týsdagur 28. juni 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 120 - 28. juni 2005
Leygardagin varð
Norðoyatunnilin
skotin ígjøgnum, og
nú er niðurteljingin
til fasta sambandið
um Leirvíksfjørð av
álvara byrjað.
Maðurin, sum festi í
seinasta fjúsið heldur,
at hendingin leygar-
dagin kann saman-
líknast við aðrar stór-
hendingar í Norð-
oyggjum, sum tá el-
verkið á Strond varð
bygt, og fyrsta havna-
útbyggingin í Klaks-
vík varð gjørd
NORÐOYATUNNIL
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin var ein søgu-
lig spreinging 130 metrar
undir Leirvíksfirði. Nakað
eftir klokkan fimm vóru
tveir metrar av undirgrund-
ini sprongdir í luftina, og so
var tunnilin úr Klaksvík til
Leirvíkar sprongdur ígjøg-
num.
– Hetta minnir meg aftur
á stórar hendingar, sum
vóru avgerandi fyri fram-
burðin í Klaksvík. Eg vil
líkna hetta saman við El-
verkið á Strond, sum varð
bygt í 1931 og fyrstu
havnaútbyggingina í Klaks-
vík í 1937, sigur Jógvan við
Keldu, landsstýrismaður,
sum festi í senasta fjúsið.
Hann var í 80'unum heit-
asti fortalari fyri undir-
sjóvartunlinum, og fólk
hildu hann vera øran at tosa
um hetta.
– Tað er ótrúliga stuttligt,
at hetta skuldi lukkast. Eru
tað tvey projekt, sum eg eri
blivin avsmurdur fyri, so
eru tað Norðoyatunnilin og
ídnaðarøkið við Borðoyar-
vík, men nú er tunnilin
veruleiki, og ídnarøkið fult
útbygt, sigur Jógvan við
Keldu.
Spenningur í luftini
Eini 200 innbodnir gestir
vóru nakað fyri klokkan
fimm leygardagin koyrdir
inn í Norðoyatunnilin við
bussum, og hóast frástøðan
til seinasta skotið var stór,
hoyrdist tað, og lutttrykkið
frá skotinum merktist allan
vegin út.
Eftir at seinastu smáir
tveir metrarnir av tunlinum
vóru skotnir ígjøgnum var
ein móttøka frammanfyri
stóru grótrúgvuna inni í
tunlinum. Politikarar úr
Eysturoynni gingu yvir um
fyri at staðfesta, at holið var
opið, so var okkurt gott at
fáa frá Jákupi Ziskason,
meðan Bjarni Djurholm og
Dávur
Reinert
Hansen
hildu røður.
Lagið var gott millum
fólk hendan søguliga dagin,
og tað var næstan elektr-
iskur spenningur í luftini
eftir at sleppa at brúka
tunnilin av álvara. Tað
verður væntandi í mai
mánaði næsta ár.
Seta ferð á útstykking
Jógvan við Keldu, sum í 16
ár var borgarstjóri í Klaks-
vík, og sum nú er lands-
stýrismaður við innlendis-
málum, er sera fegin um, at
Norðoyatunnilin
nú
er
skotin ígjøgnum, og hann
heldur, at talan er um eina
stórhending fyri Norð-
oyggjar.
– Tað er so nógv spenn-
andi undir uppsigling í
Klaksvík, at hetta fer at
hava við sær stóran fram-
burð fyri Norðoyggjar. Ídn-
aðarøkið á Borðoyavík er
útbygt, havnaøkið í Ánun-
um er á veg, arbeitt verður
við miðbýnum, og fólk
hava stóran áhuga í at fáa
grundøki at byggja á.
– Nú ræður um hjá øllum
norðoyingum at standa
saman,
og
Klaksvíkar
kommuna má sum eitt tað
fyrsta seta ferð á útstykking
til privat grundøki og til
ídnaðarbygging,
sigur
Jógvan við Keldu.
Nú er ljós við en
130 metrar undir Leirvíksfirði varð Norðoyatunnilin leygardagin skotin ígjøgnum. Roknað verður við, at fasta sambandið úr Norðoyggjum t
mánaði næsta ár
Jógvan við Keldu uppi í einum bili hjá Føroya Konsortium á veg inn í tunnilin leygardagin
Jógvan við Keldu fekk
heiðurin at festa í
seinasta fjúsið
Politikarar úr Eysturoynni koma yvir um seinastu grótrúgvuna at heilsa upp á politikarar úr
Norðoyggjum