Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 3 Skiparin á Tórsvík stungin À bátinum Tórsvík, hjá reiðarínum Thor í Hósvík, varð føroyski skiparin í morgun stungin við knívi. Hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, og støðan er nú »und- ir kontroll«, sum reið- arin málber seg eydna@sosialurin.fo Tórsvík er ein av vaktar- bátunum hjá hjá Thor í Hósvík, og hann hevur seinastu tíðina havt vaktar- hald á leiðini uttanfyri Helgeland og Kristiansund í Norra, har eitt annað skip skjýtur seismikk. Manningin umborð á Tórsvík er ein blandingur av føroyingum og norð- monnum, og tað var ein av manningini, sum stakk før- oyska skiparan. Reiðarin á Thor, Hans Andreas Joen- sen, vil ikki úttala seg um, hvørt tað var ein føroyingur ella ein norðmaður, sum stakk skiparan. Enn er ógreitt, júst hvat tað var sum hendi umborð á Tórsvík í morgun, men skiparin varð illa stungin, og varð nakað eftir kl 8 í morgun fluttur við bjarg- ingartyrlu á St. Olavs hos- pital í Trondheim. Hans Andreas Joensen sigur seg hava frætt úr Norra, at støðan hjá mann- inum er «undir kontroll«, sum hann málber seg. Norska blaðið VG veit tó at siga, at skiparin, sum er í 60'unum, hevur fingið álv- arsaman skaða. Hann hevur fingið djúp knívssting í bringuna og magan. Blaðið skrivaði tó tíðliga í morgun, at skiparin var við vit. Politifrágreiðing Hans Andreas Joensen sig- ur, at teir í løtuni bíða eftir politifrágreiðingini frá mál- inum. – Tað verður sjálvandi eisini skrivað ein sjófrá- greiðing, men í fyrstu at- løgu bíða vit eftir politifrá- greiðingini, fyri at finna út- av, júst hvat tað var sum hendi í morgun, sigur reið- arin. Hann leggur afturat, at tá orsøkin er funnin, fer Thor at taka stig til fyribyrgjandi tiltøk, sum skulu tryggja, at slíkt ikki kann endurtaka seg umborð á Thor skipum. – Eg veit lítið og einki enn, men so skjótt, sum politifrágreiðingin er kom- in, senda vit tíðindaskriv út til miðlarnar, soleiðis, at misskiljingar ikki taka seg upp, sigur hann. Spurdur, um gernings- maðurin var drukkin, svarar Hans Andreas Joensen, at tað var hann ikki. – Tað er bannað at drekka umborð á okkara skipum, staðfestir hann. Maðurin, ið stakk, er við báti førdur inn til Kristian- sund, men tað er enn óvist nær báturin kemur til lands. Tórsvík skal eisini til bryggju í Norra, inntil greiða er fingin á málinum. Føroyski skiparin umborð á vaktarskipinum Tórsvík hjá Thor í Hósvík, varð í morgun illa stungin við knívi. – Støðan er undir kontroll, sigur reiðarin