Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 28. juni 2005 21 Ein ørgrynna av fólki vóru komin til al- mennu móttøkuna, tá ið Norðoyatunnilin skuldi skjótast ígjøg- num, men tey fóru heimaftur við eini flatari kenslu av, at tey høvdu einki fingið við av hátíðarløtuni. Stjórin fyri Norðoya- tunnilin harmast NORÐOYATUNNIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fólk, sum væntaðu sær ein minnisríkan og hugnaligan dag, tá ið Norðoyatunnilin varð skotin ígjøgnum leyg- ardagin, fóru heimaftur vónbrotin. – Vit vórðu hildin fyri gjøldur, søgdu tey mest bersøgnu eftir móttøkuna leygardagin. Orsøkin til alt hetta var, at tann stóri almenningurin fekk einki við av seinasta skotinum, meðan tey inn- bodnu inni í tunlinum hoyrdu og merktu skotið, kundu klappa, hoyra røður og fáa eitt ábit. Almenna móttøkan var í høllini, sum NCC leigar á Borðoyavík, og har bar til at fáa kaffi og okkurt aft- urvið. Væl omanfyri túsund fólk vóru komin á økið. Ætlanin var, at seinasta skotið skuldi síggjast á stórskíggja, men hetta varð av ongum, og tá ið fólk so spákaðu yvir tunnils- munnan fyri kanska at fáa okkurt við har, hendi einki, og fólk bíðaðu til fánýtis, til tey mistu tolið og fóru heimaftur. Teknikkurin sveik Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum, sigur, at hann er harmur um, at móttøkan skuldi spæla soleiðis av. – Vit høvdu gjørt okkum út til, at skotið skuldi síggj- ast á stórskíggja, men vit fingu ikki teknikkin at rigga. Vit ætlaðu síðani, at skotið skuldi takast upp og vísast aftaná, men heldur ikki tað bar til. Tí var tað frægasta, sum vit kundu gera, at bjóða ein drekka- munn, sigur Dávur Reinert Hansen. – Eg eri ónøgdur við, at hetta skuldi vera soleiðis, tí tað manglaði, at fólk kundu klappa fyri skotinum og líkasum siga, at hatta var tað, men viðhvørt má mann erkenna, at teknikkur ikki strekkir til, og soleiðis var tað leygardagin, sigur hann. ndan á tunlinum Snópisligt seinasta skot Hundraðtals fólk vóru komin at fylgja seinasta skotinum í Norðoyatunlinum, men tey fingu einki við av skotinum, tí teknikkurin sveik. Mynd: Dávur Winther il meginøkið kann takast í nýtslu í mai Myndir: Bárður Lydersen Jákup Ziskason hevði sína fyrstu reseptión undir jørð Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, heldur røðu, meðan Dávur Reinert Hansen, stjóri, bíðar eftir sínum tørni Jákup Joensen eigur nógvar túrar um Leirvíksfjørð við skipum hjá Strandferðsluni, og leygardagin var hann til mót- tøkuna, tá Norðoyatunnilin varð skotin ígjøgnum. Her fær hann sær eitt prát við Emmu Winter, fyrrverandi kommunulækna, sum fleiri ferðir hevur verið neyðsendar- ørindi um Leirvíksfjørð Mynd: Dávur Winther Arbeiðsmenninir vóru í góðum lag, og teir feiðraðu eisini, at tunnlin varð skotin ígjøgnum Leygarkvøldið vóru allir gestirnir til veitsluna í Klaksvík koyrdir um Leirvíksfjørð, og tað var ein serlig kensla hjá teimum at koma upp úr holinum í Leirvík Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikasa, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, og Kristian Fríðrik Olsen, býráðslimur við borinum, sum varð brúktir til at bora seinastu holini í tunlinum