týsdagur 28. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 120 - 28. juni 2005
Hans Kristian Simon-
sen gjørdi ikki mætari
enn at vinna 1st
Suðuroy Internatio-
nal og ogna sær sín
fyrsta altjóða
meistaranorm
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Endiliga
eydnaðist
tað
føroyingi at vinna sær ein
IM-norm í kapping í Før-
oyum. Teir normar, sum
Flóvin Tór Næs, John Arni
Nilssen og Heini Olsen
eiga, eru allir komnir til
høldar í kappingum uttan-
lands. Kollfirðingurin Hans
Kristian Simonsen skrivaði
tí søgu á Tvøroyri á jóan-
søku.
Stór succes
1st Suðuroy International
var ein succes á fleiri økj-
um. Talvliga succcesin varð
sjálvsagt, at ein føroyingur
vann kappingina og ognaði
sær ein norm, umframt at
ein ungur dani somuleiðis
vann sær ein norm.
Men kanska størsti vinn-
ingurin er, at altjóða sterkar
talvkappingar helst verða
afturvendandi í Suðuroy.
Høvusstuðlarnir, Supuroy-
ar Sparikassi, Tvøroyrar
Býráð og Vágs Býráð, eru
nevnliga á einum máli um
at stuðla tiltakinum aftur
komandi ár. Tá verður farið
til Vágs at telva 2nd Suður-
oy International. Kapp-
ingarfyrireikarin Rani Nol-
søe fegnast stórliga um
samarbeiðið.
- Á hendan hátt verður
eitt gott og positivt ljós sett
á Føroya vakrastu oyggj,
Suðuroynna, sum serliga
seinasta árið hevur verið
fyri skotum og lýst negativt
í fjølmiðlum, segdi Rani á
hugnaligu
endahátíðini
leygardagin.
Hjástødd á endahátíðini
vóru millum annað borgar-
stjórarnir á Tvøroyri og í
Vági og stjórin í Suðuroyar
Sparikassa,
Søren
L.
Bruhn. Søren nýtti høvið at
takka fyrireikarunum og
telvarunum fyri kappingina
og dagarnar á Tvøroyri.
Hann frøddist um normin
hjá Hans Kristiani og end-
aði við at siga, at umframt
at stuðla kappingini kom-
andi ár, vil Suðuroyar
Sparikassi eisini stuðla
teimum sum kundi hugsað
sær at sett talvfelag á stovn
í Suðuroynni.
Føroyingar væl við
Tað var annars John Arni
Nilssen sum byrjaði kapp-
ingina best av føroying-
unum. Eftir trý umfør var
John Arni á odda við 2,5
stigum, men tapti síðani
oddabrakið móti 17 ára
gamla Jacob Vang Glud, og
reistist hann tíverri ikki
aftur eftir hetta.
Hinvegin
helt
Hans
Kristian á við frálíkari telv-
ing og góðum sigrum. Und-
an seinastu tveimum um-
førunum
skuldi
Hans
Kristian hava eitt stig fyri at
ogna sær normin. Í 8. um-
fari tapti hann eitt spenn-
andi talv móti Emil Her-
mansson og tí varð kravið
ein sigur móti Ólavi Sim-
onsen í seinasta umfarin-
um. Sum ætlað so gjørt.
Rættiliga tíðliga fekk Hans
Kristian vinnandi fyrimun
og hóast hann kundi kvett
høvdið av Ólavi beinan-
vegin í miðspælinum, vann
Hans Kristian loksins talv-
ið trygt.
6,5 stig, kappingarsigur
og IM-normur. Eitt satt
bragd av 21 ára gamla
kollfirðinginum. Sjálvur
skilti Hans Kristian ikki
heilt hví tað gekk so væl
hjá honum á Tvøroyri.
- Eg helt meg undan
kappingina ikki vera í ser-
liga góðum formi og havi
heldur ikki telvað nakað
serligt seinastu tveir mán-
aðirnar, segði fegni vinn-
arin eftir kappingina. Hans
Kristian hevur ikki nakrar
ávísar talvætlanir beint nú,
men ivaleyst fer hann út í
verðina at royna eydnuna
skjótt og vinna sær fleiri
normar. Møguliga luttekur
hann
í
4th
Klaksvík
International, sum eftir
ætlanini verður tíðliga í
heyst.
Jacob V. Glud hevði eina
óføra kapping. Hann er
serliga stinnur í fløktum
støðum, har hann veruliga
gagnnýtir síni góð rokni-
evni. Einans nøkur fá mót-
stødustig viðførdi, at ungi
danin mátti taka til takkar
vid einum 2. plássi, hóast
eins nógv stig sum Hans
Kristian. Jacob hevur nú
tveir IM-normar.
Emil Hermannson, John
Shaw og okkara egni John
Rødgaard vóru við í topp-
stríðnum leingi. Emil fór
skutin framum Shaw og
Rødgaard og fekk 6 stig og
3. plássið. Hægstrataði
skotin er valla nøgdur við
4. plássið, sum hann býtti
við Rødgaard, ið hinvegin
var nøgdur vid síni 5,5 stig.
Bádir vunnu tvey talv og
leikti sjey javnleikir.
Sjúrður prógvaði
sítt talent
John Arni og Carl Eli N.
Samuelsen býttu 6. plássið
vid 4,5 stigum. Hetta kann
John Arni, ið var triðhægst
styrkismettur, sjálvsagt ikki
vera heilt nøgdir við. Hin-
vegin var 50% skoran hjá
Carl Eli í sínum elddópi í
IM-kapping á góðari leið.
Oksana Vovk segði seg
eftir kappingina vera nøgd
við 3 stig. Og tó, hon helt
sín "endaspurt", har hon
einans fekk hálvt stig í
seinastu fýra umførunum,
vera vánaligan. Men hon
vinnur sær nøkur ratingstig
kortini og tá kann úrslitið
ikki vera av leið.
T v ø r oy r a d r o n g u r i n
Sjúrður
Thorsteinsson
leikti fýra javnleikir og
tapti fimm talv, og tað er í
roynd og veru eitt heilt gott
úrslit.
Sjúrður
er
fullkomiliga óroyndir í
slíkum
kappingum
og
hevði eisini nógv tað veik-
asta ratingtalið, men kortini
gav hann fleiri telvarum
dygga mótstøðu. Eitt nú var
hann tætt við at vinna á
Hermansson, men tók til
takkar við ævigum skáki og
harvið
einum
flottum
javnleiki.
Ilt er at siga hví tað gekk
so mikið illa hjá Ólavi
Simonsen. Hann endaði
isoleraður í botninum við
bert einum stigi. Ólavur
fekk einki at rigga á Tvør-
oyri, og tá hann í summum
talvum stóð væl, fann hann
ikki rætta vegin fram. Vit
hava brúk fyri einum sterk-
um Ólavi Simonsen í før-
oyskari topptelving aftur.
Vónandi reisist hann skjótt
úr skugganum aftur.
Ein spennandi og væl
fyrireikað kapping er av.
Vónandi hava suðringar nú
fingið eitt sindur av talvi í
æðrarnar aftur.
Talvið hesa vikuna
Hans Kristian Simonsen (2317) - Jacob V. Glud
(2319)
Suðuroy International (1. umfar), 18.06.2005
1.Rif3 d5 2.g3 Rif6 3.Bg2 e6 4.0-0 Be7 5.d3 c5
6.Ribd2
Meinlíkt
einum
kongaindara
við
umvendum litum 6...Ric6 7.e4 0-0 8.Re1 a6 9.h4
b5 10.e5 Rid7 11.Rif1 a5 12.Bf4 b4 13.Ri1h2 Hans
Kristian leggur upp til kongaálop 13...a4 14.Rig5
Rid4 15.c3 Ric6 16.Fh5 h6 Støðumynd
Støðumynd eftir 16...h6
17.Rig4!? Hóast talvforritið Fritz 7 ikki heldur
hvítan fáa nóg mikið afturfyri mista riddaran á g5,
so er leikurin sterkur. T.d. sær hvíta ætlanin við at
fáa rókin á h-linjuna vandamikin út fyri svartan.
Men svartur er hálvavegna noyddur at taka ímóti
offrinum 17...hxg5 18.hxg5 g6 19.Fh4 Ricxe5?
Svartur fær mest burturúr við at fáa ein riddara á f5-
puntið. Tað ger hann við at leika a3 og fáa hvítu c-
finnuna vekk, fyri síðani at leika Rid4-Rif5. Torført
tó at fáa eyga á við borðið 20.Rixe5 Rixe5 21.Bxe5
f6 22.Fh6 Fe8 23.gxf6 Bxf6 24.Bxf6 Rxf6 25.Bxd5
Hvítur hevur nú finnu meir og vinnandi fyrimun.
Hans Kristian hevur góðan teknik og vinnur vanliga
lætt slíkar støður 25...Ra7 26.Be4 Rh7 27.Fg5 Ff8
28.Fe3 Rhf7 29.Re2 Kg7 30.cxb4 cxb4 31.Rc1
Ba6 32.Rec2 Fb8 33.Kg2 Fe5 34.Rh1 g5 35.Rh7+
Kg8 Støðumynd
Støðumynd eftir 35...Kg8
36.Rxf7 Rxf7 37.Bh7+ Og svarta frúgvin er
søga 1-0
IM-normur á Tvøroyri
Endaliga støðan
Rk.
Navn
Land
ELO
Stig
1
Simonsen Hans Kristian
FAI
2317
6.5
2
FM
Glud Jacob Vang
DEN
2319
6.5
3
IM
Hermansson Emil
SWE
2432
6.0
4
IM
Shaw John
SCO
2454
5.5
5
IM
Rødgaard John
FAI
2331
5.5
6
FM
Nilssen John Arni
FAI
2372
4.5
7
Samuelsen Carl Eli Nolsøe
FAI
2238
4.5
8
WIM
Vovk Oksana
DEN
2122
3.0
9
Thorsteinsson Sjúrður
FAI
0
2.0
10
Simonsen Ólavur
FAI
2254
1.0
So eydnaðist tað! Ein føroyingur vann sær IM-norm í kapping í Føroyum, har fleiri altjóða
meistarar eisini tóku lut