týsdagur 28. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 28. juni 2005
27
Kurvan hjá KÍ hevur
beina kós niðureftir.
Leygardagin fingu
klaksvíkingarnir av at
vita í Vági, har VB við
einum knúsandi 5-1
sigri lyfti sær av
botnsessinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Longu undan dystinum á
Eiðinum leygardagin tókt-
ist greitt, at formkurvan hjá
teimum báðum liðunum
peikaði hvør sín veg. Hóast
tapið fyri B36 í miðvikuni,
so hevur tað sæð hampuliga
skilagott út hjá VB seinastu
tíðina, meðan tað hinvegin
ikki hevur vilja borið nakað
sum helst til hjá KÍ.
At vágbingar so eisini
sóu møguleikan í at fara av
niðurflytingarsessinum
mundu verið ein betri
sálarlig
gularót,
enn
hóttanin um botnstríð var
fyri KÍ.
Tí var kanska ikki annað
væntandi, enn at talan
gjørdist
ein
hampuliga
spentan fyrra hálvleik, har
hvørgin parturin vildi ota
seg alt ov langt fram á
vøllin, og á tann hátt liggja
berur aftanfyri.
Sálarligur munur
Vágbingar tóktust tó at vera
sálarliga betri gearaðir til
dystin. Teir vunnu fleiri
nærdystir, teir vóru gramm-
ari á bóltinum, og meira
enn nakað, so sýndist hug-
burðurin
hjá
hvørjum
einstøkum spælara eisini at
vera betri, enn hann var hjá
KÍ.
Tí
var
tað
kanska
einamest ein spurningur
um tíð, áðrenn hol kom á,
og tann tíðin var komin
stutt inn í seinna hálvleikl.
Tá skoraði Dan Djurhuus
eftir gott uppspæl í høgru,
og so hildu vágbingar, at nú
vóru stigini heima.
Klaksvíkingarnir svaraðu
tó aftur, tá Heðin á Lakjuni
við annars kalda høgra
beininum langaði bóltin í
kassan, men fyri KÍ mundi
hetta kennast á leið sum at
pissa í buksurnar ein
kaldan vetrardag.
Vágbingar settu bara
meira á, og tá teir so aftur
skoraðu, rapaði alt saman
hjá KÍ. Við einum 1-5
ósigri
fóru
teir
sum
flongdir hundar norður um
fjørðin, meðan vágbingar
hinvegin kundu fegnast.
Teir
lyftu
seg
av
botnsessinum,
og
tað
mundi í øllum førum
kennast sum stórur fløvi,
áðrenn studentarveitsla og
jóansøka komu á skránna.
Truplir heimadystir á
skránni
So er spurningurin, um
góða lagið fer at standa við.
Komandi umfarið skal VB
taka ímóti meistarunum úr
HB, og verður hugburðurin
til ta uppgávuna tann sami,
sum hann hevur verið
seinastu ferðirnar, so eru
stig
á
ongan
hátt
óhugsandi.
KÍ skal tá á heimavølli
taka ímóti B36, og nú eru
stig mest sum vorðin
lívneyðug hjá teimum bláu.
Hvat lið talan er um, hevur
kanska minni týdning í so
máta,
og
við
eini
dystarskrá, sum telir tey
bæði havnarfeløgini á rað,
er helst eingin løtt loysn hjá
klaksvíkingunum.
Fíggjarstøðan
lammar KÍ
Klaksvíkingar vóru í ár teir fyrstu, sum sekkjaðu ein
venjara. Boðini ta ferðina vóru, at úrslitini ikki vóru
nøktandi, og vónin var tí, at nýggjur maður kundi vera
við til at venda skútuni.
Soleiðis hevur tó ikki verið. Eitt sætta pláss er í
sjálvum sær kanska eingin vanlukka. Men tá
stigatalvan samstundis ber boð um, at bara eitt stig er
niður á botnin, fer tað av álvara at stramma. Og tá
avrikini hava verið somikið tunnlig, sum tey hava verið
seinastu dystirnar, fara alarmklokkurnar av álvara at
ringja.
- Talan er sjálvandi ikki um nakra góða støðu hjá
okkum, sigur John William Joensen, sum hevur
ábyrgdina av uttanhýsis samskiftinum hjá KÍ.
- Men samstundis, so vit bæði vit og spælararnir, at
talan ikki er um nakra lætta loysn upp á trupulleikan.
Vánaliga fíggjarstøðan ger, at vit ikki bara kunnu fáa
spælarar uttan ífrá í tíð og úrtíð, og í so máta kanst tú
væl siga, at vit eru nokk so lammaðir. Tí eru vit noyddir
at dúva upp á okkara egnu spælarar, og um teir ikki
megna tað, so megna vit tað ikki.
Men kann eitt felag sum KÍ liva við vandanum fyri at
fara niður í aðru deild?
- Tað kunnu vit verða noyddir til. Tað er í øllum
førum eingin, sum sigur, at KÍ ikki KANN flyta niður.
Reglurnar er sera einfaldar í so máta, og ert tú ikki nóg
góður, so flytur tú niður. Tað vita bæði vit og
spælararnir.
Virða stevnurnar
Sum støaðn í KÍ er nú, so fekk tað ilt í fleiri, at KÍ
hevði eftirlíkað ynskinum hjá VB, um at dysturin hetta
umfarið varð fluttur til Vágs, heldur enn at verða
spældur í Klaksvík.
- Tað er so ein avgerð, sum varð tikin fyrr í ár. VB
spurdi, um teir kundu sleppa at spæla heimadyst um
jóansøkuna, og hesum vildu vit ikki seta okkum upp
ímóti. Fyrr var jú vanligt, at fótbóltskappingin varð
løgd, so hon sampakkaði við stevnurnar, men tað hevur
so ikki verið galdandi í ár. Vegna landsdyst høvdu vit
ongan dyst har á norðoyastevnu, og ætlanin var so
heldur ikki, at VB skuldi hava heimadyst um
jóansøkuna. Har vildu vit ikki stilla okkum tvørar, og tí
eftirlíkaðu vit ynskinum um at flyta dystin. Men
sjálvandi kanst tú í bakspeglinum siga, at vit heldur
burdi fingið dystin á heimavølli.
Vilja meira
Tað ljóðar nærum, sum er talan um eina mótfalna
leiðslu, tá ljóti veruleikin bara uttan víðari verður
góðtikin, men John William leggur dent á, at KÍ
framvegis vil vera annað og meira enn botnlið.
- Vit halda í øllum førum, at vit hava tilfar til meira
enn hetta. Og vit royna eisini at seta allar kreftir til.
Sjálvandi vita vit, at menn sum Harley, Marek og Jan
Joensen kanska ikki kunnu loysa spælið upp av sær
sjálvum. Men teirra royndir og teirra verimáti kann
vónandi stuðla upp undir hinar spælararnar í hópinum.
Sjálvandi royna vit eisini at arbeiða við øðrum
loysnum, men sum sagt, so er tað ógvuliga tungt, tá
fíggjarliga støðan er somikið trong, sigur John William
Joensen at enda.
-jm
B36 skal til íslands at
spæla móti íslendska
ÍBV, meðan NSÍ skal
til Letlands at spæla
móti Metalurgs
UEFA-Cup
Jákup Mørk
Beint eftir evstamark av
vikuskiftisútgávu okkara,
var lutakastið til UEFA-
Cup kappingina á skránni.
Her vóru føroysku liðini í
pottinum B36 og NSÍ, og
serliga B36 helt seg her fáa
eitt gott lutakast.
Teir
fingu
nevnlia
íslendska ÍBV í sín lut, og
tá vit fríggjadagin høvdu
Kristian á Neystabø í
telefonini, kundi hann ikki
annað enn lata væl at.
- Bæði ítróttarliga og
fíggjarliga halda vit, at
talan var um eitt gott
lutakast. Teinurin til Íslands
er ikki langur, og við
heimadyst á ólavsøku er
hetta avgjørt eitt lutakast,
sum er sera gott fíggjarliga.
Um
ítróttlarligu
møguleikarnir
segði
Kristian, at teir í hesum
hava fingið eitt lið, sum teir
vóna
seg
hava
ein
møguleika ímóti.
Og tað er kanska eisini
nakað um tað. Í øllum
førum hevur ÍBV havt eina
sera laka byrjan upp á
kappingarárið í ár, og eftir
fyrstu sjey umførini eru teir
á næst niðasta sessinum.
Og talan er eisini um eitt
lið, sum er væl veikari enn
tað, sum í fjør vann sær
rættin
til
europeiska
luttøku.
Ikki minst hevur tað tikið
fast,
at
miðvallarin,
Bjarnálvur Lauruson, ið
áður
hevur
spælt
við
Hibernian, í ár varð seldur
til KR. Og at toppskjúttin
frá í fjør, Gunnar Heiðar
Þórvaldsson, varð seldur til
Svøríkis.
Runavíkingar til
Letlands
Mótstøðuliðið hjá B36 í
fjør, letlendska Metalurgs,
var
aftur
hesaferð
í
føroyskum potti. Teir skulu
nevnliga í ár royna seg móti
NSÍ, sum soleiðis ikki
tóktist fáa eitt heilt so
heppið lutakast sum B36.
Í fjør gjørdist talan um
letlendskan
stórsigur
á
B36, men í nógvar mátar
mundi tað úrslitið eisini
vera
úrslit
av
tilrættisleggingini hjá B36,
har teir bæði ferðaðust og
spældu sama dag.
Í útvarpinum segði NSÍ-
málverjin,
Jens
Martin
Knudsen, at hann ikki var
serliga ónøgdur um úrslitið.
- Tað kundi jú verið nógv
verri. Ítróttarliga vil talan
altíð
vera
um
truplar
uppgávu. Tað er heldur ikki
verri enn ilt at ferðast til
Letlands, og vit fara í øllum
førum undir uppgávuna við
góðum treysti, staðfesti
NSÍ-veteranurin.
VB-KÍ 5-1 (0-0):
Tað rapar hjá KÍ
Vágbingar vildu meira. Teir
stríddust eisini meira, og
fram um alt, so skoraðu teir
eisini nakað væl meira, enn
KÍ gjørdi, tá liðini tørnaðu
saman leygardagin
Mynd: Áki Bertholdsen
Væl nøgdir B36'arar
VB-KÍ 5-1 (0-0)
1-0 Dan Djurhuus, 49.
1-1 Heðin á Lakjuni, 52
2-1 Edvard Blé, 58.
3-1 Jón Krosslá Poulsen, 79,
4-1 Dan Djurhuus, 81.
5-1 Símun Samuelsen, 86.
Dómari: Birgir Sondum.
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup Olsen – Dan Djurhuus, Dánjal
Johan Joensen (Jón Krosslá Poulsen, 76.), Edvard Ble,
Símun Samuelsen – Poul N. Poulsen (Hallur Dam
Joensen, 65.), Nenad Zivanovic.
GK: Nenad Zivanovic
KÍ:Karstin Joensen – Kristoffur Jacobsen,Jan Andreasen,
Niclas Niclasen, Marek Wierbicki – Høgni Madsen -
Hjalgrím Elttør (Tórður Lervig, 71.), Arnold Joensen, Atli
Danielsen, Heðin á Lakjuni – Ove Nysted.
GK: Høgni Madsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen.
FAKTA UM DYSTIN
1-0 Dan Djurhuus, 49.
Gott VB-uppspæl í høgru endar inni hjá Dan Djurhuus,
sum avgreiðir uttan stórvegis hóvasták.
1-1 Heðin á Lakjuni, 52.
Staddur beint uttan fyri brotsteigin langar Heðin til við
høgra beininum. Og hóast Bjarni Johansen toyggir seg,
hevur hann ongan møguleika at taka skotið.
2-1 Edvard Blé, 58.
Innlegg úr vinstru endar við handaru stong, har Blé
ótarnaður kann stúta bóltin í kassan.
3-1 Jón Krosslá Poulsen, 79,
Langt innkast verður longt av Dan Djurhuus,og so er Jón
púrasta leysur mitt fyri.
4-1 Dan Djurhuus, 81.
Hesaferð er tað Dan,sum kemur at standa væl fyri,og so
noyðiast Karstin fyri fjórðu ferð í dystinum inn í málið
eftir bóltinum.
5-1 Símun Samuelsen, 86.
KÍ er nú dottið fullkomuliga saman, og so er talan mest
sum um avgreiðsluspurning, tá Símun kann feira
studentarhúgvuna við fimta VB-málinum á degnum.
MÁLINI