Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 26. juni fyllir Hjalmar Joensen, vanliga nevndur Hjalmar í Tøðuni, 75 ár. Hjalmar er sonur Andreu og Olevinus í Tøðuni í Fuglafirði. Sum heilt ungur fór Hjalmar til skips, har hann starvaðist í mong ár. Tá ið hann fór í land, gjørdist hann vrakari. Tá ið sildafiskiskap- urin var upp á tað besta, og sildin varð løgd í tunnur, arbeiddi hann við at leggja sild í tunnur á kajini í Fuglafirði. Tað lá væl fyri, kvikur og ágrýtin sum fáur. Seinni arbeiddi hann á flakavirk- inum í Fuglafirði, seinni úti í Runa- vík. Hjalmar var giftur við Helmu, sum fyri nøkrum árum síðani doyði. Børnini vóru Herman, Annika, Ovi og Sigbjørg. Trý tey fyrst- nevndu búgva í Fuglafirði, meðan síðstnevnda býr í Danmark. Hjalmar hevði óvanliga stóran áhuga fyri ítrótti.Sum ungur var hann fastur leikarai á besta liðnum í Fuglafirði. Tá hann gavst at spæla, so fór hann upp í nevndar- arbeiðið hjá ÍF, har hann helst hevur sett met sum formaður. Hetta arbeiðið gekk hann upp í við lív og sál, og glaður var hann, tá hann sá góð úrslit fyri felagið, bæði innan fótbólt, hondbólt ella róður. Tey árini gott vinarbýarsamstarv var millum Fuglafjørð og Selfoss, og fuglfirðingar fóru til Íslands at spæla, ja so var Hjalmar við. Ræðið lá fyri at tosa íslendskt, tí sum yngri hevði hann eisini verið í í Ísandi, og nógvar vinir fekk hann har,sum hann enn hevur. Stóran áhuga hevði hann somu- leiðis fyri sjónleiki. Tað var tann tíð Í Fuglafirði, at nógvir sjónleikir vórðu framførdir, og eisini her tók Hjalmar lut. Hjalmar er framvegis líka hugað- ur fyri ítróttini - ÍF er farmvegis hansara lið.Hóast hann ikki er so nógv í Fugalfirði longur, so hevur alt, sum fer fram í heimbygdini, hansara stóran áhuga. Hjalmar heldur føðingardagin í Lonini í Fuglafirði sunnudagin frá klokkan 16 til klokkan 22. Hjartaliga tillukku Hjalmar. ÍF-arar Kommunusamskipan Føroya hevur í dag sett Bárð Larsen í starv sum løgfrøðisligur ráðgevi í KSF. Bárður hevur tikið løgfrøðisligt embætis- prógv við universitetið í Keypmannahavn í 2002. Hann starvaðist í 2 ár sum fulltrúi í Løgmála- ráðnum, sum seinni varð Innlendismála-ráðið. Hann var eitt skifti skrivari í Grundlógar- nevndini og hevur sein- asta hálva árið arbeitt sum sjálvstøðugur ráð- gevi. Bárður hevur eisini verið ritstjóri í Føroysk- um Lógarriti og hevur skrivað greinar um før- oyska løgfrøði m. a. í danska tíðarritið »Jurist- en« og í Føroyskum Lógar Ritið FLR. Hjalmar í Tøðuni 75 ár Bárður Larsen løgfrøðisligur ráðgevi í Kommunu- samskipanini 80 ár Í dag, 28. juni, verður Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, 80 ár. Føðingardagin heldur hann í Danmark. Adr. er: Nørupvej 28, 2610 Rødovre. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Ása Simonsen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Eisini hjartans tøkk fyri góða hjálp til ervið. Familjunnar vegna Jóannes Tað verður Patrick de Neergaard, sóknarprest- ur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi, sum præ- dikar á ólavsøku í ár. Ólavsøkuprædikan er eitt slag av elddópi hjá prestunum. Tað gongur upp á skift at prædika á ólavsøku, og er tað altíð tann av prestunum, sum hevur verið longst í starvi, men sum ikki hevur prædikað á ólav- søku áður, sum fær heið- urin. Patrick de Neergaard prædikar á ólavsøku NORÐOYATUNNIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stjórin fyri Norðoyatunnil- in sigur, at tað verður bara arbeiðskoyring og neyð- sendarkoyring í Noroyat- unlinum, meðan arbeiðið verður gjørt liðugt. Undirsjóvartunnilin mill- um Klaksvík og Leirvík er nú veruleiki. Tunnilin er opin allan vegin millum Norðoyggjar og Eystur- oynna, og ein partur av teinum er eisini asfalter- aður. Men hóast tað nú kann koyrast undir Leirvíksfirði, so sleppa fólk ikki fram at tunlinum fyrr enn hann er heilt liðugur. – Tunnilin er at rokna sum eitt arbeiðspláss, og tí loyva vit bara arbeiðskoyr- ing og neyðsendarkoyring í tunlinum. Vit geva ikki undantøk til aðra koyring, tí tað verður ein skrúva uttan enda, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Norðoyatunnilin. Eingin almenn ferðsla Leygarkvøldið royndu nógv fólk at koyra ígjøg- num tunnilin. Bussar fóru gjøgnum tunnilin við gestunum til veitsluna hjá Norðoyatunlinum, og heimaftur vóru ítróttarfólk, sum komu úr Suðuroynni, uppi í bussunum. Men hóast hendan koyr- ing smakkar av meira, so mugu fólk eisini næstu mánaðirnar sigla um Leir- víksfjørð. – Vit loyva sjúkraflutn- ingi ígjøgnum tunnilin, tá ið tað ber til, men annars letur tað seg ikki gera at sleppa ígjøgnum. Tað verð- ur eingin almenn ferðsla ígjøgnum tunnilin, fyrr enn hann er liðugur næsta ár, sigur Dávur Reinert Han- sen. Les meira um Norðoya- tunnilin á síðunum 20 og 21. Stórseljandi poppbólk- urin við teimum mongu landaplágunum aftan fyri seg fer at spæla á Summar Festivalinum. Bólkurin lovar eitt ordans brak við øllum teimum bestu sangunum hjá sær SUMMARFESTIVALUR Dynamitt er ein søga fyri seg í føroyskum tónleiki. Bólkurin, sum ongantíð reypaði sær av at verða tann tekniskt besti bólkurin, dugdi at fáa lív í sum eingin annar, og teir skrivaðu eina landaplágu fyri og aðra eftir. Sum dansibólkur frá 1984 og nógv ár fram var Dynamitt í serflokki. Bólk- urin kundi gera eitthvørt grátt leygarkvøld til eina oasu av lívi, undirhaldi og gleði, og á teirra ferð kring Føroyar vunnu teir ein stórsigur fyri og annan eftir sum besti dansibólkurin í landinum. Og tað er ein nógv um- tala hending, tá ið Dyna- mitt – mitt í tí heila – fór til Danmarkar at vera við í eini tónleikakapping hjá Se & Hør og ruddaði alla mótstøðu av vegnum við tí øra sanginum, Aja Aja Umba. Á útgávum síðani 1987 hava teir eisini setti síni týðuligu spor í føroyska tónleikalandslagnum. Bandið Myndin kom í 1987, og á hesari útgávu var millum annað sangurin um Ommuna, sum gjørdist ein tann mest spældi sangurin í føroyskum út- varpið í langa tíðir. Síðani eru fleiri útgávur komnar frá bólkinum, og sangir sum Pápi Tín Býr Ei Í Tórshavn, Bangin, Abbi, Grøv Nummar 13, Fløskan hava gjørt bólkin til ein tann best seljandi bólkin í føroyskum tónleiki. Dymamitt fer at spæla á Summar Festivalinum við fullari manning, og nú sum fyrr eru oddamenninir í bólkinum Niklas Heri Jákupsson og Hans Jacob Nystrøm. Dynamitt fer í luftina á Summar Festivalinum Eingin ferðsla gjøgnum Norðoyatunnilin