týsdagur 28. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 • týsdagur • 28. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Í mikudagsblaðnum hava vit drúgva umrøðu av kappróðrinum á
jóansøku
Kappróður í morgin
Bumbur nærkast
HB-leguni
Enn eru eingi nøvn
váttað, men tað tykist
púrasta vist, at tey í
HB arbeiða hart í
royndunum at styrkja
um hópin áðrenn
dystirnar móti Kau-
nas. Tveir dystir, sum
í besta føri kunnu
tryggja fíggjarliga
fundamentið hjá HB
langt fram í tíðina
EUROPA-CUP
Jákup Mørk
Todi Jónsson og Morten
Wieghorst. Tað eru bara
tvey av nøvnunum, sum
síðani fríggjadagin hava
verið sett í samband við
HB, nú møguleikin fyri eini
uppgerð við Champions
League meistararnar úr
Liverpool brádliga er á
skránni.
Einki verður váttað
Enn hevur ikki verið gjør-
ligt at fáa nakað sum helst
av hesum váttað, men sum
tikið verður til, so rýkur tað
sjáldan av ongum brandi.
Í útvarpinum fríggjadag-
in váttaði liðskiparin hjá
liðnum, Rúni Nolsøe, at tað
longu varð tosað um hetta,
og veruleikin er, at tað á
ongan hátt tykist ósannlíkt,
at talan verður um styrk.
Og verður samanborið
við støðuna í fjør, so gerst
møguleikin
enn
meira
sannlíkur. Tá arbeiddi HB
nevnliga við at fáa eina
leiguavtalu
um
Jákup
Mikkelsen til teir báðar
dystirnar móti Gerogiska
FC Wit. Hetta tí Bárður Jo-
hannesen var úti við skaða.
Tær ætlanirnar møttu
stóra mótstøðu frá HB við-
haldsfólkum, og hon varð
eisini av ongum. Men sum
dystirnir báðir háttaðu sær,
so ber illa til at staðfesta
annað, enn at møguleikar-
nir hjá HB høvdu verið
heilt góðir, um landsliðs-
málverjin hevði vart málið.
Og í Heine Fernandez
hevur HB hartil ein venjara,
sum hevur góð sambond
við nógvar royndar fót-
bóltskreftir í Danmark.
Hann er fyrrverandi liðfel-
agið við eitt nú Toda Jóns-
son, og eisini hevur gjøgn-
um árini komin at kenna
hópin av stórum donskum
fótbóltsnøvnum. Eitt nú
Brøndby-veteranin, Morten
Wieghorst, sum júst hevur
sett fótbóltsgaggurnar á
hillina í Brøndby,
Viðvíkjandi Toda, so sig-
ur klaksvíkingurin tó sjálv-
ur, at hann ikki hevur tosað
við umboð fyri HB.
Sjálvur er Heine í løtuni á
venjaraskeiði í Danmark,
og tí hevur tað ikki eydnast
okkum at fáa fatur á hon-
um, men hetta skuldi so
eisini gjørt, at tað lá enn
betri fyri hjá honum at tosa
við spælarar, sum møguliga
kunnu klæðast í reyð/svarta
búnan.
Nakað stórt í væntu
Og tí kann eisini roknast
við, at talan ikki verður um
somu innanhýsis mótstøðu
hesaferð. Serliga ikki, tá
bæði fíggjar- og ítróttarliga
gularótin er somikið stór,
sum hon er hesaferð.
Frá álítandi keldum frætt-
ist eisini, at HB-stuðlarnir
longu eru farnir í holt við at
savna pening til nakað
»stórt« sum tikið verður til.
Hvørki hjá stuðlafelagnum
ella hjá nøkrum av nevnd-
arlimunum fæst tó váttan
fyri, júst hvat talan er um,
tað tykist púrasta vist, at
okkurt fer at henda.
Hvussu stórar bumburnar
so verða, og hvussu hvøllir
brestirnir blíva, er so ein
onnur, og væntandi verða
fleiri kapittul av hesari
skrivaðir komandi dagar-
nar. Skotbráðið er í øllum
førum stutt, tí longu 13. juli
er fyrri dysturin móti Kau-
nas á skránni.
Todi Jónsson er bara eitt av nøvnunum, sum hevur verið sett í
samband við HB, men hetta varð fríggjadagin avvíst av Toda
sjálvum
Ein møguligur dystur
móti Liverpool er
nógvar milliónir
verdur, og tí kannar
felagið í løtuni møgu-
leikan at styrkja um
hópin
CHAMPIONS LEAGUE
Jákup Mørk
Lutakastið til Champions
League undankappingina
var ikki meira enn liðugt,
áðrenn søgurnar um kom-
andi HB-spælarar fingu
bein at ganga á.
Við møguleikanum fyri
einum dysti móti Liver-
pool í næstu umfarinum, er
talan í øllum førum eina
fíggjarliga
gularót
av
teimum heilt stóru. Og
hetta ásannaði stjórin í P/F
Havnar Fótbóltur, Stein-
finur Mittelstein, eisini, tá
vit sunnukvøldið fingu
orðið á hann.
- Nú eri eg akkurát lend-
ir, so vit hava ikki fingið
tosað nakað serliga nógv
um hetta. Men eg skilji, at
søgurnar eru nógvar.
Men er ikki hald í søg-
unum skilt á tann hátt, at
tit veruliga arbeiða við at
styrkja um liðið?
- Tað er sjálvandi nakað,
sum vit fara at viðgera.
Enn fái eg bara ikki sagt,
hvat tað blívir til, ella um
tað yvir høvur verður til
nakað, staðfestir Stein-
finnur.
Nógvar milliónir
Um fíggjarliga partin í ein-
um møguligum dysti móti
Liverpool, dylir Steinfinnur
ikki fyri, at talan kann
gerast um heilt munandi
upphæddir,
um
felagið
kemur somikið langt.
Tøl sum fimm og tíggju
milliónir hava verið nevnd,
og hóast Steinfinnur ikki
kann vátta hesi, so verður
tað heldur ikki avsannað.
- Eg royndi alt fyri eitt at
spyrja
umboðið
fryi
SportsFive, hvat ein slíkur
dystur kann verða verdir,
men eg fekk einki greitt
svar. Men talið liggur helst
onkra staðni har ímillum,
sigur hann.
Og verður rætt borið at,
so kann talan helst gerast
um heilt stórar upphæddir.
Í mun støðuna, sum onkra
tíð hevur verið, so hevur
HB ikki longur nakrar
fasta avtalu um sjónvarps-
rættindi. Tað merkir, at
hvør dysturin verður seldur
fyri seg, og so kann ein
dystur móti Liverpool væl
kostað heilt nógv. Hartil
skulu leggjast lýsingarinn-
tøkur og áskoaðarapening-
ur, so samanlagt kann talan
gerast um eina heilt triva-
liga upphædd.
Men fyrst, so skulu teir
báðir dystirnir móti Kaunas
sjálvandi spælast, og bara
tað í sjálvum sær kann væl
gerast ein stór uppgáva!
HB er farið til arbeiðis
Steinfinnur Mittelstein váttar, at møguligur styrkur er nakað,
sum arbeitt verður við, men enn vil hann ikki seta nøvn á
nakað sum helst