týsdagur 28. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 28. juni 2005
23
Ein gullbarra, sum er
verd eina millión
dollarar, er høvuðs-
vinningurin, tá
heimsins bestu atletar
fara at kappast um,
hvørji eru tey allar
bestu innan frælsan
ítrótt
Golden League
Heri Ziska
1. juli verður fyrsta umfar
av
2005
útgávuni
av
Golden League kappingun-
um. Hendan kapping verð-
ur av mongum roknað fyri
at verða tað mest torføra at
vinnna inna frælsan Ítrótt.
Orsøkin er, at tað snýr seg
um 6 kappingar, har kravið
til tey, ið vilja verða við til
at vinna samanlagt, og
harvið
fáa
part
av
gullbarrini
(virði
US$
1.000.000 ) sum er vinning-
urin, er, at ein vinnur allar
seks kappingarnar. Í 2005
vóru tað einans Christian
Olson úr Svøríki (Trístøkk
menn) og Tonique Will-
iams-Darling av Bahama
(400 m kvinnur) sum
megnaðu at vinna allar seks
kappingarnar, og tey býttu
gullbarrina millum sín.
Í ár eru tað sjey greinar
hjá monnum (100 m, 800
m,
Mílin/1500
m,
3000/5000 m, 110 m forða-
renning,
hæddarlop
og
spjótkast) og 5 greinar hjá
kvinnum (100 m, 800 m,
3000/5000
m,
400
m
forðarenning og trístøkk)
Tað eru fleiri mans og
kvinnur í kunna gera seg
galdandi samanlagt um alt
gongur eftir vild, tó eru tað
nøkur sum hava størri
møguleika fyri at vinna
allar seks kappingarnar í
sínari grein.
Menn
Á 100 m er Asafa Powell
ein maður, sum hevur verðu
óhugnaliga sterkur á tein-
inum seinasta árið. Einasti
kiksarin hjá honum var, at
hann
einans
gjørdist
nummar fýra á olympisku
leikunum. Hann kemur tó
at fáa harða kapping,
kanska
einamest
frá
amerikumonnum, Zakari
(Ghana)
og
Obikquelo
(Portugal).
800 m kappingin er ein
sera tøtt kapping, har Wil-
fred Bungei er tann, sum í
løtuni hevur munin. Men
tað er í harðari kapping við
t.d. Mbulaeni Mulaudzi
(Suðurafrika), Djabir Said-
Guerni (Algier) og Yuriy
Borzakovskiy (Russland).
Mílin/1500 m er grein,
har ein av allar størstu
superstjørnum (Hicham el
Guerrouj) hevur valt at
gevast, og har er nú
brádliga ein møguleiki hjá
hinum at vinna sær heiður.
Her stendur dysturin í
løtuni millum Bernhard
Lagat (USA), Mehdi Baala
(Frakland), Ivan Heshko
(Ukraine) og Paul Korir
(Kenya).
3000/5000 m hevur tey
seinnu árini verið ein
kapping,
sum
Haile
Gebreselaise
(Ethopia)
hevur dominera, men hann
hevur sett skógvarnar á
hyllina. Men maður kemur
í mans stað, og tað er
landsmaðurin
Keninisa
Bekele, ið er maðurin, sum
ein skal vinna á, um ein vil
uppá fyrsta plássi í hesari
greinini. Og tað er mikið
sannlíkt at ongin megnar
hetta í teimum seks Golden
League kappinginum, tí er
Bekele favorittur til at
vinna sær part av gull-
barrini.
110
m
forðarenning
hevur seinnu árini verið ein
grein, har amerikumaðurin
Allen
Johnson
hevur
vunnið tað, sum er vert at
vinna, men á olympisku
leikunum í Athen var tað
ungi kinverjin Xiang Liu,
sum fór við gullinum. Hetta
er ein dystur millum rutinu
og ráðstyrki hjá Johnson og
eminentant teknik hjá Liu.
Spennandi verður at síggja,
hvussu leikur fer í ár, men
tað er mikið sannlíkt, at
Johnson verður torførur at
steðga.
Hæddarlop hjá monnum
er ofta ein tøtt kapping,
men onkursvegna so megn-
ar tann lítil Stefan Holm
(Svøríki) at leypa eitt
sindur hægri enn hinir í
teimum
týdningarmiklu
kappingunum. Tí verður
hann nevndur sum ein av
favorittunum til at vinna
allar seks kappingar.
í Spjótkast hjá monnum
kann 2005 roknast sum ár 1
eftir Zelezny. Maðurin,
sum byrjaði sína altjóða
karrieru
við
at
vinna
Olympisk silvurmerkið í
1988 í Seul, og sum síðan
hevur verið maðurin, ið
hevur megna at vinna fleiri
olympisk og heimsmeist-
araheiti, er givin. Tað er í
løtuni
eingin,
sum
er
favorittur
til
at
takað
trúnuna, men nógvir eru,
sum gjarna vilja. Har
ímillum olympiski meistar-
in
Andreas
Torkildsen
(Noregi), Sergej Makarov
(Russland), Breux Greer
(USA) og Aki Parviainen
(Finnland).
Kvinnur
100 m hjá kvinnum er ein
grein, har kvinnur úr
Bahama hava verið millum
tær stinnastu. Í løtuni er tað
eisini Veronica Campbell
av Bahama, sum er favor-
ittur til samlaða sigurin. Tó
skal hon vanta sær harða
kapping
frá
Yuliu
Nesterenko úr Hvítaruss-
landi og Lauryn Williams
(USA).
Harafturat
er
franska Christina Arron
altíð ein kvinna, sum kann
gera seg galdandi.
Mario Mutola (Mozam-
bique), ið einsamøll vann
samlaða golden league
sigurin í 2003, er aftur
favorittur til at vinna sam-
anlagt. Serliga nú olymiski
meistarin Kelly Holmes
hevur boða frá, at hetta er
hennara seinasta ár, og at
hon vantandi einans fer at
fokusera uppá HM-kapp-
ingina í Helsinki seinni í ár.
Mutola luttekur á 800 m
teininum.
3000/5000 m sær út til at
gerast ein kapping millum
tær stóru rennara tjóðirnar
Ethiopia og Kenya við 4 úr
hvørjum landi millum 10
tær bestu í heiminum.
Einans Pavey (Stórabret-
land) og Yelena Zador-
zhnaya úr Russlandi hava
megnað at blanda seg í
dystin á hesum teininum.
Favorittur
er
Isabella
Ochichi úr Kenya í harðari
kapping við Ethiopiarnar
Tirunesh
Dibaba
og
Werknesh Kidane.
400 m forðarenning sær
út til at verða ein kapping,
har Jana Pittman (Aus-
tralia) endiliga kemur at
vísa, hvar skápi skal standa.
Pittman hevur verið ein,
sum hevur verið nær við
fleiri ferðir, men skaðar
hava steðgað henni. Í ár sær
hon út til at vera sera væl
fyri. Hon fær tó væntandi
harða kapping frá veteran-
unum Tetyana Tereshchuk-
Antipova
(Ukraine)
og
Ionela Tirlea-Manolache
(Rumenia).
Trístøkk hjá kvinnum
hevur í nógv ár snúð seg
um eina kvinnu, Tatianu
Lebedevu úr Russlandi.
Hon var favorittur til at
vinna gull í Athen, men
hetta eydnaðist ikki, og tað
er lítil ivi um, at hon hevur
ætlan um at vísa, at tað er
hon sum er tann besta.
Hetta er tó lættari sagt enn
gjørt við kvinnum sum
Yamile Aldama (Sudan) og
Francoise Mbango (Came-
roon) ið báðar hava víst, at
tær eru førar fyri at leypa
langt.
Hvør vinnur so part
av gullinum?
Samanumtikið sær út til, at
Kenenisa Bekele fær part
av gullbarrini, og at Asafa
Powell, Stefan Holm og
Maria Mutola eru tey ið
kunna steðga Bekele at fáa
gullbarrina fyri seg sjálvan.
So byrjar "TDK Golden League 2005"
Kenenisa Bekele má metast sum størsti favoritturin at fáa part av gullbarrini. Og einamest er
spurningurin kanska, um hann kann fáa hesa einsamallur
Mynd: Reuters
-Eg roknið ikki við, at
diskoskast fer at hava
nakran áhuga millum
áskoðarar, fyrr enn tey
loyva okkum at kasta
diskos eftir hvørjum
øðrum. Hesi orðini eigur
Al Oerter, sum er ein
tann
mest
vinnandi
diskoskastarin nakran-
tíð, og einasti maður
sum hevur megnað at
sett olympiskt met fýra
fylgjandi
olympiskar
leikir. Triðju ferð (1964)
hann gjørdi tað, var
hóast ordrar frá lækna-
num um at steðga, tí
hann hevði ein skaða í
rygginum
og
hevði
skrætt brósk í bringuni.
Men spurdur aftaná, hví
hann
kastaði
hóðast
ordranar frá læknanum,
svaraði hann »hetta eru
olympisku leikirnir, tú
doyrt fyri teir!«
Diskoskast var ein av
greinunum á teimum
gomlu grisku leikunum,
og var við fyrstu ferð á
18. olympisku leikunum
í 704 fyri kristi føðing.
Ein veit lítið um, hvussu
í diskos varð kastað tál.
Onkur heldur, at tað
einans var eitt standandi
kast, har styrki var tað
týdningarmiklasta, með-
an onnur halda, at tað
var meir at líkna við
diskoskast í dag, har
kastarin melur hálvan
aðruferð og síðan kastar.
Ein veit heldur ikki,
hvussu tungir diskarnir
vóru tá. Teir, sum eru
funnir, eru gjørdir av
gróti ella bronsu, og
viga millum 2 og 5 kg.
Diskoskast
hevur
verið partur av olymp-
isku leikunum, síðan teir
blivu endurstovnaðir í
1896.
Diskurin
hjá
monnum vigar 2 kg,
meðan hann vigar 1 kg
hjá kvinnum.
-hz
Heimsmet, Menn
Jurgen Shult,
Eysturtýskland
74,08 m
Oyggjaleikamet
Menn
Gøran Eklund
Åland
49,22 m
Føroyskt met Menn
Heri Ziska
Bragdið
48,50 m
Heimsmet, Kvinnur
Gabriella Reinsch
Eysturtýskland
76,80 m
Oyggjaleikamet
Kvinnur
Linda Liljeroos
Åland
43,40 m
Føroyskt met
Kvinnur
Ingibjørg Poulsen
Bragdið
30,05 m
Diskoskast