigur Hall- grím, sum í mong ár hevur havt egið bakarí í Saltang- ará. Eg havi havt úr at gera við bakarínum, og havi tí ikki havt stundir at hugsa um slíkt. – Men tá eg gavst at baka fyri trimum árum síðani, kom henda hugsanin fram aftur. Og nú, - umsíðir gjørdist tað so til veruleika, sigur Hallgrím Miðberg. Fløgan er nú at fáa um alt landið, og so er bert eftir at vóna, at fólk fara at taka væl ímóti fløguni. – Hetta er ein rólig fløga. Men eg vænti, at hon fer at vinna við tíðini, sigur hann. Fimm ørindi í eina nátt Á nýggju fløguni eru 10 sangir, har Hallgrím sjálvur í flestu førum eigur bæði orðini og løgini. Tann elsta sangin á fløg- uni skrivaði hann í 1972 – sangin "Ríkur maður var". Og Hallgrím minnist sera væl, hvussu hesin sangurin kom í lag. Hann kendi væl frásøgn- ina í Bíbliuni um ríka mannin og Lazarus, soleið- is sum hon stendur skrivað í Lukasi kapittul 16. – Eitt kvøldið var eg á møti, har hálvi føroyingur- in, Gudmundur Johannes- son úr Skotlandi, sang ein sang við hesum lagnum. Lagið fangaði meg beinan- vegin, tí eg helt tað vera so gott. Eg slapp simpelthen ikki frá tí – tað nærum ringdi inni í høvdinum á mær allatíðina. – Tá eg kom heim av møtinum hetta kvøldið, kom henda frásøgnin fram fyri meg beinanvegin. Og eftir stuttari løtu hevði eg skrivað trý tey fyrstu ørind- ini í sanginum. Um náttina vaknaði eg, og varð inspi- reraður at skriva meiri, og soleiðis komu tvey tey seinastu ørindini. – Tað er einki broytt í versunum. Tey eru júst tey somu sum vórðu skrivað hetta kvøldið og hesa nátt- ina fyri 33 árum síðani, sigur Hallgrím Miðberg. Persónlig trúgv Sangur og tónleikur hevur altíð verið ein partur av lívinum hjá Hallgrími. Longu sum 19 ára gamal skrivaði hann sín fyrsta sang. Neyvan mundi hann gruna tá, at hesin sangurin fleiri ár seinni skuldi gerast ein sonn landaplága og evergreens í føroyskum tónleikahøpi – sangurin "Eg siti so eina við bálið í kvøld". Í heimbygdini Vestmanna spældi hann við í fleiri bólkum, og tá hann í 1965 kom til persónliga trúgv á Jesus, slepti hann ikki tón- leikinum. Heldur hinvegin. Hann var ein teirra, sum tók stig til stovnan av tí so vælkenda og vældámda andaliga bólkin "Midnátt- arsangbólkin" fyri júst 40 árum síðani. Hesin bólk- urin hevur eisini verið við í útgávum, men sjálvur hev- ur Hallgrím ongatíð givið nakrar av sínum egnu sang- um út. - Nú helt eg at tíðin var komin til hetta. Og tí havi eg eisini lagt dent á, at sangirnir á fløguni skulu vera slíkir, sum fólk ikki hava hoyrt áður, sigur hann. – Ein dreymur gongur út við nýggju fløguni Fløgan "Fagrari sang" Tónleikarar: James Olsen, trummur Arnold Ludvig, bass Ólavur Øster, guitar Jákup Zachariassen, el. guitar/dobro/steelguitar Finnur Hansen, ljómborð Hallgrím Miðberg, steelguitar Dánjal Zachariassen, slagverk Elsebeth Lassaberg, Paula Jespersen og Jóhan Magnus K. Olsen, kór. Ljóðbland: Jákup Zachariassen Mastering: Óli Poulsen Upptøka: Útvarp Føroya og JakZac Studio Hallgrím Miðberg hevur skrivað mong orð og mong løgini. Nú verða 10 teirra at hoyra á nýggju fløguni "Fagrari sang" Lesið Sosialin - so eru tit við VIÐMERKINGAR Alfred Olsen løgtingsmaður Bý- og bygdaráðini hava øll rós uppiborið fyri tað móttøku og fyriskipaðu rundvísing fyri konga- familjuni, sum tit klár- aðu sera væl og har nógv av tiltøkum tykk- ara vóru genial. Vitjanin vísti eisini, at vit í Føroyum eru fyri- komandi, hjartalig og gestablíð, og vístu kongafamiljuni eina er- liga og hóskandi virðing. Vinnulívið Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir víst á, at vinnulívið eigur at vera við og brúka tað fjøl- miðla- og vinnuliga fok- us, sum altíð er knýtt at eini kongaligari vitjan, óansæð um henda er í Føroyum ella úti í heimið. Vit skulu vera við, tí vit hava nógv sera dugnalig vinnulívsfólk, umframt fleiri evnaríkar tóna- og mótasmiðir, sum hava format at gera seg gald- andi úti í heimið. Drotningin vísti eisini á hetta á tíðindafundinum og legði upp til, at móta- og nótasmiðir okkara gera vart við seg og síni pro- duktir, og bjóða hesi fram. Eg vóni tí, at á næstu uttanlandsferð hjá drotn- ingini, eru nøkur av okk- ara vinnulívs- tóna- og mótafólkum við í ferða- lagnum. Veðrið "Veðrið má sær ráða" og tað gjørdi tað sanniliga í døgunum kongavitjanin vardi, og var eisini or- søkin fyri, at t.d. vitjanin úti í Mykinesi mátti av- lýsast, uttan at hetta skapti trupulleikar fyri vitjanina í Vágunum, bert spell at tit í Mykinesi ikki fingu vitjan av tí unga kongaliga parinum. Tjóðveldisflokkurin Tíverri megnaði formaður Tjóðveldisfloksins ikki at vísa gestablídni og virð- ing fyri teimum konga- ligu gestunum, men ákærdi Margrethu drotn- ing fyri at blanda seg í politikk, tá hon nam við lógir sum eru samtyktar í Løgtinginum og Fólka- tinginum. Formaður Tjóðveldis- floksins helt seg sikkurt spæla ein trumf út, tá hann eftir røðuna hjá Margrethu drotning í Norðurlandahúsinum boðaði frá, at hann her- eftir ikki kom at luttaka í kongavitjanini, sum um tað skuldi hava nakrar fylgir fyri vitjanina. Tað hevur tað sjálvandi heldur ikki haft, og vit kunnu fegnast um, at vitjanin helt fram ótarnað, uttan luttøku av formanni Tjóð- veldisins. Yvirvurdera seg sjálvan At formaðurin í Tjóðveld- isflokkinum yvirvurderar sín egna leiklut, er harmi- ligt fyri hann sjálvan, men tað sum harmar meg nógv meira er, at hann við ógrundaðum álopum móti Margrethu drotning er við til at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark, og millum føroy- ingar og danskarar. Men tíverri er hetta ikki fyrstu ferð, tí hvør minn- ist ikki tíðina frá 1998 og fram til seinasta val, hvussu Tjóðveldisflokk- urin royndi at niðurbróta tey ríku og gagnligu bondini sum eru millum Føroyar og Danmark, millum føroyingar og danskarar, til skaða fyri báðar partar. Tjóðveldisflokkurin ongan leiklut Tað hava verið føroyingar, ið hava hildið, at tað bleiv Tjóðveldisflokkurin sum kom at hava leiklutin at fremja broytingar í viður- skiftunum millum Føroy- ar og Danmark, men síð- ani seinasta løgtingsval og somuleiðis eftir konga- vitjanina, er flestu føroy- ingum greitt, at Tjóð- veldsiflokkurin ongan gagnligan leiklut kemur at hava í normaliseringini av viðurskiftunum í ríkis- eindini, ið umfatar Grøn- land, Føroyar og Dan- mark, men at leisturin verður nýskipanarupp- skotið hjá Sambands- flokkinum. Vónandi kemur tað ógrundaða álopið hjá Tjóðveldisflokkinum á Margrethu drotning, bert at hava ein avmarkaðan skaða fyri lesandi og fast- búgvandi føroyingar í Danmark, men eitt er vist, nakað gagnligt árin hevur álop Tjóðveldisfloksins ikki fyri nakran. Kongaliga vitjanin og Tjóðveldisflokkurin