týsdagur 28. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 120 - 28. juni 2005
Skulu
hava
frið til
inn-
kast
Frá 1. juli koma nakrar
ajourføringar av fót-
bóltsreglunum í gildi.
Tað er nevndin hjá
FIFA, sum hevur stung-
ið hesar út í kortið, og tó
at talan er um fleiri
smávegis broytingar, so
er bara ein teirra, sum
veruliga tykist at fáa
ávirkan.
Framyvir verður tað
nevnliga so, at tað er
ikki loyvt at stilla spæl-
ara beint framman fyri
mótstøðumann, tá hesin
skal taka innkast. Tað
hevur seinnu árini verið
ein tendensur til, at hetta
er nakað, sum verjani
liðið nýtir alt meira,
men við nýggju reglun-
um verður hetta steðg-
að. Nú skal spælari hjá
verjani liðnum í øllum
førum halda ein frá-
støðu upp á tveir metrar
við innkast.
Í aðrar mátar er talan
um smávegis justeringar
í reglunum. Eitt nú
verður off-side reglan
ajourførd nakað, soleið-
is at tað nú skal metast,
hvørt høvd ella bein eru
innanfyri verjuna, tá
bólturin verður spældur,
men hetta fær helst ikki
nakran stórvegis prakt-
iskan týdning. Somu-
leiðis verður lagt upp til,
at vandamiklar tackling-
ar nú skulu revsast harð-
ari, óansæð um hesar
koma aftan ífrá ella ikki.
Men eisini her er spurn-
ingurin
helst,
hvørt
broytingarnar veruliga
fáa nakran praktiskan
týdning.
-jm
Eftir at teir høvdu
verið frammanfyri í
ein tíma mistu teir í
EB/Streymi tvey stig í
yvirtíðini á Sevmýri
TB-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Jóansøkuhýrurin
tóktist
skula fáa orduligt skot fyri
bógvin í góðveðrinum á
Sevmýri
leygarkvøldið.
Men so var tað, at Emm-
anuel Larby syrgdi fyri, at
eitt stig varð eftir á Sev-
mýri. TB viðhaldsfólkini
fegnaðust sum um, at tað
var teirra lið, sum hevði
vunnið. Tað var væl skilj-
andi, tí talan var næstan um
síðsta sparkið av øllum, tá
ið Larby sendi í kassan.
EB/Streymur hevði tá í
góða løtu roynt at draga tíð-
ina út. Vanliga leggja dóm-
ararnir ein hálvan minutt
afturat fyri hvørja útskift-
ing. EB/Streymur framdi
tríggjar útskiftingar, og
tann síðsta varð gjørd, tá ið
klokkan var farin av 90
minuttum, og tað var eftir
hana, at Emmanuel Larby
javnaði til 1-1.
TB trýsti nógv síðstu
løtuna, og eftir at vanda-
miklu spælararnir í EB/-
Streyma álopinum vóru
farnir av vøllinum (Sorin
Anghel eftir at hann hevði
fingið lítlan løst), tóktist
vandin fyri, at gestirnir
skuldu fara í mótálop ikki
at vera so stórur.
Í
evstu
sekundunum
snittaði Acic langa fram-
legging víðari. Óli Jo-
hannesen royndi ímóti mál-
inum. Bólturin varð bloker-
aður til innskifta Búa Dahl,
sum royndi eina ferð aftur-
at. Men enn eina ferð blok-
eraðu EB/Streyma mennin-
ir. Hesa ferð fór bólturin til
Emmanuel Larby, sum bara
tveir metrar frá málinum
stýrdi honum inn um strik-
una aftanfyri Magnus Poul-
sen, og so var gleði kring
vøllin á Sevmýri.
Gestirnir úr Sundalagn-
um, sum høvdu Egil á Bø
sum hangandi álopsspælara
aftanfyri Sorin Anghel,
hingu við høvdinum. Teir
høvdu verið so tætt við at
fingið øll trý stigini, sum
tað ber til at vera. Men sæð
í bakkspeglinum kundu teir
kortini gleðast um, at tað
hesa ferð hevði hilnast
betri, enn tað gjørdi, tá ið
teir fyrru ferðina vóru á
Sevmýri og taptu 3-0.
Hans Pauli Samuelsen
skoraði EB/Streyma málið
miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Heimaverjan, sum annars
plagar at vera tryggleikin
sjálvur, og sum annars
eisini hesa ferð stóð stinn,
var ikki vakin, tá ið vong-
verjin, Gert Hansen, sum
eisini er hondbóltsspælari,
tveitti ógvuliga langt inn-
kast. Hóast hann tóktist at
vera væl ansaður, og eydn-
aðist tað Sorini Anghel við
høvdinum at snitta bóltin
longri inn fyri málið til
Hans Paula Samuelsen,
sum sera hegnisliga og
neyvt og uttan ta stóru ferð-
ina, fluktaði bóltin í málið.
Ikki nóg støðugur
Milan Milanovic, TB venj-
arin, heldur, at sum dyst-
urin tók seg upp, og tá ið
tað ikki eydnaðist teimum
at fáa mál fyrrenn í síðstu
sekundunum, so kunnu teir
ikki annað enn vera nøgdir:
- Vit løgdu væl fyri, men
tá ið teir høvdu fingið
málið, var tað sum um, at
spælið hjá okkum datt
sundur, og aftaná tað høvdu
vit ikki so nógv at bjóða
uppá. Luturin hjá okkum er
at stríðast fyri at sleppa
undan niðurflyting, og tað
ber spælið hjá okkum brá
av. Eg vil hava, at vit sam-
anspæla og ikki sparka. Tað
eydnast væl í løtum, men
vit eru ikki nóg støðugir.
Eftir at tað hevur sæð gott
út eina løtu, so renna vit
okkum í periodur, tá ið tað
ikki sær so væl út. Men
spælararnir
hjá
okkum
skulu eiga rós fyri, at teir
leygardagin hildu fram at
stríðast, og tað bar í síðsta
enda eitt stig við sær, og tað
eru vit sera fegnir um, sigur
TB venjarin.
Milan Milanovic roknar
við ógvuliga torførari upp-
gávu næstu ferð, tá ið TB
skal spæla í Gøtu.
- GÍ hevur fingið vind
undir veingirnar. Teir spæla
væl, og teir trúgva uppá, at
tað skal bera til. Sunnudag-
in megnaðu teir 1-1 í Runa-
vík, og tað er gott úrslit. Í
fótbóltinum gongur tað upp
og niður. Í Runavík mistu
vit tvey stig, tá ið NSÍ
skoraði til 1-1 við síðsta
sparkinum. Nú vóru tað vit,
sum við síðsta sparkinum
fingu javna til 1-1.
TB-EB/Streymur 1-1 (0-1):
Gestirnir mistu á stokkinum
TB megnaði í evstu løtu at
vinna sær javnleikin móti
EB/Streymi, og fingu teir
soleiðis bjargað nakað av
stevnuhýrinum
savnsmynd
TB-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen 26.
1-1: Emmanuel Larby 90.
Dómari: Páll Augustinussen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic (Birgir
Rasmussen, 71.), Óli Johannesen, Aca Petrovic, Jón
Johannesen - Olivur Abrahamsen, Alexander
Jovevic, Bárður Dimon, Einar Petersen (Búi Dahl,
71.) - Hallur Christiansen (Allan Poulsen, 59.),
Emmanuel Larby
Gult kort: Bárður Dimon, Aca Petrovic
EB/Streymur: Magnus Poulsen - Bárður Olsen,
Fróði Clementsen, Andrzej Pacek, Gert Hansen -
Hans Pauli Samuelsen (Teitur Joensen, 90.), Marni
Djurhuus, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen
(Esmar Eiðisgarð, 68.) - Egil á Bø, Sorin Anghel
(Sonni L. Petersen, 79.)
Gult kort: KnútVesturtún
FAKTA UM DYSTIN