Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 29 Finalistarnir vóru sannførandi Árstalsfeløgini, sum hósdagin skulu spæla finalu í minnu steypakappingini, vunnu sínar heima- dystir og eru nú einsamøll á fremstu plássunum 2. DEILD Jóannes Hansen B68 og B71 eru partar av minnu steypafinaluni ella finaluni um FSF steypið, sum hóskvøldið verður á ovara vølli í Gundadali. Kappingin er ætlað feløg- um, sum ikki eru umboðað í bestu deildini, og tí kann ikki annað sigast enn, at tað eru favorittarnir, sum eru komnir í finaluna. Eftir átt- anda umfarið í lands- kappingini er B68 oddalið, og B71 er næstfremst. Hjá B68 var tað sjálvandi stórur skelkur, tá ið tað hóskvøldið gjørdist greitt, at venjarin hjá teimum, Julian Johnsson, hevur slit- ið krossbandið og tískil ikki verður førur fyri at spæla aftur í ár. Leygardagin høvdu teir vitjan av FSVágum2004, sum higartil hevur staðið seg væl. Men tað var skjótt, at tað sást, at heimaliðið var væl betri fyri. Teir vunnu 3-1, og spælbýtið og býtið av málmøguleikum var soleiðis, at B68 kundi havt skorað tvífalt so nógv mál, sum teir gjørdu. John Petersen hjálpti fyri fyrstu ferð til á Toftum, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, skoraði hann fyrsta málið. Fabricio legði innfyri úr vinstru, og John sendi umvegis stólpan bólt- in í málið. Átta minuttir seinni økti væl upplagdi B68 topp- skjúttin Jóhan Petur Poul- sen til 2-0. Úr høgru sneiddi hann tveir mót- støðumenn av sær, áðrenn Jóhan Petur, sum er ein av toppskjúttunum í deildini, sendi á málið aftanfyri Jóh- an á Mýrini. Átta minuttir eftir steðgin stútaði mið- verjin Ovi Magnussen eftir horna til 3-0. B71 stórsigur Sandoyingar arbeiða við at samanspæla nýtt lið, og úr- slitini boða frá, at tað gongur væl. Eli Hentze plagar at hjálpa til. Tað gjørdi hann ikki hesa ferð, og tískil vóru tað bara spælarar úr nýggja B71 ættarliðnum saman við toppskjúttanum Clayton Soares, sum vunnu 8-0 á B36. Í steðginum var 4-0. B36 hevði tveir góðar mál- møguleikar, og B71 hevði møguleikar at skjóta eini fimtan mál! B36 tóktist í 1. hálvleiki ætla sær at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum. Í øllum fýra førunum, tá ið B71 skoraði, tóku teir í so- vornum støðum bóltin av mótstøðumonnunum og fóru í gamla kenda B71 stíl- inum í mótálop, har tað aft- anfyri verjuna var gott pláss til sera skjótu álopsmenn- inar - Tummas Pauli Olsen, Clayton Soares og Símin Hansen. Teir skoraðu sjey av teimum átta málunum. AB hevur í fleiri ár havt ætlanir um at gerast partur av bestu deildini. Tað fer ivaleyst eina ferð at eydn- ast, men í løtuni bendir lítið á, at teir fara at flyta upp í ár. Leygardagin megnaðu teir bara 2-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, og tað var vónbrot fyri heimaliðið. Undan steðgin- um kom einki mál. Súni Fríði Barbá, sum er ein av toppskjúttunum í deildini, legði AB á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki. Henrik Ru- beksen, sum ikki fær pláss á besta HB liðnum, men sum ivaleyst hevði verið kærkomin á besta liðnum hjá so mongum øðrum, javnaði stutt eftir, og tá ið AB við sjálvmáli hevði givið HB leiðsluna, sá tað ikki væl út. Tað eydnaðist tó Jón Brekku at javna til 2- 2, men eingin ivi var um, at talan var um AB vónbrot. Fríggjakvøldið gjørdu Royn og Sumba burtur av sær í Hvalba. Royn legði bragdliga fyri, men nú hevur leingi gingið illa hjá teimum. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað teimum at fáa nakað. Royn hevði fleiri møguleikar í 1. hálvleiki, men teir fingu einki mál, og eftir steðgin var Sumba betri við. Eyð- stein í Lágabø skoraði sig- ursmálið hjá Sumba, sum við sigrinum slapp av næstaftasta plássinum. Hjá LÍF tóktist tað fyrr á árinum at síggja væl út, men í landskappingini hev- ur tað ofta gingið illa at skava stig saman. Tá ið teir næstbestu úr Gøtu vitjaðu, var tó eingin ivi. LÍF vann 4-1, og teir vóru væl betri enn GÍ, sum nú er á 10. og aftasta plássinum. Sølvi Vatnhamar og Andreas á Lava Olsen løgdu heima- liðið framum 2-0, men Bárður Heinason, sum áður hevur hjálpt til í Leirvík, minkaði um munin. Í 2. hálvleiki skoraðu Magnus Skoralíð og Petur Sjúrðar- berg, sum báðir áður hava roynt seg í Gøtu. AB-HB 2-2 (0-0) 1-0: Súni Fríði Barbá 1-1: Hendrik Rubeksen 1-2: sjálvmál 2-2: Jón Brekku B71-B36 8-0 (4-0) 1-0: Tummas Pauli Olsen 2-0: Tummas Pauli Olsen 3-0: Clayton Soares 4-0: Tummas Pauli Olsen 5-0: Símin Hansen 6-0: Clayton Soares br 7-0: Clayton Soares 8-0: Gert Lydersen B68-FSVágar2004 3-1 (2-0) 1-0: John Petersen 2-0: Jóhan Petur Poulsen 3-0: Ovi Magnussen 3-1: Kim Poulsen LÍF-GÍ 4-1 (2-1) 1-0: Sølvi Vatnhamar 2-0: Andreas á Lava Olsen 2-1: Bárður Heinason 3-1: Petgur Sjúrðarberg 4-1: Magnus Skoralíð Royn-Sumba 0-1 (0-0) 0-1: Eyðstein í Lágabø BMW keypa Sauber vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 14 9 - 1 - 4 35 16 19 28 2 Skála 14 7 - 5 - 2 29 16 13 26 3 B36 13 7 - 5 - 1 18 6 12 26 4 NSÍ 14 5 - 6 - 3 21 17 4 21 5 EB/Streymur 14 4 - 6 - 4 15 22 -7 18 6 KÍ 14 4 - 2 - 8 21 26 -5 14 7 GÍ 14 4 - 2 - 8 18 24 -6 14 8 TB 14 3 - 5 - 6 13 21 -8 14 9 VB 14 4 - 2 - 8 15 24 -9 14 10 ÍF 13 3 - 4 - 6 16 29 -13 13 Støðan, 2. deild menn vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 8 7 - 0 - 1 32 5 27 21 2 B71 8 6 - 1 - 1 25 6 19 19 3 FSV04 8 5 - 1 - 2 21 7 14 16 4 AB 8 4 - 2 - 2 19 16 3 14 5 HB 8 4 - 1 - 3 23 17 6 13 6 LÍF 8 4 - 0 - 4 31 20 11 12 7 Royn 8 3 - 0 - 5 10 30 -20 9 8 Sumba 8 2 - 0 - 6 16 32 -16 6 9 B36 8 1 - 2 - 5 8 21 -13 5 10 GÍ 8 0 - 1 - 7 8 39 -31 1 Máltindarnir Formula-deildin Súni Olsen GÍ 9 Bogi Gregersen Skála 8 Allan Mørkøre B36 7 Rúni Nolsøe HB 7 Tór-Ingar Akselsen HB 7 Heðin á Lakjuni KÍ 7 Hans Pauli Samuelsen EB/S 6 Jónhard Frederiksberg Skála 6 Hans á Lag HB 5 Rasmus Nolsøe HB 5 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 5 Óli Johannesen TB 5 Dan Djurhuus VB 5 Símun Louis Jacobsen GÍ 4 Atli Danielsen KÍ 4 Andy Olsen NSÍ 4 Helgi L. Petersen NSÍ 4 Hanus Thorleifsson Skála 4 Milan Kulic VB 4 2. deild Súni Fríði Barbá AB 11 Jóhan Petur Poulsen B68 11 Clayton Soares B71 11 Hendrik Rubeksen HB 8 Sølvi Vatnhamar LÍF 8 Ovi Magnussen B68 7 Sonny Johansen FSV04 7 Uni Arge HB 7 Magnus Skorðalíð LÍF 6 Andreas Lava Olsen LÍF 5 Tummas Hans Rubeksen B36 4 Øssur Jacobsen B68 4 Tummas Pauli Olsen B71 4 Fróði Joensen LÍF 4 Petur Sjúrðaberg LÍF 4 Jóan Pauli Olsen Sumba 4 Rene Thomsen Sumba 4 Á tíðindafundi í farnu viku kunngjørdu BMW saman við Peter Sauber, at týski bilframleiðarin hevur keypt sveisiska formel 1 liðið, og tekur yvir leiðsl- una av liðnum 1. januar 2006. Peter Sauber eigur enn ein part av felagnum og verður starvsfólk hjá liðn- um. Men hann skal ikki longur hava leiðsluna undir hond. Peter Sauber fór upp í formel 1 í 1993 í samstarvi við Mercedes. Hetta var eftir, at Sauber liðið í 20 ár hevði klára seg sera væl í lægri rasara- koyringum. Samstarvið við Mercedes slitnaði eftir nøkur ár, og Sauber hevur síðan tá koyrt við ymisk- um motorum. Seinastu ár- ini hevur Sauber havt Ferr- ari motorar, men hetta samstarv endar nú. BMW hevur, síðan framleiðarin kom upp í formel 1 seinast í 90’un- um, samstarvað við Willi- ams liðið. Á tíðindafund- inum segði BMW seg verða til reiðar at halda fram í hesum samstarvi. Men seinastu tíðina hava BMW og Williams klandr- ast illa eisini alment, so spurningurin um hvønn motor Williams fara at brúka í 2006 er opin. -jm Lesið - so eru tit við