Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Umframt allar tær óteljandi blómurnar, sum vórðu hentaðar – serliga til Mary, fingu tey kongaligu eisini gávur frá nærum øllum kommunu- num, tey vitjaðu. Vit draga her heilt stutt samanum eydna@sosialurin.fo Frá Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna var tann fyrsta at handa gávur til kongaligu pørini. Heilsanin til Margrethu drotning var eitt bundna- turriklæði, sum Paulina av Steinum hevur sniðgivið. Tað er bundið við hond í eintráðaðum tógvi úr føroyskari ull við hvítum silkitráði. Bundnaturri- klæðið er av sama slagi sum tað, sum vann Glugga- glæmukappingina í fjør. Heindrikur prinsur fekk føroyskan fjallstav, ið Nigro A. Hermansen, hand- og listahandverkari hevur virkað úr træi. Fjall- stavurin er gjørdur í mans- hædd. Ovari parturin er innanopin, so okkurt kann goymast í honum. Krúnprinsessa Mary fekk eitt klædnasett, sum Inga Maria Vang hevur snið- givið. Settið er gjørt við íblástri í brúnu litunum, sum Mary hevur, og úr taraslagnum Rhodymenia Palmata. Talan er um troyggju við siðbundnum føroyskum Sunnevustovu- mynstri, bundið úr eintráð- aðum føroyskum tógvi, litað við steinamosa og bundið í Sunnuvustovu- mynstrið. Turriklæðið er mynstrutt som troyggjan, og annar endin av turri- klæðnum hevur ermurond. Niðurdeilurin er úr ruskinni við fóðri av taft. Niðurdeil- urin er skrýddur við roði. Guðrun og Guðrun hava sniðgivið og seymað jakkan, sum krúnprinsurin fekk frá Tórshavnar kommunu. Talan er um jakka úr seyðaskinni. Frá Sands kommunu: Við sær aftur av Sandi høvdu Margreta og Mary hvør sína brosju. Talan er um eftirger av brosjuni, sum er funnin í Junkarins flótti á Sandi, og sum er mett at vera frá 900- talinum. Feðgarnir báðir fingu hvør sína slipsnál og man- sjettknappar, við sig- mundarkrossinum á. Herfinn Seloy hjá Niels L. Arge hevur gjørt allar smúkkurnar. Frá Vágs kommunu: Vágs kommuna gjørdi av at geva gávur, gjørdar av lokalum fólki. Krúnprinsaparið fekk hvør sín jakka frá Sirri, sum vórðu sniðgivnir til endamálið. Regentparið fekk tveir málningar, sum Ásgerð Àsgeirsdóttir hevur málað. Frá Klaksvíkar kommunu: Krúnprinsaparið fekk eitt talvborð, sum Hans JAkku Østerø hevur gjørt. Regentparið fekk eitt modell av skonnartbriggini »Løvenørn«, sum gekk burtur 25. maj 1882. Tað var fyrsta klaksvíksskipið, sum gekk burtur, og 11 mans komu ikki afturíaftur. Skipið varð funnið, skolað upp á vesturlandið, saman við tvøroyrarsluppini »Bella«, sum eisini fórst í brádliga illveðrinum, sum tá kom á. Frá Viðareiðis Kommunu: Krúnprinsaparið, sum vitjaði á Viðareiði, fekk ein málning av Arnold Vegg- hamar. Málningurin ímynd- ar Múlan og Nakkin, sum er útsýnið av helluni á Viðareiði. Tað má metast at vera ein hóskandi gáva, tí krúnprinsessan var sjónliga hugtikin av avbera vakra útsýninum haðani. Frá kommununum í Vágunum: Í Vágunum samdust allar kommunurnar um at geva gávur í felag. Tær vórðu latnar í Miðvági. Regentparið fekk tríggjar bøkur. Eina nýggja, ið snýr seg um Trónd Patursson og eitur »Atlantia«. Eisini fingu tey bókina um hin føroyska róðrarbátin, og »107 vise bogen«, ið snýr seg um kingosang í Føroyum. Krúnprinsaparið fekk hvør sín jakka, sum Malan á Lofti hevur sniðgivið. Prinsessan fekk ein jakka, seymaðan úr skinni, har skinnið vendi inn. Prinsurin fekk ein jakka, virkaður úr myrkamorreyð- ari, tøvdari ull og við leðurseymum. eys 14 Nr. 120 - 28. juni 2005 Gávur, tey kongaligu fingu á Føroyaferðini Myndin til vinstru: Kommunurnar í Vágunum slóu seg saman at geva Mary hendan jakkan Bundnaturriklæðið, sum drotningin fekk frá Tórshavnar Kommunu. Útskorin fjallstavur, sum Hendrikur prinsur fekk frá Tórshavnar Kommunu Klædnasettið, sum Mary fekk í Havn Fyrsti jakkin, sum krúnprinsurin fekk í Føroyum, frá Tórshavnar Kommunu Gávan til krúnprinsaparið frá Vágs býráð var tveir jakkar frá Sirri Regentparið fekk tveir málningar frá »Aggi«, tá tey vitjaðu í Vági Myndin til høgru: Turriklæðið, sum Mary fekk í Havn, er mynstrutt som troyggjan, og annar endin av turriklæðnum hevur ermu- rond. Írestandi gávurnar verða lýstar í blaðnum í morgin