Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 120 - 28. juni 2005 Europe hava á nýggjastu fløguni megnað at skapt tónleik, sum ljóðar av Europe 2004, og ikki bert er ein ússaligur skuggi av einum 80’ára bólki, sum roynir at klóra seg fastan í rokktind- in.Sosialurin prátaði við sangaran Joey Tempest um drívmeg- ina, serliga vinskapin við gittarleikaran John Norum og um at spæla Final Count- down umaftur og umaftur. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Stutt eftir, at Final Count- down fløgan gjørdi svensku hárrokkararnar Europe heimskendar, fór gittarleik- arin og helvtin av drív- megini úr bólkinum. John Norum tímdi ikki longur, og restin av bólkinum helt fram uttan hann. Men hetta varð ongantíð sami bólkur aftur. 100% Europe Joey Tempest fortelur, at hann og John Norum gjørdust vinmenn 14 ára gamlir, og stovnaðu bólkin saman. Tað var orkan millum teir báðar, ið var drívmegin aftanfyri sang- skrivingina í Europe. John við síni tungmálmsbak- grund, og Joey við tí melodiska. Samstarvið var altíð líka við at bresta í luftina, og tað gjørdi tað trupult og strævið, men sera gevandi, og tón- leikurin, sum kom burturúr, var altíð 100% Europe. Playback konsertir Løgini vóru altíð eitt bland av tí tunga og tí melodiska, og hóast almenna orsøkin til, at John Norum fór úr bólkinum, var tónlistarligar ósemjir, var hetta ikki heilt so. Joey Tempest fortelur, at høvuðsorsøkin var ikki tónleikur, men alt hitt sum kom við tí at gerast kendur. Nógvar myndatøkur, tíðin- dafundir, playback kon- sertir og annað tílíkt, fylti nógv í gerandisdegnum tá, og John Norum hataði tað. Hann var rokktónleikari, og vildi spæla tónleik ikki alt hitt fjasið. Tað gjørdist ov nógv av tí góða, og so valdi hann bara at fara. Hetta var sambært Joey ein dyggur smeitur fyri bólkin, tí John Norum var so týdningar- mikil partur av sangskriv- ingini. Virðing og vinarlag Nú, nærum 20 ár seinni, hava teir funnið saman aftur. Joey Tempest sigur, at við virðing fyri hvørjum øðrum, og tí sama orku- mikla vinarlagnum, hava teir funnið felags gongulag, og á fløguni "Start from the Dark hava teir funnið ein hátt at blanda tungmálmin hjá Norum við melodisku løgunum hjá Joey Tempest, við einum úrsliti sum allir í bólkinum eru nøgdir við. Joey sigur, at henda manningin er ikki bara tann, sum fekk gjøgnum- brot saman, hetta er familja, teir hoyra saman. Loynilig fløga Nýggja fløgan varð upp- tikin loyniliga, fyri at útgávufeløg og umboðsfólk ikki skuldu blanda seg, hetta fyri at geva bólkinum fríar teymar. Alt varð gjørt í tí dulda. Tað var ikki fyrr enn fløgan var liðug, at teir søgdu fólki, at teir vóru endurstovnaðir. Tað mest týdningarmikla var, at tónleikurin var viðkomandi. Teir vildu ikki ljóða, sum Europe á Final Countdown. Tíðirnar eru broyttar, og Final Count- down 2 hevði verið ónáttúr- ligt. Teir vildu spæla tón- leik í nútíðini. Hetta hevur givið fløguni ein progress- ivan dám. Hetta er Europe 2004. Elska at spæla klassikarar Á konsertunum spæla teir nógv gomul løg, og sambært Joey Tempest elska teir allir at spæla Final Countdown, Carrie og hinar klassikararnar. Men við at blanda spælis- kránna rætt, fáa teir eisini nýggju løgini at hóska inn í konsertirnar. Dagførd hit Tey gomlu løgini verða heldur ikki spæld ókritiskt. Tey eru øll dagførd, og flutt í nýggjan ham, soleiðis at konsertin gerst ein verulig samla heildaruppliving. Síðan Europe byrjaðu at spæla aftur, hevur bólkurin spælt 90 konsertir kring allan heimin. Her fyri var konsert við bólkinum í Hammersmith í London, og hendan varð upptikin, og kemur út sum DVD í næstum. Eisini kemur skjótt ein livefløga við bólkinum. Umframt at spæla kring allan heim, eru John og Joey so smátt byrjaðir at skriva eina nýggja Europe fløgu, sum væntandi verður upptikin í heyst,. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hello this is Joey, sjarm- erandi og prátingarsamur var sviin, sum heldur vildi, at samrøðan var á enskum, enn mínum norðurlendska og hansara svenska. Hann hevur búð í London í nógv harrans ár, og hevur enska konu, so hansara gerandisdagur er á enskum. Ert tú hoffreportari Umboðsmaðurin hevði sett klárar treytir, at samrøðan í hægsta lagi skuldi vara fimtan minuttir. Men hetta legði fryntligi sangarin líka í, hann prátaði um veður og vind, og vildi hoyra um hvussu pallurin á G! var, og um man veruliga sá út á sjógv, tá man stóð á pallinum. Hann greiddi frá, at í London var bakandi sól, og tá hann hoyrdi, at donsku kongshúsini vitjaðu einar mjørkaklæddar Føroyar, spurdi hann, um eg var hoffreportari. Her vóru ongar stjørnunykkir, men bara ein dámligur maður. Hann segði seg enntá gleða seg til at hitta Vanju sín størsta fjeppara í Føroyum. Eg fortaldi honum, at Europe vóru komnir inn á 15 tær bestu á eitt fimta pláss, tað helt hann vera kul, og vónaði at sleppa enn longur upp á listan. Spælir Teitur á G! Hann segði seg kenna sera líti til Føroyar. Men øll tosaðu um hvussu vakurt landið var, so hann gleddi seg. Hann hevði eisini hoyrt, at í Føroyum búðu undir 50.000 fólk, og at vit høvdu fleiri tónleikafesti- valar. Hetta helt hann vera flott, og tað vísti, at tónleikurin hevur ein stóran leiklut í okkara lívi, og tað er týdningarmikið. Ein vinmaður hjá honum í London, sum arbeiðir sum tónleikaframleiðari, skal seinni í ár møguliga fram- leiða nýggju Teitur fløguna, og hann hevði viðmælt Teitur so heitt, at Joey spurdi, um hann fekk møguleika at hoyra henda fantastiska sangara og lagskrivara. Eg kundi gleða hann við, at Teitur eisini spælir á G! Endurføtt Europe: sama orka men nýggjar tíðir Talan verður heilt víst um klassisku rock-hittini hjá Europe, tá teir fara á pallin á G! Frálíkur MjúS festivalurin Karmarnir um MjúS vóru so góðir, at næstan ein hvør bólkur kundi megnað at gjørt festi- valin góðan. Økið, har festivalurin liggur, man vera eitt tað best egnaða konsertøkið í heimin- um. Veðrið skikkaði sær væl, og flestu bólkar góvu fólki eina góða tónleikauppliving. Tón- leikurin var fjølbroyttur og serliga fleiri av føroysku bólkunum vóru framúr. Vónandi er MjúS komin fyri at vera, tí her er talan um eina perlu av einum festivali. Les ummælið av MjúS í blaðnum í morgin. nud Fryntligur tungmálmssangari