Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 121 - 29. juni 2005 Go Go Blues Prixvinnararnir vera aft- ur í Føroyum á ólavsøku eftir eina uttanlandsferð, har teir millum annað vitja Kanada. Hetta er ein blúsbólkur í topp- formi, og føroyingar kunnu gleða seg til aftur at sleppa at njóta blúsin hjá Una, Rógva og Ar- nold í Kommunuskúla- garðinum. Dejavu Dejavu góvu fyrr í ár sína fyrstu fløgu út. Tal- an er um eitt stórverk, sum bólkurin hevur ar- beitt við í fleiri ár. Droymandi rokktónleik- urin hjá bólkinum hevur givið teimum nógvar fjepparar í øllum aldr- um, og annað pláss í Prix Føroyar finaluni 2003 borgar fyri góðsku. Eager to Please Eager to Please gjørdu vart við seg í triðja und- anumfarinum til Prix Føroyar í ár. 70’ára kendi rokkurin hjá bólk- inum, var ótrúliga gjøg- numførdur og vælspæld- ur. Bólkurin, sum hevur sínar røtur í nú deyða rokkrisanum Fluffy Toys, hevur síðan prixið spælt nógv kring Føroy- ar, eitt nú á Sundalags- stevnuni og sum enda- brestur á Mentanarnátt- ini í Havn. Her er talan um eitt veruligt rokk- show. Paradox Garrvilli punkbólkurin Paradox vann Pop Top konsertina í fjør, og gjørdist ein av stóru moralsku vinnarunum í Prix Føroyar kappingini. Síðan prixið er bólkurin vorðin kongaligur hoff- leverandør, tá Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa vitjaðu Margarinfabrikkina, spældu Paradox fyri teimum, og at døma eftir smílinum hjá Fríðriki, fall punkurin væl í oyra hjá krúnprinsinum. Synararchy Harði og villi rokkbólk- urin Synarchy verða fyrstir á pallin á ólav- søku. Tað er vorðin sið- ur, at tann bólkurin, sum vinnur Pop Top konsert- ina, sleppur at lata ólav- søkukonsertina upp. Umframt at vinna Pop Top konsertina hava Synarchy luttikið í Prix Føroyum og fingu heilt góða móttøku av áhoyr- arunum. Side Effect Brynjolfur á Heygum er heilin aftanfyri Føroya einasta tekno-rokkbólk, og her er talan um so stórar tónlistarligar gáv- ur, at tað bara er spurn- ingur um tíð, áðrenn ungi havnardrongurin verður eitt heimsnavn. Men enn eiga vit Side Effect fyri okkum sjálvi, og meðan vit bíða eftir fyrstu fløguni hjá bólk- inum, sum væntandi kemur í heyst, kunnu vit nøkta tostan eftir teirra tekno-rokki á ólavsøku- konsertini. Stórband og ábit í teltinum Sum nakað heilt nýtt, verður teltið í komm- unuskúlagarðinum eisini tikið í nýtslu á konsert- ini. Tórshavnar Stórband spælir í teltinum, og til ber at keypa sær okkurt til matna. Aðrir bólkar á ólav- søkukonsertini Tim Christensen verður høvuðsnavnið á eini av teimum mest lovandi Ólavssøku- konsertunum í nógv ár. Hetta váttar Før- oya Undirhaldstón- leikarafelag fyri Sosialinum. Danski gittargudurin, sang- arin og sangskrivarin, endar sína summar- rundferð í Føroyum, ein rundferð sum m.a. fevnir um tær ótrúliga vælumtóktu Grønu konsertirnar TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Umframt danska høvuðs- navnið verður ein annar danskur bólkur við, tað er Supersonic, sum er nýggi bólkurin hjá Chasesang- aranum Edmund Jakobsen. Eisini verða nakrir av bestu føroysku bólkunum at hoyra. Føroyska høvuðs- navnið er upprunaliga út- gávan av Terja og Føstu- fressum. Go Go Blues verða eisini við, umframt Synarchy, Paradox, Side Effect, Dejavu og Eager to Please Ein maður fyri menn og kvinnur Tim Christensen er kanska størsta navn í donskum tón- leiki í nýggjari tíð. Í fyrru helvt av 90’árunum legði hann allar rokkelskarar fyri føtur sínar við rokkbólkin- um Dizzy Mizz Lizzy, sum eisini gjørdi um seg uttan fyri Danmark. Síðan Dizzy Mizz Lizzy gavst, hevur Tim Christen- sen givið fleiri fløgur út í egnum navni. Tann seinasta av hesum, Honey Burst, vísti ein nógv friðarligari Tim Christensen, serliga var tað lagið Right next to the right one«, sum hittaði stórt í Danmark. Eisini í Føroyum var lagið ein landaplága. Tað gjørdi m. a. veruliga um seg á 15 teim- um bestu. Lagið var eyðkennislag í sjónvarpsrøðini »Nikolaj og Julie«, og sjónvarpsrøð- in og friðarligi tónleikurin gjørdi Tim Christensen væl umtóktan eisini millum kvinnur. Bestu ljóðumstøður Ólavsøkukonsertin hevur ligið í samráðingum við Tim Christensen leingi, men serliga tøkniligu krøv- ini hava verið stór. Men hesir trupulleikar eru nú loystir. Partar av ljóðút- gerðini verða leigaðir úr Danmark, eitt nú verður tann ljóðblandingspulturin, sum Queen brúka á síni rundferð brúktur á ólav- søkukonsertini. Eisini verða bestu ljóð- menn í landinum og onkur úr Danmark brúktir. Kaj Jo- hannesen formaður í FUT sigur, at tað er týdningar- mikið at karmarnir verða so góðir sum møguligt. Hóast Tim Christensen hevur sínar egnu ljóðmenn við, so skulu góðir ljóðmenn tryggja, at eisini hinir bólk- arnir ljóða væl. Alexandur Gaard, Jón McBirnie, Jónas Bloch Danielsen og Ulyss- eus Bloch skulu tryggja góðskuna. Hetta eru alt menn við sera nógvum royndum. Teir tríggir før- oysku munnu vera teir bestu í landinum, meðan Ulysseus er dani og hevur arbeitt sum ljóðmaður í danska tónleikaídnaðinum í nógv ár. Terji og Føstufressar Terji og Føstufressar góvu fyrst í 90’árunum kanska bestu føroysku fløguna nakrantíð út, henda mann- ingin, sum telir nakrar av bestu føroysku tónleikarun- um, eru teir upprunaligu handverkararnir aftan fyri løg sum »Mamma«, »Lívið er okkara gáta«, »Kvøld á Tinganesið«, »Apoka- lypsa« og »Á ferð til dreymaland«. Terji og Tim á ólavsøku Terji Rasmussen og góðu gomlu Føstufressarnir verða eisini millum høvuðsnøvnini á Ólavsøkukonsertini Tim Christensen, sum vit serliga kenna frá eyðkennislagnum í sjónvarpsrøðini »Nicolaj og Julie«, Right next to the right one«, verður uttan iva stóra trekkplástrið á Ólavsøkukonsertini í ár Mynd: Scanpix Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið