mikudagur 29. juni 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 121 - 29. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Valið ávirkar oljuprísin
Teir seinastu dagarnar er oljuprísurin hækkaður mun-
andi, og tað kemst millum annað av úrslitinum av for-
setavalinum í Iran.
Serkøn á altjóða oljumarknaðinum rokna við, at tann
nývaldi, konservativi forsetin, Mahmoud Ahmasinejad,
fer at geva iranskum oljufeløgum fyrimunir fram um
tey útlendsku á iranska marknaðinum. Nývaldi forsetin
hevur ikki nevnt nakað um slíkar ætlanir, men
eygleiðarar siga, at hansara politisku hugsjónir benda á,
at hann fer at taka onkur tílík stig.
Tað er kortini ikki bara iranska forsetavalið, sum fær
oljuprísin at hækka. Ein onnur orsøk er ein ávísur ótti
fyri, at ov lítil olja verður á marknaðinum, tá veturin
kemur, og harafturat stendur tað á hjá reinsiverkunum
at fylgja við eftirspurninginum, skrivar Reuters.
Ger sær dælt av Irak
Maðurin, sum stendur á odda fyri keypsdeildini hjá
amerikanska herinum, vil vera við, at fyritøkan Halli-
burton hevur gjørt sær dælt av teimum sáttmálum, sum
fyritøkan hevur fingið í sambandi við arbeiðið at
endurbyggja Irak.
Bunny Greenhouse hevur verið innkeypsstjóri hjá
amerikanska herinum í tjúgu ár, og hann sigur seg
ongantíð hava upplivað, at ein fyritøka hevur misbrúkt
sínar sáttmálar so nógv, sum Halliburton hevur gjørt í
Irak. Hann hevur ikki nevnt nakað tal, men grannskoð-
anin hjá amerikanska verjumálaráðnum hevur illgruna
um, at Halliburton hevur fingið einar seks milliardir
krónur ov nógv fyri arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt
í Irak.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Halliburton er fyri slíkum
atfinningum. Áhugin fyri virkseminum hjá felagnum er
serliga stórur, tí varaforsetin, Dick Cheney, var stjóri í
felagnum, áðrenn hann gjørdist varaforseti.
Nýta vindorku í Bretlandi
Norska fyritøkan Hydro keypti mánadagin helmingin
av bretska vindmyllufelagnum Scira, og gongst eftir
ætlan, fer norska fyritøkan at keypa 45 prosent av
partabrøvunum afturat um stutta tíð.
Scira hevur fingið heimild til at seta 100 vindmyllur
upp á 20 metra dýpi uttan fyri ensku eysturstrondina.
Verkætlanin er mett at kosta góðar 2,2 milliardir
krónur, og ætlandi skal tann seinasta myllan setast upp
um fimm ár. Tær 100 vindmyllurnar skulu veita
175.000 húsarhaldum í Norfolk streym, og ætlanin er,
at framleiðslan frá kolorkuverkum skal skerjast
tilsvarandi.
Bretska stjórnin hevur økt stuðulin til varandi orku
munandi, og leiðslan í Hydro dylur ikki fyri, at uttan
stuðulin hevur verkætlanin í Norfolk ikki verið lønandi.
Fekk bót
Fyrr í ár gjørdu danskir fjølmiðlar nógv burturúr, at
bóndin Jørgen Tørnæs hevði havt tveir letlendingar og
ein ukraina í arbeiði á garðinum, sjálvt um teirra ar-
beiðs- og uppihaldsloyvi vóru farin úr gildi.
Teir seinastu mánaðarnar hevur løgreglan í Holstebro
kannað málið, og í dag fær Jørgen Tørnæs at vita, at
hann skal gjalda 143.000 krónur í bót fyri lógarbrotið.
Í gjár segði hann, at hann heldur bótina vera órímiliga,
men at hann kortini hevur gjørt av at gjalda hana.
Jørgen Tørnæs er kanska ikki tann einasti danski
bóndin, sum hevur brúkt ólógliga arbeiðsmegi. Men
hansara mál vakti serligan ans, tí hann er giftur við
menningarmálaráðharranum, Ullu Tørnæs, og tað vóru
eisini tey, sum vildu vera við, at hon hevði verið vitandi
um tey ólógligu viðurskiftini. Men tað avsannaði hon,
og tí fekk málið ongar politiskar avleiðingar fyri hana.
Tann 36 ára gamla
pakistanska kvinnan
Mukhtar Mai krevur,
at menninir, sum
neyðtóku hana, verða
dømdir til deyða. Mál-
ið er nú í hægstarætti
PAKISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ovasta ráðið í teirri lítlu
pakistansku bygdini gjørdi
av, at fýra menn skuldu
neyðtaka Mukhtar Mai, tí
tólv ára gamli beiggi henn-
ara hevði verið ov nær
einari kvinnu, sum var av
einari av teimum betru ætt-
unum.
Hetta hendi í 2002. Revs-
ingin er rættiliga vanlig í
pørtum av Pakistan, men
Mukhtar Mai er ikki sum
aðrar pakistanskar kvinnur.
Hon setti seg upp ímóti
samfelagnum og meldaði
neyðtøkumenninar til løg-
regluna. Seinni sama ár
vórðu seks menn dømdir
fyri neyðtøku og fyri at
hava medvirkað til neyð-
tøku, men í mars í ár frí-
kendi ein átrúnaðarligur
dómstólur fimm av teimum
dømdu.
Men Mukhtar Mai gavst
ikki. Hon kærdi úrskurðin,
og nú skal hægstirættur
taka støðu til málið. Hon og
sakførari hennara eru ikki í
iva um, hvørja revsing
neyðtøkumenninir
skulu
hava.
- Ber tað til at fyrigeva
slíkum? Eg fái meg í
hvussu er ikki til at gera
tað, segði hon við útlendsk
tíðindafólk, tá viðgerðin í
hægstarætti byrjaði mána-
dagin.
Krevur neyðtøkumenn
dømdar til deyða
Fólk í túsundatali
flýggja undan Mugabe
Tey heimleysu, tey
arbeiðsleysu og tey
vónleysu í Zimbabwe
flýggja undan eina-
ræðisstýrinum hjá
forsetanum
ZIMBABWE
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Seinastu dagarnar eru fólk í
túsundatali rýmd úr Zimba-
bwe til Suðurafrika. Tey
flestu eru vorðin heimleys,
tí at forsetin, Robert Muga-
be, hevur givið herinum boð
um at ríva hús teirra niður. Í
fleiri førum hava hermenn-
inir sett eld á húsatoftirnar,
og somu lagnu fáa tey smáu
virkini, sum fólk eiga.
- Hetta hevur verið ein
ræðulig tíð, og fleiri ferðir
havi eg hugsað um deyðan
sum ta einastu loysnina,
sigur Ruth Chipembere við
Aftenposten. Hon, maðurin
og børnini eru millum teira,
sum eru vorðin heimleys,
og sum kendu seg noydd at
flýggja av landinum.
Tann seinasta mánaðin
hava zimbabwisku myndug-
leikarnir skipað fyri einum
sokallaðum
"reinsingar-
átaki" í høvuðsstaðnum
Harare. Útlendskir eygleið-
arar siga, at átakið er einki
annað enn eitt beinleiðis
álop á tað fátæka fólkið.
Nógv hús og arbeiðspláss
eru javnað við jørðina, og
fleiri hundraðtúsund eru
vorðin heimleys. Oyðilegg-
ingarnar eru so umfatandi,
at summi sammeta stýrið
hjá Robert Mugabe, forseta
við tað gamla apartheid-
stýrið í Suðurafrika, sum
flutti fólk burtur, sama um
tað var lógligt ella ikki.
- Tað er syndarligt at
síggja, hvat hendir í Zimba-
bwe í dag, tí tað er tað
sama, sum hendi í teimum
ringastu døgunum hjá ap-
artheid-stýrinum,
sigur
Elinor Sisulu, sum er for-
maður í einum hjálparfel-
agsskapi í Suðurafrika.
Maður Ruth Chipem-
bere, Faber, hevur verið
virkin í zimbabwisku and-
støðuni í fleiri ár, men tað
hevur hann eisini fingið at
kenna. Fyri tveimum árum
síðani tóku nakrir stjórnar-
hermenn konu hansara og
bukaðu og neyðtóku hana
fleiri ferðir, meðan fólk
stóðu og hugdu at.
Í dag kunnu tey kenna
seg trygg í Suðurafrika. Tey
eru ikki tey einastui, tí tey
seinastu árini eru umleið
tríggjar milliónir fólk flýdd
úr Zimbabwe undan eina-
ræðinum
hjá
Robert
Mugabe.
Ein seks ára gomul zimbabwisk smágenta uttan fyri tað, sum eina ferð var hennara heim