týsdagur 28. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 28. juni 2005
25
Skála tapti tepurt
Men tað eydnaðist
ikki skálamonnum at
skjóta fyrsta altjóða
málið, tá ið teir vóru í
Finnlandi, har Skála
formaðurin sigur seg
rokna við, at talan var
um góða íløgu til
restina av kappingar-
árinum
INTERTOTO
Jóannes Hansen
Onkuntíð hava tapini á
útivølli í Intertoto verið
stór. Tað eru tað fleiri før-
oysk feløg, sum kunnu
skriva undir uppá. Sammett
út frá tí kom Skála væl frá
uppgávuni, tá ið teir sunnu-
dagin vóru í Finnlandi og
spældu
ímóti
Tampere
United.
Finska liðið vann 2-0 í
Føroyum, og sunnudagin
vunnu teir 1-0. Málið skor-
aðu teir miðskeiðis í 2.
hálvleiki, og harvið vunnu
teir samanlagt 3-0.
Úr Finnlandi siga skála-
menninir, sum ætlaðust at
vera aftur í Vágum klokkan
tíggju í gjárkvøldið, at mót-
støðuliðið tóktist teimum
væl stinnari á heimavølli,
enn tað var, tá ið teir
spældu á Svangaskarði:
- Teir spældu skjótari, og
teir nýttu síðurnar nógv.
Teir høvdu fleiri málmøgu-
leikar, men teir megnaðu
bara at skjóta eitt mál, og
tað kunnu vit ikki minst
takka stinna málverjanum
hjá okkum fyri, sigur Hans
Jákup Andreassen, formað-
ur í Skála Ítróttarfelag, úr
Helsingfors.
Skálamenn løgdu seg
ikki aftur á vøllin at verja.
Teir spældu við somu upp-
stilling, sum teir hava gjørt
nógvar tær seinastu ferðir-
nar, og teir pakkaðu seg
ikki niður á egnari hálvu.
- Vit vóru ofta í álopi, og
vit høvdu eisini okkara
málmøguleikar. Men tíverri
megnaðu vit ikki at skjóta
fyrsta málið í altjóða dysti,
so allir spælararnir hava
framvegis møguleika at vera
okkara fyrsti altjóða mál-
skjútti, staðfestir Skála for-
maðurin. Tveir teir størstu
møguleikarnir komu, áðr-
enn Tampere United fekk
mál. Bæðio Milic og Bjarni
Jørgensen høvdu møguleik-
ar at skjóta mál, men tað
eydnaðist ikki.
Stóran týdning
Skála ferðaliðið fór úr Før-
oyum hósmorgunin ella
morgunin eftir, at teir
høvdu vunnið týdningar-
mikla 2-1 sigurin í Gunda-
dali á HB. Ferðalagið
steðgaði í Keypmannahavn
inntil fríggjadagin. Eftir
flúgvitúrin til Helsingfors
koyrdu teir 180 kilometrar
til Tampere, og leygardagin
høvdu teir tvær venjingar.
Sigurin á HB bar við sær,
at Skála er væl fyri í kapp-
ingini um heiðursmerkini,
altjóða luttøku næsta ár og
meistaraskapin, sum Skála
enn ikki hevur vunnið. Og
Hans Jákup Andreassen
heldur, at ferðin til Finn-
lands eisini fyri restina av
kappingarárinum fer at
hava týdning fyri avrikini
og harvið eisini úrslitini:
- Nú eru vit lidnir við al-
tjóða avbjóðingina á hesum
sinni. Vit taptu báðu ferðir-
nar, og tað var harmuligt, tí
mótstøðuliðið
var
ikki
stinnari enn so, at vit
kanska kundu havt fingið
stig frá teimum. Men eg
ivist onga løtu í, at dystirnir
ímóti Tampere og ferðin til
Finnlands fer at vísa seg at
hava týdning fyri saman-
haldið millum spælararnar
og felagið sum heild, og tað
ivist eg ikki í fer at hava
týdning.
Umstøðurnar at spæla í
Tampere vóru góðar. Har
var sól og stilli, og tað kom
væl við, at hitastigini ikki
vóru fleiri enn 20.
Ivi um Boga
Einasta
minussið
við
dystinum í Tampere var, at
Skála toppskjúttin, Bogi
Gregersen, longu eftir átjan
minuttir noyddist at taka
seg burturúr stríðnum.
- Bogi fekk ein løst í
lærið. Enn er ikki heilt
greitt, um talan var um
vøddaskaða ella ikki. Men
tað fer sjálvandi at koma
illa við, um Bogi ikki verð-
ur førur fyri at spæla í viku-
skiftinum, tá ið vit skulu
spæla torføra heimadystin
ímóti NSÍ, heldur Skála
formaðurin.
Skála hevur stinnar skift-
isspælarar. Millum hesar er
stórspælarin í hondbólti,
Sveinur Justinussen, sum
loysti Boga Gregersen av.
Kemur HB víðari í
Champions League,
skal Tórsvøllur leggja
gras til dystir tríggjar
dagar á rað. Og tað
kann geva trupulleik-
ar, ásannar Poul
Michelsen
TÓRSVØLLUR
Jákup Mørk
Tað tykist vera veruligur
vandi fyri, at ólavsøkufin-
alan í ár verður órógvað.
Tann vandin hevur sum so
verið til staðar, síðani
UEFA háttaði sínar spæli-
dagar soleiðis, at UEFA-
Cup dystir verða leiktir um
ólavsøkumundið, men hig-
artil hevur samanfall ikki
verið millum finaluluttak-
arar og steypafinalistar.
Tað verður tað so heldur
ikki í ár, nú GÍ, ÍF, B68 og
B71 eru eftirverandi liðini í
steypakappingini. Haraftur-
ímóti er spurningurin, um
Tórsvøllur verður til reiðar
at taka ímóti trýstinum,
sum verður um ólavsøkuna.
Ólavsøkuaftan eigur B36
nevnliga heimadyst móti
íslendska ÍBV. Sjálvandi er
møguleiki hjá B36 at biðja
um at skifta um heima- og
útidyst, men bæði fíggjar-
og ítróttarligu útlitini við at
spæla ein slíkan dyst á
tjóðarhátíð okkara eru helst
ov góð til, at ein umbýting
kann koma upp á tal. Og
tað er heldur einki at ivast í,
at havnarmenninir treyðugt
vilja fara inn á Toftir at
spæla ein slíkan dyst.
Tað merkir, at talan undir
øllum umstøðum verður
um dyst tveir dagar á rað,
og støðan kann enntá gerast
enn spentari. Megnar HB at
vinna seg víðari móti litav-
iska Kaunas, so bíðar ein
dystur móti Liverpool, og
hesin skal so spælast miku-
dagin 27. juli.
Vil hava tríggjar dystir
- Eg vóni í øllum førum, at
talan verður um tríggjar
dystir, sigur Poul Michel-
sen flennandi, tá vit fingu
orðið á hann.
Handan orðini býr millum
annað tann veruleiki, at sum
íðin
HB-viðhaldsmaður
ynskir Poul so hjartaliga, at
tað skal eydnast HB at
spæla seg víðari til stórdyst-
in móti Liverpool. Ein dyst-
ur, sum samstundis eisini
vildi verið ein góður fongur
hjá Tórsvølli sjálvum.
Men hóast hetta, so
ásannar formaðurin fyri
Tórsvøll sjálvandi eisini, at
tað kann geva trupulleikar
fyri vøllin, um talan verður
um tríggjar dystir í eins
nógvar dagar.
- Vit royna sjálvandi at
gera okkara besta. Millum
annað við at drena vøllin so
væl, sum tað nú einaferð
ber til. Men her í Føroyum
hava vit so eisini nakrar
náttúrukreftir, og teimum
eru vit altso ikki harrar
yvir. Hendir tað, at talan
verður um nakrar vátar
dagar, so verður vøllurin
eisini hareftir. Tað hava vit
eisini sæð aðrastaðni, og í
so máta eru vit ikki nakað
eindømi.
Heldur tú, at tað kann
merkja, at onkur dystur -
les steypafinalan - má flyt-
ast ella útsetast?
- Nei. Tað kann eg ikki
ímynda mær kemur upp á
tal. Uttanlands hava vit jú
sæð, at vallir verða nýttir
fleiri dagar á rað. Og tá
sæst tað eisini á vøllinum.
Stutt sagt, so hevur ein
vátur vøllur við sær, at tal-
an kann gerast um runu-
díki, og tað einasta, sum vit
kunnu gera, er at fyrireika
okkum sum best, sigur Poul
Michelsen at enda.
Tampere United-Skála 1-0 (0-0)
1-0: Räsänen 67.
Skála: Vlada FILIPOVIC,- 6. Pætur Dam JAC-
OBSEN, 5. Rúni RASMUSSEN, 11. Milic CURCIC
Milic, 14. Iulian FLORESCU, 8. Bjarni JØRG-
ENSEN, 16. Pauli G. HANSEN, 7. Nenad STAN-
KOVIC, 9. Hanus THORLEIFSON (3. Jenes
Christian GORGONARU, 84.) - 10. Jónhard FRED-
ERIKSBERG (22. Arnhold BERG, 85.), 17. Bogi
GREGERSEN (15. Sveinur JUSTINUSSEN, 18.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Eugen
VODA, 2. Bárður DANIELSEN, 18. Volmar
POULSEN, 19. Rói JACOBSEN
Gult kort: Pauli G. Hansen
Tampere samantaldur vinnari við úrslitinum 3-0
FAKTA UM DYSTIN
Mynd: Skála
Eisini í seinna Inter-Toto
dystinum gjørdist talan um
tap hjá Skála, men
samanlagda avrikið var væl
og virðiliga nakað, sum
felagið kann standa inni fyri
Tríggjar dagar á rað
Tað verður av álvara farið undir at rigga Tórsvøll til nú, so hann verður sum best førur fyri at
taka ímóti tveimum ella kanska trimum dystum á rað um ólavsøkuna