Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ger gjøldur burtur úr føroysku klæðunum Tað er fallið nógvum føroyingum fyri bróstið, at danska Ekstra Blaðið á heimasíðu sínari hevur gjørt gjøldur burtur úr limunum í kongafamiljuni, sum eru ílatin føroyskum klæðum. HOFF STOFF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á heimasíðuni www.eb.dk hevur danska blaðið havt eina atkvøðugreiðslu um, hvørt tað er Heindrikur Prinsur ella Mary Krún- prinsessa, ið sær mest tápu- lig út í føroyskum klæðum í sambandi við vitjanina í Føroyum í farnu viku. Nathue og folkedanserkorsage Spurningurin á heimasíð- uni hjá Ekstra Blaðnum ljóðar soleiðis: Hvem ser mest fjollet ud i færøsk folkedragt? Síðani verður hildið fram: Prins Henrik i nathue eller kronprinsessa Mary í noget, der mest af alt ligner en folkedanser- korsage. Sosialurin hevur frætt frá fleiri føroyingum, ið halda hesa atkvøðugreiðslu verða undir alt lágmark, og sum halda, at hetta er at gera gjøldur burtur úr føroysku klæðunum. Í sambandi við atkvøðu- greiðsluna á heimasíðuni hevur blaðið eisini myndir av bæði Heindriki Prinsi og Mary Krúnprinsessu á veg inn til galladøgurðan í Norðurlandahúsinum mána- kvøldið í farnu viku, tá ið øll tann kongaliga familjan var í føroyskum búna. Blaðstjórin avsannar Hans Engell er blaðstjóri á Ekstra Blaðnum, og hann avsannar, at blaðið ger gjøldur burtur úr føroysku klæðunum. - Hetta er gjørt til stutt- leika. Vit hava avgjørt ikki nakrar ætlanir um at spotta føroysku fólkasálina. Vit hildu, at serliga Heindrikur Prinsur sá løgin út í klæð- unum, og tí gjørdu vit hasa atkvøðugreiðsluna á netin- um, sigur Hans Engell. Danski blaðstjórin sigur, at tað mangan áður er kom- ið fyri, at blaðið hevur nýtt ymiskar myndir av limum í kongshúsinum í ymiskum serligum búnum til okkurt stuttligt, og hann nevnir í hesum sambandi millum annað, at blaðið einaferð gjørdi nógv burtur úr Heindriki Prinsi í donskum admiralbúna. - Vit hava gjørt hetta til stuttleika, men um føroy- ingar hava tikið tað illa upp, so er tað harmiligt. Hetta er undir ongum um- støðum eitt tekin um manglandi virðing fyri før- oyingum og føroyskum klæðum, sigur Hans Engell. Til stuttleika kann nevn- ast, at Heindrikur Prinsur greitt vann atkvøðugreiðsl- una á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum. Viðareiðis Kommuna hevur sent Jógvani á Lakjuni, mentamála- ráðharra, eitt skriv, har kommunan átal- ar, at SVF als ikki hevði dekning av vitj- anini hjá krúnprinsa- parinum á Viðareiði seinasta mikudag HOFF STOFF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í skrivinum, sum er undirskrivað av Árna Ab- salonsen, borgarstjóra, verður funnist hvassliga at SVF, tí sjónvarpið bara dekkaði summi øki í sam- bandi við kongaligu vitjan- ina. Viðareiðis Kommuna krevur í skrivinum, at manglandi dekningurin av vitjanini á Viðareiði fær avleiðingar. Høvdu gjørt nógv burturúr Sagt verður, at bæði bygdin og fólkið á Viðareiði hava gjørt sera nógv burtur úr vitjanini hjá teimum konga- ligu, og tey eru sera vón- svikin av, at føroysku loft- miðlarnir virða hetta so lít- ið. Somuleiðis verður sagt, at tað hevði havt stóran týdning fyri bygdina, um hon hevði fingið eitt sindur av umtalu og harvið "rekl- amu" í sjónvarpinum. Tá ið drotningin vitjaði í Føroyum í 1995, var eisini vitjað á Viðareiði, men heldur ikki tá hevði SVF nakra dekning av Viðareiði, og tí høvdu viðingar vænt- að og vónað, at SVF royndi at gera skaðan góðan aftur hesaferð, men teir fóru skeivir. Viðingar halda, at tá talan er um public ser- vice, eiga teir at fáa eins góða umtalu sum onnur, og tá ið tað ikki er gjørt, ivast teir í, um viðingar ikki eiga at sleppa undan at gjalda til SVF/ÚF. Vit royndu mánadagin at fáa eina viðmerking bæði frá landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, og stjór- anum fyri Kringvarpi Før- oya, Jógvan Jespersen, men hvørgin teirra var at hitta. Viðingar átala sjónvarpið Viðingar eru vónbrotnir av, at SVF ikki hevði nakran dekning av, tá ið krúnprinsa- parið í farnu viku vitjaði á Viðareiði. Tí hevur borgars- tjórin í Viðareiði kommunu, Árni Absalonsen, sum her vísir krúnprinsahjúnunum runt, sent landsstýris- manninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, eitt klaguskriv Mynd: Bárður Lydersen Soleiðis sær atkvøðugreiðslan út á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum, har lesarar blaðsins skuldu gera av, um tað var Heindrikur Prinsur ella Mary Krúnprinsessa, ið sóu býttast út í føroyskum klæðum. Myndaviðgerð: Álvur Haraldsen Blaðstjórin á Ekstra Blaðnum, Hans Engel, sigur, at atkvøðugreiðslan á heimasíðuni hjá blaðnum ikki er gjørd fyri at gera gjøldur burtur úr føroysku klæðunum. Savnsmynd