leygardagur 23. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Klaksvík: Um vikuskiftið
verður seinasta umvæling-
ararbeiðið í bakarínum hjá
Jórun gjørt, og mánadagin
verður latið upp við nýggj-
um handli.
– Handilin hevur havt
sama inventar síðani 1957,
so nú varð neyðugt at skifta
tað út og fáa ein meira tíðar-
hóskandi handil, sigur Jórun
Mørkøre, sum rekur bakar-
íið.
Tað er eitt gott ár síðani,
at hon yvirtók bakaríið, og
samstundis sum hon fer at
halda føðingardagin, letur
hon upp við nýggjum
handli, sum neyvan verður
til at kenna aftur hjá teim-
Klaksvík: Arbeiðið at gera
skýlið við fótbóltsvøllin í
Klaksvík er komið væl
áleiðis, og roknað verður
við, at tað verður liðugt um
ein mánað ella so.
- Vit ætlaðu at fáa tað
liðugt til seinasta heimadys-
tin hjá KÍ, men betong-
elementini vórðu seinkað úr
Danmark orsaka av einum
verkfalli, og tí eydnast tað
ikki, sigur Steinbjørn Jacob-
sen, formaður í teknisku
nevnd
hjá
Klaksvíkar
býráði.
1. manslið hjá KÍ spælir
sunnudagin ímóti B71í
Klaksvík, og tann dysturin
verður, sum allir heimadyst-
irnir seinastu 10 árini,
spældur uttan skýlið. Men
tá fótbóltskappingin fer í
gongd aftur næsta ár, stend-
ur skýlið klárt at hýsa eini
600 áskoðarum.
Upp á tvørs
Arbeiðið at gera nýggja
skýlið byrjaði í mai mánaði,
og síðani hevur gingið væl.
Tað kom eitt sindur upp á
tvørs, at eitt verkfall í Dan-
mark forðaði betongele-
mentunum at koma rætt-
stundis til Føroya, men nú
eru tey komin.
Tá skýlið er innilokað,
verða almennu toilettini
gjørd beinanvegin eisini.
Tað er Pól Kristoffur
Joensen, sum stendur fyri
øllum
arbeiðnum
við
nýggja skýlinum.
Formaðurin í teknisku
nevnd hjá Klaksvíkar bý-
ráði roknar við, at um ein
mánað er skýlið so gott sum
liðugt.
ek
Skýlið liðugt
í næsta mánaði
Nýggja skýlið í Klaksvík stendur vænt-
andi klárt at taka í brúk í næsta mánaði
Nýggja skýlið í Klaksvik stendur klárt, tá fótbóltskappingin byrjar næsta ár. Mynd: Jonhard Hammer
Umvæla
bakaríið
Mánadagin letur bakaríið hjá Jórun í
Klaksvík upp við nýggjum handli
Mánadagin fer Jórun at seta baksturin á hillarnar í ný-
umvælda handlinum hjá sær.
Mynd: Jógvan á Høvdanum (y)
um, sum hava havt sína
dagligu gongd í bakarínum
seinastu árini.
Nógv at gera
Fimm fólk starvast á bak-
arínum og trý í handlinum,
haðani baksturin verður
seldur. Bakaríið hjá Jórun
er annað av tveimum bak-
aríum í Klaksvík.
- Vit hava sera nógv at
gera, og vit standa okkum
næstan ikki við at baka nóg
mikið, sigur Jórun.
Mánadagin bjóðar hon
kaffi og kaku í nýggja
handlinum, og alla næstu
vikuna verður okkurt serligt
tilboð á skránni.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 183 - 23. september 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Jústinus Eidesgaard
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Privatiseringar
Vinnuhúsið tosar í ársfrágreiðing sínari um ávísar
flokkar, ið fáa alt viðvíkjandi privatisering í ranga-
strúpan. Fyriuttan ikki heilt neutrala orðavalið, so
er ivasamt um søguliga innlitið er so gott hjá
Vinnuhúsinum hesum viðvíkjandi. Vinnuhúsið fellir
her í somu grøv sum miðfyrisitingin so mangan
ger, nevniliga at halda, at orð sum útlisitering og
privatisering eru nýuppfunnin hugtøk. Tað er ein
tendensur innan parti av embætisfólki og konti-
gentumsitarum at halda, at ein dagligdagur við
høsnafjaðrapennum, pergamenti og brævdúgvum
var veruleikin áðrenn nýggja e-mail ættarliðið kom
til seinast í 90’unum. Hóast hettar, so skal Vinnu-
húsið hava takk fyri at geva okkum ágóðan av
sínum stóra innliti, tá tað kemur til hvat javnað-
arstjórnir í grannalondum hava útint.
Tað er altíð skilagott at diskutera nýggjar — ella í
hesum førinum — gamlar tankar. Á sama hátt
sum tað ikki kategoriskt ber til at avvísa privati-
seringar, so er tað óseriøst, at taka undir við slíkum
tonkum uttan haldgóðari argumentatión, bara tí
avísar falleraðar kreftir vilja sleppa framat aftur
fatinum.
Fólkaflokkurin hevur sagt, at virksemi, sum eitt nú
bankavirksemi, verður rikið skilabetri á privatum
hondum. Minnið tykist verða sera stutt á politiska
leikpallinum, men kanska vit í øllum lítillætni kunnu
loyva okkum at minna á, at føroysku bankarnir
fóru so ruddiliga á heysin — Sjóvinnubankin enntá
fleiri ferðir — á privatum hondum, meðan bankin
gongur fínt í løtuni. Sostatt er argumentið, at
virksemið verður betur rikið á privatum hondum,
ikki undirbygt av søguligum royndum — ikki innan
føroyskt bankavirksemi í hvussu so er. Hervið er
ikki sagt, at man ikki skal selja partabrøv í Føroya
Banka, men grundgevingin má vera ein onnur enn
omanfyristandandi.
Tá tað kemur til privatisering generelt, so átti man
kanska, við størsta varni, at umhugsa ávísar tæn-
astur, útyvir tær, ið hava verið útlisiteraðar tey
seinastu 30 árini ella meira — tað kemur kanska
óvart á onkran, at almennar útlisiteringar eru farnar
fram áðrenn Vinnuhús ella Vinnumálastýri vóru
upfunnin. Alt má gerast við tí í huganum, at før-
oyska samfelagið er sera lítið, og harvið er væl
møguligt, at ávísar tænastur í føroyum eru tað,
sum í búskaparligari terminologi kallast náttúrlig
monopol. Eisini má ansast eftir, at hesi privatu
feløgini, ið bjóða seg fram til almennar tænastur,
gjalda tað, tænasturnar veruliga kosta at reka,
viðlíkahalda og ikki minst at endurnýggja.
Um so er, at alt vinningsgevandi hjá tí almenna
skal privatiserast, so drepur man skjótt hugflog
og motivatión hjá almennum starvsfólki. Tað hevur
víst seg, at hvørja ferð ein landsfyritøka ger okkurt
innovativt, so kemur privata vinnulívið sum ketta
burturúr høvdatrog og ger íløgur fyri síðani at rópa
um órættvísa kapping. Landið hevur mangan stað-
ið á odda fyri menning í hesum samfelag. Alivinn-
an, flogferðsla, uttanlandasiglingin, trailaraflutn-
ingur og ferðavinnan generelt eru góð dømir um
hettar. Vónandi verður slík menning ikki dripin, tí
man amputerar almennar stovnar til bert at sita
eftir við negativu tølunum, meðan alt sum gevur
pluss verður privatiserað. Úrslitið av einari slíkari
framferð verða ómotiveraðar landsfyritøkur og eitt
hugflogsleyst privat vinnulív borið á almennum
lógvum.
Viðmerking:
Í vár handaði Javni Helenu
Dam á Neystabø, landsstýr-
iskonu álit um bústaðarvið-
urskifti hjá brekaðum í Før-
oyum ár 2000.
Álitið var ikki eitt skot út
í luftina! Men lýsti tørvin so
greitt sum gjørligt á teimum
ymsu økjunum runt í Før-
oyum.
Bráfeingis tørvur
Tað var Javni, ið tók stig til
hesa kanning. Í arbeiðsbólk-
inum vóru umboð frá starvs-
fólka- og almannaøkjunum,
kommum, og feløgum fyri
brekað. Nágreinliga varð
greitt frá hvør tørvurin var.
Sum tað mest átroðkandi
varð víst á, at nú í ár 2000 er
”bráfeingis” tørvurin um-
leið 20 - at fáa eitt stað at
búgva. Hetta tí foreldrini eld-
ast og ikki orka meiri. Næstu
fimm árini eru 45 fólk aftur-
at, vísir kanningin.
Tí kann tað ikki undra sørt,
at júst sama landsstýriskona
ósmæðin í SVF í farnu viku
sigur frá, at hon vil seta 1.
millión krónur av til kanning
av, hvussu farast skal fram á
økjinum fyri sálarliga brek-
að/sálarliga sjúk. Eina kann-
ing, sum hon partvís hevur
fingið ókeypis. Tað hevur al-
tíð verið nært samstarv mill-
um tey ymsu feløgini fyri
brekað. Eisini menningar-
tarnað kunnu blíva sálarliga
sjúk. Tá ið nevndi arbeiðs-
bólkur fór til verka, varð
eisini Sinnisbati spurt um
tørv. Men hjá júst hesum fel-
agnum var ringt at svara.
Søgan endurtekur seg
At fara í fjølmiðlarnar at við-
gera menniskjur sum ein hóp
er óvirðiligt. Tað harmar tí
eisini at hoyra søguna end-
urtikna av Helenu Dam á
Neystabø, at nú kunnu
kanska nøkur flytast yvir á
Eirargarð.
Álvaratos hvar eru vit í-
dag?
Tá menningartarnað í síni
tíð fluttu av Pensionatinum
P 74 og út í smá sambýlir.
Tá fluttu sálarliga brekað
inn! Um tann einstaki ynksti
tað, sigur søgan onki um. Nú
fingu tey tað betri. Men var
tað verdugt??
Hvar tey, ið eru sálarliga
brekað og sjúk kunnu búgva
vita best tey serkønu á hes-
um økjunum. Vit hoyrdu eis-
ini í SVF, at læknin og for-
maðurin í Sinnisbata, hildu
at best hevði verið, um hesi
menniskju, ið landsstýris-
konan hevði tosað um, fingu
sín heimliga bústað aðra-
staðni. Fingu møguleikan at
flyta burtur frá hospitalsum-
hvørvinum. Tá fyrst kunnu
vit tosa um virðuligheit.
Landssjúkrahúsið er ikki
ætla sum ein bústaður.
Nei Helena Dam á Neyst-
abø, landsstýriskona eg
haldi, at tíðin er komin, at tú
nú kemur út til fólkið og spyr
tey, hvat teimum tørva.
Hvussu tey veikastu í sam-
felagnum ynskja tað, - og so
fara til verka.
Verkætlanir alt gott um
tær. Tær skulu eisini til. Men
viðhvørt tikist, sum tað verð-
ur brúkt sum undanførsla.
Hesaferð kann byrjast
samtíðis.
Foreldur eru tolin
Um nevnda álit, ið landsstýr-
iskonan fekk, hevur Javni
onki hoyrt aftur.
So tá foreldur hoyra frá
politikarum ár aftaná ár, at
tey skilja væl okkara støðu,
ja so er tað ótolandi fyri tey,
ið hava vaksin børn, ið eru
menningartarnað.
Hesi foreldur hava ikki
gingið kravgongu. Hava ikki
mótmælt.
Hava verið so tolin sum
nakar. Og hvat skuldu tey
annað. Tey fingu einki at
velja í millum. Tey føldu seg
gloymdan av politikarunum.
Í hesari bíðitíðini verða
ofta ómenniskjaligar upp-
gávur lagdar á foreldur og
onnur avvarandi, sum tí ofta
verða fullkomiliga útslitin
kropsliga og sálarliga.
Hvørji ynski
hevur Javni
Javni ynskir, at tað almenna
beinanvegin - setur størri
fíggjarorku av, fyri at nøkta
tørvin á bústøðum hjá menn-
ingartarnaðum og øðrum við
serligum tørvi - og so heldur
fram eisini tey komandi ár-
ini.
Gjógvin er blivin størri og
størri sum frálíður. Hugburð-
urin sum menningartarnað,
Javni, foreldrini og starvs-
fólkini hava, er so øðrvísi
enn tann hugburðurin, ið pol-
itikkarar hava. Í meðan vit
hava flutt okkum frameftir
alla tíðina, tikist tað, sum
politikkarnir standa í sama
stað sum fyri 20 árum síðani.
Men vit vilja nú eins og fólk
í
okkara
grannalondum
krevja at nakað munagott
verður gjørt her á landi.
Ringu tíðirnar
eru farnar
Javni eins og øll onnur máttu
góðtaka skerjingarnar, ið
vóru, men tann tíðin er farin.
Tey veikastu í samfelagnum
eiga nú sín part.
At fáa tað tey ikki fingu í
90 unum.
Vit vilja øll yvirliva, vit
ynskja eisini at okkara børn
skulu fáa møguleikan at yv-
irliva. Og at liva í Føroyum.
Diana í Puntabyrgi,
form. í Javna
Bústaðarviðurskifti hjá menningartarnaðum
ÓLAVUR Í BEITI
Havsbrún í Fuglafirði átti í
felagnum, sum eigur »Saks-
aberg«, men nú hevur Havs-
brún so yvirtikið allan part-
apeningin í PF. Miðalberg.
Upprunaliga átti Havsbrún 3
prosent, so hækkaði Havs-
brún partapeningin í 10
prosent, og síðan hava hinir
eigararnir bara selt meiri og
meiri av partapeningin til
Havsbrún.
Spurdur hvussu nógv end-
aliga yvirtøkan hevur kost-
að Havsbrún, sigur Bergur
Poulsen, at tað verður ikki
upplýst.
Misvísandi gongd
Men orsøkin til at Havsbrún
Havsbrún keypt »Saksaberg«
Vit vilja tryggja føroyska
tilfeingi á føroyskum
hondum, sigur Bergur
Poulsen, stjóri í Havsbrún
nú
yvirtekur
nótabátin
»Saksaberg« er greið. Berg-
ur Poulsen sigur at gongdin
er eitt sindur misvísandi í
løtuni, og tí vil Havsbrún
tryggja at føroyska tilfeingi
er á føroyskum hondum.
»Saksaberg« fiskar pelag-
isk fiskasløg og í so máta er
eingin broyting farin fram,
sigur Bergur Poulsen.
og øðrum við serligum tørvi í Føroyum ár 2000
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
hjálptu og stuðlaðu okkum, tá ið okkara elskaði
maður og pápi
VIC PEARCE
doyði og varð jarðaður.
Takk til øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elisabeth, Sanna og Annika
Tøkk
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
ANNA SIMONA OLSEN
vanliga kallað Mona, Funningur
andaðist 19. sept. á Eysturoyar Røktar & Ellisheimi,
87 ára gomul.
Kistan fer av Røktar & Ellisheiminum fríggjadagin
kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju leygardagin
kl. 13.
Familjunnar vegna
Børnini
✝