týsdagur 28. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 120 - 28. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Handil skal
kannast
Fýra limir í ameri-
konsku
Kongressini
hava biðið stjórnina
kanna, um nakar vandi
kann standast av, at
kinesarar
sleppa
at
keypa amerikanska olju-
felagið Unocal.
Almenna
kinesiska
oljufelagið
CNOOC
hevur boðið sær til at
keypa Unical fyri góðar
110 milliardir krónur.
Verður handilin veru-
leiki, er er tað met, tí so
nógv hava kinesarar
ongantíð goldið fyri eitt
útlendskt felag fyrr.
Men enn eru ikki allar
súður syftar, tí ameri-
kanska
oljufelagið
Chevron er til reiðar at
gjalda slakar 100 milli-
ardir krónur fyri Unocal.
Fleiri
amerikanskir
politikarar hava sagt seg
ivast í, um tað er rætt at
selja kinesarum Unocal,
sum er fimstistørsta
oljufelagið í USA, og
sum hevur høvuðssæti í
Kalifornia. Kinesararnir
hava roynt at sissa
amerikanararnar við at
siga, at teir eru til reiðar
at seta nakrar amerikan-
arar í leiðsluna í felag-
num aftan á keypið. Tað
tykist ikki vera nóg
mikið, og tí skal stjórnin
í Washington nú kanna,
um ein møgulig søla ber
nakran vanda í sær,
skrivar Reuters.
Royna nýtt
snartok
Í Japan er ein fyritøka
farin undir at gera
royndir
við
einum
nýggjum snartoki, sum
ætlandi skal koyra skjót-
ari enn 400 kilometrar
um tíman.
Tað nýggja tokið hev-
ur fingið navnið Fastech
360S. Royndirnar byrj-
aðu fyri nøkrum døgum
síðani, og um vikuskift-
ið eydnaðist tað at fáa
tokið at koyra 275 kilo-
metrar um tíman. Men
tað eru japanararnir ikki
nøgdir við, og teir hava
sett sær fyri, at ferðin
skal koma upp á 405
kilometrar um tíman,
áðrenn royndirnar enda í
2008. Tey skjótastu tok-
ini, sum koyra í dag,
kunnu klára 350 kilo-
metrar um tíman.
Bremsuskipanin á tí
nýggja japanska tokin-
um hevur vakt ans.
Fleiri hava heft seg við,
at tokið hevur eitt slag
av oyrum, sum verða
koyrd út, tá tokið skal
seta ferðina niður. Oyr-
uni eru so mikið stór, at
luftmótstøðan ger, at
tokið at enda steðgar,
skrivar AP.
USA eigur at
lata meiri
Rockstjørnan Bob Gel-
dof heldur, at USA eigur
at veita teimum fátæku í
heiminum størri stuðul.
Næsta
vikuskiftið
skipar Bob Geldof fyri
konsertum, sum hava
fingið heitið Live 8, og
endamálið við teimum
at fáa heimssamfelagið
at geva fátækradøminum
í Afrika størri ans.
ES hevur samtykt at
tvífalda stuðulin til tey
fátæku londini innan
2015, og nú vil Bob
Geldof hava amerikan-
ararnar at gera tað sama.
Hann sigur, at tað eru
ikki bara pengar, sum
hava týdning í hesum
føri, men at USA kann
ganga undan við at
leggja størri dent á fá-
tækradømið. Bob Gel-
dof er heldur ikki nøgd-
ur við tað, sum Kanada
ger fyri at beina fyri fá-
tækradøminum í Afrika
og aðrastaðni í heimin-
um.
2. juli verða Live 8-
konsertir í fleiri stórbý-
um so sum London,
París, Rom og Phila-
delphia. millum teirra,
sum fara á pallin, eru
kend nøvn sum Ma-
donna, U2, Paul Mc
Cartney og Coldplay.
Fólk í 140 londum fáa
høvi at síggja konsert-
irnar í sjónvarpinum.
Funnið gamla
tekning av skipi
Tey seinastu tvey árini
hava norskir fornfrøð-
ingar funnið meiri enn
eitt túsund gamlar tekn-
ingar, sum eru ristar í
grót nærhendis býnum
Skien.
David
Vogt,
sum
starvast á lærda háskúl-
anum í Oslo, sigur við
Aftenposten, at tekning-
arnar eru av fólki, hund-
um, rossum og øðrum
djórum. Harafturat eru
næstan hundrað tekn-
ingar av skipum. Millum
annað er ein fýra metrar
long tekning av einum
skipi, og hetta er tann
fyrsta tekningin av hes-
um slagi, sum er funnin í
Norðurlondum,
sigur
David Vogt.
Norsku fornfrøðing-
arnir siga, at tekningar-
nar stava frá teirri yngru
bronzuøldini. Tað merk-
ir, at tær eru ímillum
2500
og
3100
ára
gamlar.
Tey, sum spæla sær í sjó-
num úti fyri strondini í
Walton County í Florida,
hava vanliga ikki fyri neyð-
ini at stúra fyri hávi, men
um vikuskiftið hendi kort-
ini tað, at ein hávur drap
eina 14 ára gamla gentu.
Hetta er tað fyrsta háva-
álopið har í meiri enn 70 ár,
og serfrøðingar siga, at tað
hendir neyvan heldur aftur í
bræði.
Serfrøðingurin
George Burgess, sum í
mong ár hevur kannað at-
burðin hjá hávi, sigur við
AP, at talan var um ein
serstakan tilburð, og hann
heldur ikki, at fólki nýtist at
stúra fyri fleiri slíkum álop-
um.
Myndugleikarnir
hava
latið strondina í Walton
County uppaftur, men vakt-
arhaldið er styrkt munandi.
Tað hendir annars javn-
an, at hávar leypa á fólk
aðrastaðni
fram
við
Florida-strondini, men tað
er sjáldan, at álopini kosta
mannalív. Seinast var í
2001.
Nývaldi forsetin í
Iran hevur lovað at
fara hóvliga fram,
men orðalagið ímill-
um Teheran og Wash-
ington er longu
harðnað
IRAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er lítil ivi um, at viður-
skiftini ímillum Iran og
USA verða spent tey næstu
árini, og summir eygleið-
arar siga, at høvuðsmálið
hjá pørtunum verður at
sleppa undan kríggi.
Tað kom óvart á tey
flestu, at tann 48 ára gamli
Mahmoud
Ahmadinejad
vann forsetavalið í Iran.
Hann verður roknaður sum
ein
afturhaldssinnaður
politikari, og summi halda
hann vera ein skutilssvein
hjá teimum ráðandi prest-
unum. Tí var tað ikki
óvæntað, tá hann á sínum
fyrsta tíðindafundi aftan á
valið gjørdi greitt, at hann
og hansara stjórn fara ikki
at lata seg ávirka av
Vesturheiminum.
– Vit fara at halda fram
við okkara kjarnorkuverk-
ætlan, tí hon er neyðug fyri
okkara samfelag, segði
tann nývaldi forsetin. Bæði
ES og USA hava kravt, at
Iran skal gevast við sínum
kjarnorkuætlan, sjálvt um
landið hevur lovað, at
kjarnorkan einans verður
brúkt til friðarlig endamál.
Hvørki demokrati ella
frælsi
Russiski forsetin, Vladimir
Putin, var ein tann fyrsti at
ynskja nývalda iranska for-
setanum tillukku við val-
sigrinum, og hann gjørdi
samstundis greitt, at Russ-
land er sinnað at halda fram
við kjarnorkusamstarvin-
um við Iran.
Í Washington er orða-
lagið
øðrvísi.
Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri, duldi ikki fyri, at
hann var sera vónsvikin av
valúrslitinum í Iran.
– Mahmoud Ahmadine-
jad er ikki ein, ið stuðlar
demokratiið. Hann er held-
ur ikki ein, ið stuðlar fræls-
ið. Hann heldur seg til teir
ráðandi prestarnar, sum
gera av, hvussu iranska
fólkið skal liva, segði
Rumsfeld.
Ísraelska stjórnin er held-
ur ikki fegin um tað, sum er
hent í Iran. Ein talsmaður
hjá stjórnini segði sunnu-
dagin, at valið í Iran var
ikki frítt, tí prestarnir
gjørdu av, hvør slapp at
stilla upp. Sambært ísra-
elska talsmanninum hevur
Vesturheimurin ikki annað
í at velja enn at avbyrgja
Iran.
Valsvik
Undan tí seinna valumfar-
inum væntaðu tey flestu, at
tann 70 ára gamli fyrr-
verandi forsetin Hashemi
Rafsanjani fór at vinna, og
hann hevur lagt myndug-
leikarnar undir at hava
svikað fyri at forða fyri, at
hann skuldi vinna forseta-
valið.
Nógvir iranar vænta, at
tann nýggi forsetin fer at
ógilda fleiri av teimum
nýskipanunum, sum eru
settar í gildi tey seinastu
árini. Sum borgarstjóri í
Teheran var Mahmoud Ah-
madinejad sera afturhalds-
sinnaður. Eitt nú gav hann
boð um, at fleiri matstovur
skuldu latast aftur, tí tær
hildu seg til vesturlendskar
matvanar, og tað eydnaðist
honum eisini at steðga ein-
um søluátaki, tí tað brúkti
myndir av ensku fótbólts-
stjørnuni David Beckham.
Eygleiðarar halda, at tað
vóru tey fátæku í Iran, sum
tryggjaðu
Mahmoud
Ahmadinejad sigurin, tí
hann lovaði teimum størri
part av landsins vælferð og
at endurreisa hugsjónirnar
frá kollveltingini í 1979.
Hávur drap 14 ára gamla gentu
Aftur spenningur millum
Iran og Vesturheimin
– Vit hava ikki brúk fyri
góðum viðurskiftum við
USA, sigur nývaldi iranski
forsetin, Mahmoud
Ahmadinejad
Mynd: Reuters