Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 120 - 28. juni 2005 Einar til Portugal Saman við ung- dómsliði hjá Aber- deen skal runavík- ingurin í altjóða kapping í Portugal ROYNDARVENJING Jákup Mørk Ein av nýggjastu stjørnuskotunum í før- oyskum fótbólti er uttan iva vinstri bakkurin hjá NSÍ, Einar Hansen. Hann hevur í ár veru- liga bitið seg fastan á besta liðið hjá NSÍ, men spurningurin tykist nú vera, hvussu leingi hann sleppur at vera í felagn- um. Í øllum førum tyk- ist nú standa greitt, at NSÍ má vera spælaran fyri uttan nakrar viku í juli mánaði. Skotska Aberdeen hev- ur nevnliga sýnt stóran áhuga fyri Einari, og í summar er hann boðin við til altjóða fótbólts- kapping, har skotarnir taka lut. Hendan verður í Portugal, har Aberdeen skal spæla fimm dystir, og Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Einar ætlandi verður partur av hesum dyst- um. Jákup leggur tó dent á, at enn er talan ikki um nakra royndarvenjing sum so. Skotarnir hava havt ynski um at síggja føroyska spælaraan í nøkrum dystum, og hetta fáa teir so høvi til í kappingini í Poprtugal. Einar Hansen skal í juli mánaði til Portugal, har ungdómslið hjá Aberdeen skal taka lut í altjóða fótbóltskapping Mynd: Álvur Haraldsen Lítið skil var á spæl- inum, men nógvar ónollur og gul kort vóru á skránni, tá NSÍ og GÍ vunnu sær eitt stig í part við Løkin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Dramatikkurin seinatu løt- una í dystnum var annars øgiligur. NSÍ hevði mest sum allan seinna hálvleik trýst fyri útjavningini, og at enda høvdu teir eisini fingið løn fyri stríðið, men alt tóktist tó vera til fánýtis. Eftir at dómarin eina ferð hevði veittrað spælið víð- ari, tá Poul Arni Jacobsen fór um koll í kriminella feltinum, varð blást í floyt- una, tá einir 47 minuttir vóru farnir av seinna hálv- leiki. Jens Martin Knudsen hevði tikið í beinið í Krzy- stof Popczynski, tá hesin fór framvið, og tó at pól- verjin ikki fór um koll av hesum, so varð hann so- mikið nógv órógvaður, at eftirfylgjandni skotroyndin fór bæði upp um og við síðuna av. Í fráveruni av Súna Ol- sen, sum hesaferð var leik- bannaður, varð pólverski Robert Rzeczycki settur at skjóta, men hóast skotið var bæði hart og væl skotið, so hevði Jens Martin lúrt skjúttan av, og so kundu gøtumenn bara iðra seg um tað, sum kundi verið. Einføld GÍ-uppskrift Tí endaði alt við javnleiki, og í veruleikanum var tað nokk heldur ikki serliga óuppiborið. Talan var frá byrjan um eina hampuliga rótuta upp- gerð, har serliga NSÍ hevði ilt við at fáa glið á spælið. Hjá GÍ merktist saknurin í Súna Olsen sjálvandi væl, men hinvegin tóktist kon- septið hjá teimum væl greiðari, enn tað gjørdi hjá heimaliðnum. Uttan at søkka ov langt aftur, varð roynt at tippað fyri upp- spælinum hjá NSÍ, og so skuldi umstillingin ganga skjótt við bóltum upp til Krzystof á toppinum, har Símun Louis og Hanus Jacobsen so skuldu stuðla frá vengrunum. Soleiðis vóru í fleiri førum upptrekk til GÍ møguleikar, men fyrsta veruliga stóra møguleikan fekk NSÍ tó. Jónstein Peter- sen varð feldur, tá hann royndi at draga inn í brots- teigin, og so kundi Bryn- jálvur Nielsen rigga seg til at skjóta. Skotið var uttar- liga til høgru, men har tveitti Marcyn Dawid seg, og so stóð framvegis 0-0 á talvuni. Brotssparkið kundi kanska broytt munandi um dystin á tann hátt, at hetta kundi noytt gøtumenn long- ur fram á vøllin, men tað bleiv so av ongum. Ístaðin kundu gestirnir halda fast um sítt konsept, og spaku- liga nærkaðust teir eisini onkrum møguleikum. Opnar kjansir gjørdist talan tó ikki um, men beint undan steðginum fingu teir hol á. Uppskriftin var sera einføld, tá bólturin var sendir út til Jónreid Dal- heim í høgru. Inni í brots- teiginum fekk Krzystof tamarhald á, og tá hann rullaði eftur til Símun Louis, langaði hesin til bóltin, sum nakað avrætt- aðu snýtti Jens Martin í NSÍ-málinum. Mistu motorin Og so vóru fortreytirnar hjá GÍ enn betri eftir steðgin. Hóast NSÍ royndi at trýsta, so var ikki líkt til, at hetta skuldi geva úrslit. Heldur var tað GÍ, sum hótti við næsta málinum, tó at upp- lagdu møguleikarnir vóru fáir. Ikki minst tóktist Magni Jarnskor vera væl upplagd- ur á miðvøllinum, har leikluturin fyrst og fremst var at stýra spælinum, tá GÍ fór frameftir. Og ikki minst var hann stinnur í leik- lutinum sum bóltvinnari, so leingi kreftirnar eisini rukku til hetta. Og tað kann ivaleyst eisini setast spurnartekin við útskiftingina av Magna. Kanska var ikki nógv juice eftir í motorinum, men við hesum misti GÍ eisini mannin, sum kundi stýra tí lítla av spæli, sum liðið hevði. Talan gjørdist eftir hetta í nógv størri mun um tilvildarliga bóltar niðan- eftir, og so var enn lættari hjá NSÍ at halda fast í trýstinum. Eitt trýst, ið sum fráleið gav alt fleiri vanda- mikil innlegg, uttan at talan kortini var um tað stóra fótbóltsspælið. Og sjey minuttir fyri leiklok gav hetta so eisini úrslit. Eitt langt innkast frá Einari Hansen endaði í einum trunka av spælarum, og so gjørdi Ike skjótt av, tá hann brádliga stóð leysur. Brotsspørkini Og so var endastøðan í hús, men tað var tó um reppið, at GÍ kortini fór við øllum. Stutt eftir útjavningina mundu tey flestu - uttan dómarin - halda, at GÍ átti brotsspark. Krzystof sendi Poul Arna Jacobsen avstað, men í brotsteiginum kom Óli Hansen skreiðandi. Hann rakti als ikki bóltin, og hevði Poul Arni latið seg dottið alt fyri eitt, hevði brotssparkið helst verið veruleiki. Hann royndi tó at renna eini tvey fet afturat, og tá hann so datt, helt dómarin helst, at talan í ov stóran mun var um sjónleik. Men tveir minuttir aftan á teir 90 ljóðaði floytan tó. Hetta tá Krzystof dróg fram við einum trimum passivum verjuspælarum. Men ógvu- liga symptomatiskt fyri dystin, so brendi Robert altso, og so gjørdist einki. Javnleikur var úrslitið, og tað kundu báðir partar helst liva við. Ikki minst, tí spælið í so lítlan mun hevði borgað fyri nøkrum øðrum. NSÍ-GÍ 1-1 (0-0): Hvørgin átti sigurin uppibornan NSÍ sendi nógvar høgar bóltar inn í GÍ-brotsteigin, men fyri tað nógva var talan tó um tannleyst trýst Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ-GÍ 1-1 (0-1) 0-1: Símun Louis Jacobsen, 45. 1-1: Ikechukwu Onyema, 83. Dómari: Eiler Rasmussen. Kundi lagt eina greiðari linju, sum kanska kundi ruddað nakrar ónollur burtur. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen (Dánjal Hansen, 61.), Einar Hansen - Páll M. Joensen (Jústinus R. Hansen, 61.), Helgi L. Petersen (Hjalmar Dalbúð, 70.), Andy Olsen, Jónstein Petersen - Christian Høgni Jacobsen, Ikechukwu Onyema GK: Helgi L. Petersen, 12., Jónstein Petersen, 62., Einar Hansen, 73. GÍ: Marcin Dawid - Jónreid Dalheim, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Bjarni Justinussen - Símun Louis Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 61.), Magni Jarnskor (Poul Arni Jacobsen, 70.), Sam Jacobsen, Sámal Joensen (Kaj Ennigarð, 75.), Hanus Jacobsen - Krzystof Popczynski GK: Sam Jacobsen, 5., Krzystof Popczynski 62. FAKTA UM DYSTIN