leygardagur 23. september 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 183 - 23. september 2000
Nr. 183 - 23. september 2000
3ár
6ár
10 0 . 0 0 0 K M
ELLA
MÓTI RUSTI
P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29
- ein skilagóð avgerð!
168.700,-
99.985,-
Júst nú er tann nýggi Nubira Stationcar heimkomin - og teir italsku designararnir
hava gjørt tað aftur. Nubira er nú flottari enn nakrantíð.
Útsjóndin er ikki tað einasta góða við Nubira. Bilurin er á tremur av hentari útgerð
m.a. sentrallás, servostýring, el-rútar, eldrivin/hitaði síðuspegl, tónaðir rútar og við-
litaðir kúfangarar. Nubira Stationcar hevur harafturat eitt av størstu viðførisrúmum
í mun til aðrar bilar í sama flokki (1.840 litrar við niðurløgdum setrum).
Sjálvandi fylgir 3 ára verksmiðjugaranti/100.000 km og 6 ára rustgaranti við Daewoo
bilinum.
Komið inn á gólvið hjá Esmari Simonsen á Kambsdali og royn Nubira.
Nubira Stationcar úr bert 168.700 kr. Nubira Sedan úr bert 158.700 kr.
Vælkomin!
Matiz er ein fittur og handligur
5-hurða mini MPV við sentrallási,
el-rútum og servostýring.
Úr
119.985,-
Lanos 1,3 ella 1,5.
Rúmligur og fjølbroyttur.
(í klassa við Toyota Corolla).
Úr
Luksusbilar
við smáum
prísum...
Nubira Stationcar úr bert
Sum sedan úr 158.700,-
EDVARD JOENSEN
Strendur: Nýggj heilsu-
miðstøð verður tikin í nýtslu
á Strondum fyrsta dagin.
Hølini eru liðug og í løtuni
verður útgerð hjá læknan-
um og sjúkrasystrunum sett
upp.
Nýggja heilsumiðstøðin
fer at hýsa læknavitaluhøl-
um, heimssjúkrasystrum og
skrivstovuni hjá sjúkrakass-
anum í Skála læknadømi í
ovaru hæddini.
Ì niðaru hæddini er rúm
til brandbilin og brand-
menninar at vera í, umframt
at
kommunan
hevur
goymsluhøli kjallaranum.
Eivind Jacobsen, bygdar-
ráðsformaður, er væl nøgd-
ur
við
húsini.
Sjóvar
Kommuna hevur fingið væl
burturúr,
heldur
hann.
Samlaði kostnaðurin fyri
heilsumiðstøðina við inn-
búgvi og allari útgerð fer
liggja um knappar tvær
milliónir, sum bygdarráðs-
formaðurin heldur vera væl
sloppið.
Umstøðurnar vóru einki
serligar frammaundan, sig-
ur Eivind Jacobsen. Nógv
útgerð hjá kommununi varð
hýst í ymsum neystum, um-
framt at neyðugt var at hava
okkurt liggjandi úti. Brand-
bilurin stóð í einum leig-
aðum bilskúri.
Læknin fær rættiliga
nógv betri umstøður, nú
tvey nýggj viðtaluhøli verða
gjørd. Eisini er góð skriv-
stova til læknaskrivaran
umframt rúmligt bíðirum.
WC er bæði vanligt og
handicap-wc í bíðirúmin-
um.
Av øðrum, sum Sjóvar
Kommuna hevur í gongd í
løtuni nevnir bygdarráðs-
formaðurin vatn og kloakk-
veitingar, sum arbeitt verður
við. Kommunan var komin
EDVARD JOENSEN
Vestmanna: Seinasta val-
skeið er skuldin hjá Vest-
manna Kommunu minkað
við 14 milliónum. Tá ver-
andi bygdarráð tók við, var
kommunuskuldin
fýra
álíkningar, meðan hon í dag
er góðar tvær. Tó er skatta-
inntøkan vaksin úr 20 til 25
milliónir.
Hóast tað hava verið
trongar tíðir í Vestmanna,
síðan kreppan tók seg upp,
er einki fólk flutt úr bygdini
av týdningi. Vestmenningar
tóku tolnir við tí, sum kom,
og stóðu saman um at gjalda
tað aftur, teir skyldaðu.
Treyðugt so. Onkur fór,
men fleiri eru afturkomin.
Og arbeiðsloysið hevur ikki
verið í Vestmanna, greiða
bygdarráðslimirnir Hervør
Durhuus og Mia Petersen
frá.
Vit sita inni á kommunu-
skrivstovuni í Vestmanna.
Har eru bara kvinnur inni.
Tvær á skrivstovuni og tveir
bygdarráðslimir. Menninir
eru í kjallaranum, har ein
teirra liggur undir brandbil-
inum og hjálpir upp á okk-
urt smávegis.
Tá skuldin hjá Vestmanna
afturút við kloakkini, sigur
Eivind Jacobsen. Tað er nú
hjálpt munandi upp á tað
sigur hann.
Vatnveiting
arbeiðir
kommunan eisini við. Leið-
ingar eru lagdar, og nýggj
byrging verður gjørd til
uppsamling. Eisini skal
reinsiverk setast upp.
Vatnið verður tikið úr
keldu, sum gevur rættiliga
væl, sigur hann. Hendan
íløgan fer at kosta nakrar
milliónir,
sigur
Eivind
Jacobsen.
Eivind Jacobsen sigur, at
Sjóvar Kommuna hevur
tosað eitt sindur við teir
hinumegin fjørðin, Runa-
víkar- og Nes kommunur-
um at lata teimum vatn, tá á
stendur.
Eystan fyri er nokk av
vatni, sigur Eivind Jacob-
sen, men trupulleikin har er
reinsingin.
Tað er eingin trupulleiki,
Kvinnur raðfesta
øðrvísi
Høvdu kvinnurnar verið við í bygdarráðnum í Vestmanna í áttatiárunum, vórðu
íløgurnar øðrvísi raðfestar. Hesi árini, kvinnulistin hevur stýrt, hava í stóran
mun verið brúkt til at gjalda skuld aftur
Kommunu var upp á tað
mesta, tóku kvinnurnar seg
saman og stillaðu upp á
kvinnulista, sum nú hevur
stýrt bygdini trý valskeið.
Hetta seinasta valskeiðið
hevur kvinnulistin havt fýr
av sjey bygdarráðslimum.
Men tað skal ikki vera,
siga Mia Petersen og Her-
vør Durhuus við ein munn,
at nakar skal hava ta fatan,
at teir tríggir menninir í
bygdarráðnum ikki eru
samstarvssinnaðir
við
kvinnurnar. Hóast teir eru
valdir á øðrum lista, hevur
samstarvið verið fyrimynd-
arligt, leggja tær dent á.
At afturgjald av skuld
hevur verið so høgt raðfest,
hevur gjørt, at ávísar íløgur
hava verið noyddar at bíða.
Tí er neyðugt nú at fara at
hugsa um fleiri íløgur, siga
tær báðar kvinnurnar í
bygdarráðnum í Vestmanna.
Íløgukvotan hjá Vestmanna
Kommunu verður komandi
ár 4,7 milliónir, og tær
røkka ikki til alla verðina.
Men nógv er at brúka tær
til, siga tær báðar. Barna-
garðinum hava vestmenn-
ingar bíðað leingi eftir.
Hann hevur annars verið eitt
aðalmál hjá kvinnulist-an-
um, men realistiskar sum
tær eru, er hann eisini settur
aftur um fyri at kunna
gjalda niður. Men nú kemur
hann, lova tær. Vestmanna
hevur dagrøkt, og har er
normeringin hækkað úr 45
til 62 pláss.
Eitt annað stórmál er
nýggj vatnveiting. Hon er
alneyðug, og farið verður
undir hana sum skjótast. Tó
verður hon ikki gjørd eftir
einum ári, siga tær báðar
Mia Petersen og Hervør
Durhuus. Til tess er hon ov
kostnaðarmikil. Einar sjey
milliónir vænta tær, hon fer
at kosta.
Kloakkirnar í bygdini eru
ikki í góðum standi. Gaml-
ar, og í støðum eitt sindur
viðtiknar. So har skulu
brúkast pengar í komandi
tíð. Ætlanir eru um vetrar-
friðing, sum krevur hegn
um alla bygdina. Tað fer
helst at kosta út móti hálvari
triðju millión, verður mett.
Eitt annað mál er at fáa
savnað alla heilsutænastuna
í kommununi. Sum er eru
viðurskiftini ikki góð á tí
økinum. Lækni, tannlækni,
jarðarmóður og so framveg-
is eru í Vestmanna. Men
trupulleikin er í mongum
førum, at hølini, tey hava,
eru illa atkomilig.
Tær báðar, Mia og Hervør
halda ikki, at tað verður
neyðugt at steðga nøkrum,
fyri at fáa annað framt í
komandi valskeiði. Tað er
bara at duga at brúka peng-
arnar rætt, siga tær. Men tað
verður stuttligari hjá nýggja
bygdarráðnum at taka við,
enn tað var hjá tí verandi,
eru tær samdar um. Tí tað
er lættari at arbeiða við eini
skuld upp á góðar tvær
álíkningar heldur enn fýra.
Men tað er sjálvandi ikki
vist, at tær yvirhøvur verða
í komandi bygdarráði. Fyrst
skulu tær stillast upp og síð-
ani veljast.
Eingin endaligur listi er
gjørdur, siga tær. Tó leggja
tær aftrat, at tær hava bara
sitið eitt skeið og hava tí
skyldu at taka við vali, um
tær verða settar á listan og
valdar.
Og tær taka aftur í aftur,
at tað er bæði stuttligt og
spennandi at sita í bygdar-
ráðnum, tá úrslitini eru so
sjónsk, sum tey hava verið
seinasta valskeiðið.
Heilsumiðstøð á
Strondum
Sjóvar Kommuna hevur bygt nýggja heilsumiðstøð, sum samstundis er goymslu-
høli og brandstøð
sigur Eivind Jacobsen, at
leggaj rør eftir botni tvørtur
um Skálafjørðin. Tey verða
ikki longri, enn tað, komm-
unan longu hevur lagt, og
so slepst undan at grava tey
niður. Nøkur søkk klára tað.
Inni á Hulki hevur Sjóvar
Kommuna sprongt nakað
væl í berginum oman fyri
fiskavirkið Vaðhorn. Grótið
var nakað leyst, og fyri at
tryggja arbeiðsøkið, er ein
breið hill sprongd í klettin,
soleiðis at tað leysa grótið
ikki skal detta niður á ar-
beiðsøkið.
Tað, sum sprongt varð
burtur, er brúkt til ífyllu
millum Langanes og báta-
hylin, sigur Eivind Jacob-
sen, umframt at ein pierur
er gjørdur inni á Hulki. So-
leiðis fekk kommunan eis-
ini nyttu av hesi reinsingini,
sigur hann.
Mett varð neyðugt við
hesum grótkastinum, tí eitt
sindur ófriðaligt var hjá
smærri førum at liggja inni
við Hulkin á ávísum ættum.
Tað er tó ikki bara á Strond-
um, at vatnveiting verður
løgd. Eisini vestan fyri
verða lagdar vatnveitingar,
sigur bygdarráðsformaður-
in. Á Morskranesi verður
veiting løgd úr eini keldu
norðan fyri bygdina. Eisini
Selatrað skal hava nýggja
vatnveiting, og mett verður
frægast at taka úr somu
kelduni, sum Morskranes
fær vatn úr, sigur Eivind
Jacobsen, bygdarráðsfor-
maður í Sjóvan Kommunu.
Íløgur hava ikki fyri neyðini at víkja fyri skuld, siga Mia Petersen og Hervør Durhuus
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggja heilsumiðstøðin á Strondum
Mynd: Edvard Joensen