Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 17 Amerikansku gospel- sangararnir Russ Taff og Lynda Randle høvdu um vikuskiftið tríggjar konsertir í Føroyum, og tey eru so hugtikin av Føroy- um, at tey nú vilja hava øll Gaither- fólkini at koma til Føroya at gera ein konsertfilm KONSERT Eyðun Klaktein eydun@sosialurin.fo Sunnukvøldið settu Russ Taff og Lynda Randle punktum fyri teirra kon- sertferð í Føroyum við eini konsert í KÍ-høllini í Klaksvík. Eini 800 fólk mundu vera til konsertina, har gospeltónleikurin floymdi í stríðum streymi í næstan hálvan triðja tíma. Russ Taff og Lynda Randle brúktu nógva tíð til at tosa um Føroyar og teirra ferð her. Tey tóktust verða bergtikin av hesum lítla landinum mitt úti í Atlants- havinum, og Russ Taff var ikki í iva um, hvat hann helt næsta stigið skuldi verða, nú hann hevur verið her tvær ferðir. – Eg tosaði við Bill Gaither fríggjadagin, og eg greiddi honum frá, hvussu fantastiskt tað er her í Før- oyum. Eg segði við hann, at hann má koma her at hava eina konsert og gera ein dvd-film úr Føroyum. Hann bæð meg taka nógvar myndir og hava tær við heimaftur, segði Russ Taff. Lokka Gaither Bæði Russ Taff og Lynda Randle eru partur av Gaith- er Homecoming Friends, og í september mánaði fara tey á 10. konsertferðina í USA. Hetta eru sera væl umtóktar konsertir, har fólk í hópatali eru og lurta. Konsertfilmarnir frá hes- um konsertum verða seldir í stórum tali um allan heim, og eisini í Føroyum eru teir væl umtóktir. – Lynda hevur eisini ringt til Gaither fyri at fortelja honum um Føroyar, so nú arbeiða vit fyri at fáa Gaith- er til Føroya at gera ein konsertfilm, segði Russ Taff og fekk nógvar lógva- brestir fyri tað. Føroyskir tónleikarar løgdu botnin Konsertin í KÍ-høllini sunnukvøldið var tann triðja í tríggjar dagar, men tað merktist ikki á nøkrum av tónleikarunum ella sang- arunum, tí tey vóru væl uppløgd til konsertina. Kvartettin í Betesda legði fyri. Teir hitaðu stóru áskoðarafjøldina upp til høvuðsnøvnini á konsert- ini, og tað gjørdu teir sera væl. Væl syngjandi kvar- tettin hevði hesaferð eitt fult orkestur í rygginum, og tað riggaði væl til tónleikin hjá teimum. Síðani kom Russ Taff á pallin við sínum føroyska bólki, og hann sang nakrar av sínum kendu sangum, áðrenn Lynda Randle eisini kom á pallin. Tónleikaliga støðið var høgt, tí føroysku tónleikar- arnir vóru væl saman- spældir og fingu rættiliga tann lívliga gospeltónleikin at strúka avstað. Stórir sangarar Konsertin sunnukvøldið vísti tveir amerikanskar sangarar við framúr góðum røddum. Lynda Randle hevur eina sterka og inni- liga rødd, sum hon til fulnar dugir at brúka, og Russ Taff meistrar við síni frálíku rødd at syngja bæði stilt og vilt. Ikki minst sangirnir hjá honum, sum koyrdu við fullari ferð, riggaðu væl, og tá ið tey bæði góvu eitt eykanummar til seinast, gekk alt upp í eina hægri eind við svingandi tónleiki og flottum sangi. Tað varð tosað nógv und- ir konsertini, og tað tóktist við hvørt eitt sindur lang- drigið til júst hetta høvi, tá ið Taff og Randle skuldu greiða frá ymiskum. Men hetta var ein heilt serlig konsert við eini blanding av framførslum, felagssangi og talu, og tí var einki skeivt í tí. Russ Taff segði við Sosialin undan sínum kon- sertum í Føroyum, at ein sálmur er sum 10.000 præ- dikur. Hetta kvøldið vísti eisini, at gospelsangur er sera sterkur – ikki minst tá ið hann verður so væl spældur og sungin sum á hesari konsertini. Russ Taff vil hava Gaither til Føroya Lynda Randle saman við føroyska kórinum, sum var við til at lyfta konsertina upp til skýggja Russ Taff bæð sang og talaði, og hann var ikki pírin við sínum lysingarorðum um Føroyar Dupultkvartettin í Betesda sang, meðan tey mongu fólkini á konsertini funnu seg til rættis